Seint í november ella fyrst í desember í 2015 savnaði Eivin Breiðaskarð saman við øðrum borgarum í Fuglafirði undirskriftir fyri at mótmæla einari ætlan um at fylla grót á sjógv á vestara landi í Fuglafirði. Henda útfylling skuldi brúkast til at byggja íbúðir á, og eisini skuldi ein tvísporaður vegur gerast uttan fyri íbúðarbygningarnar á útfyllingini.
- Hetta var ein ætlan, ið eg sum vanligur borgari ikki kendi nakað til og av tí, at eg eri búsitandi her, sum henda útfyllingin skuldi gerast, gjørdist eg skakkur. Tí gjørdi eg saman við øðrum borgarum av, at vit vildu mótmæla alment, tí eingin kunning sum so hevði verið um ætlanina.
Kommunuval var hin 8. november í 2016, og sum valevni á Lista F varð Eivin Breiðaskarð valdur inn í býráðið og gjørdist varaborgarstjóri. Hann er ógvuliga fegin um, at fólk í kommununi vístu honum álit. Herfyri bleiv so avdúkað, at farið er undir at fyrireika eina íbúðarbygging á nøkulunda sama øki, sum meirilutin í undanfarna býráð ætlaði at fara í gongd við og gera til veruleika.
Men, nú er vent í holuni hjá Eivin Breiðaskarð, og hann tekur undir við hesi bygging. Hann sigur, at nú verður arbeitt miðvíst við teimum seinastu detaljunum um íbúðarbyggingina, og tá hetta er gjørt, sleppa borgarar og onnur áhugaði at kunna seg um verkætlanina.
- Vit fara at hava alment kunningartiltak innan stutta tíð, og øll áhugaði og forvitin fólk annars eru hjartaliga vælkomin, sigur varaborgarstjórin, sum heldur tað vera gleðiligt, at tað helst er eitt samt býráð sum ynskir, at henda ætlan verður sett í gongd og gjøgnumførd sum skjótast.
Og um snaringina á 180 stig, sigur varaborgarstjórin, Eivin Breiðaskarð, soleiðis:
- Tað kann tykjast løgið, at eg, sum borgari og býráðslimur nú eri snaraður 180 stig og vil ganga á odda at fáa gjøgnumført eina ætlan, sum eg var so harðliga ímóti. Mín grundgeving er, at eg sum borgari og nú fólkavaldur býráðslimur altíð vil arbeiða fyri, at Fuglafjørður skal hava framburð og kann bjóða av í kappingini um borgarar og fólkavøkstur.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at borgarar hava brúk fyri at hava fjøltáttaðar møguleikar til bústað og trivnað. Tað eru at kalla ongar íbúðir í Fuglafirði í dag. Bert privatar kjallaraíbúðir eru til taks viðhvørt, og tað er sera torført at fáa tak yvir høvdið, tí útboðið er so mikið avmarkað.
- Í dag ivist eg onga løtu í, at ætlanin við teimum umleið 30 íbúðunum er rætta kósin, og tí vil eg sum persónur, borgari og býráðslimur eisini boyggja meg við tí fyri eyga, at Fuglafjarðar kommuna kann fáa vøkstur og framburð, sum í longdini vil verða ein vinningur fyri allar borgarar og trivnaðin í kommununi.
Varaborgarstjórin sigur, at tað nú er hansara størsta vón, at borgarar og býráðspolitikarar vilja finna eitt felags stev og síggja, at tørvurin fyri íbúðum og íbúðarbygging er so mikið stórur í Fuglafjarðar kommunu, at øll somul kunnu taka eitt tak og seta persónlig áhugamál til viks eina løtu.
- Tað havi eg gjørt, sigur Eivin Breiðaskarð.