veðrar og brundlomb. Ógvuliga hóskandi var veðrasýningin í ullavirkinum, sum varð tikið í brúk henda sama dagin. Veðrar og lomb vóru úr Sumba, Vági, Porkeri og av Tvøroyri. Hvalba og Sandvík eru avbyrgd fyri [...] verður størri. Annars leggja teir m.a. stóran dent á, táið teir døma, hvussu seyðurin er skaptur, um hann hevur sterkan rygg, hvussu ullin sær út, at ikki ov nógv broddur er í og at hon ikki er ov opin [...] úr Vági 1. fyrstu virðisløn fyri ein tvævetur veðr. Hetta er aðru ferð, hann fær 1. virðisløn fyri sama veðrin. Eliesar Poulsen sigur, at hetta er ein hendinga vakur og góður seyður, og hartil er hann av
byggja upp eitt oljudirektorat út frá sama leisti, sum norðmenn hava brúkt. -Nú vit fara inn í hesa vinnu hevur tað alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt. Tingmaðurin [...] hetta sampakkar væl við tað, sum Vinnunevndin varð kunnað um í Noregi. Hann vísti eisini á, at norðmenn hava verið specialistar, tá hugsað verður um at fáa sum mest burtur úr síni olju. Neyvan nakar hevur [...] á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum, kunnu njóta væl av tí. Framsøgumaður tjóðveldisfloksins
lyftir hornið. Somuleiðis sært tú, hvør hevur ringt, meðan tú hevur verið úti. Tænastan kostar tað sama sum eitt nú »sperr við loynitali« ella »víðaristilling«. Tað verður kortini ikki gjørligt at síggja [...] eru bundin í telefonini. Í næstum kunnu fólk, sum eru knýtt at digitalsentralum, biðja Telefonverkið um nýggju »noteringstænastuna«, og sostætt sleppa undan hesi tíðarspillu. Er viðkomandi bundin, sum tú
kortini bara standa til. Tá ið lógin var komin í gildi, tá fóru teir at leita við uggafjarðunum. Sama kann sigast um umhvørvislógina frá 1988, har Tórshavnar kommuna glaðbeint avreiddi sjálvsøgd kommunal ábyrgdarøkir [...] fáa byggivaldið frá kommununum og yvir til landið. Um F.K.F. ikki hevði arbeitt við hond og fót ímóti hesum, so var tað hent. Í sambandi við ivamálið um byggivald har studningur er uppií hevur FKF eisini [...] Tá ið ræður um at verja og stimbra kommunurnar í sjálvsøgdum avgerðarrætti hevur FKF mangan verið nógv ár framman fyri tíð sína. Sum dømir kunnu nevnast at tá ið brunalóggávan var fyri, vendi felagið sær
støðu til, um umboðsnevndarfundirnir skulu vera opnir. Verður her fyrst g fremst hugsað um, at fjølmiðlarnir eiga at hava atgongd til fundirnar. SEV er alt ov afturlatið. Tað er eingin ivi um, at allir [...] umboðsnevndini, um tað ikki positivt kann ávísast í viðtøkunum, at valdið liggur hjá umboðsnevndini. Hetta er tað øvugta av tí núverandi. Í løtuni kann umboðsnevndin taka avgerð í øllum málum, um leiðslan ikki [...] og viðgjørd. (2) Í verandi viðtøkum verður sligið fast, at umboðsnevndin skal spyrjast, um vaksast skal munandi um virksemi SEV?s. Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað. Framyvir skal
mánadagin og løgmaður og eg gingu um beinini á hvørjum øðrum uttan, at eitt øvugt orð fall. Ístaðin fyri at práta við meg um hetta, so fær tú bræv í hondina við eini uppsøgn. Um tað er so, at løgmaður metti [...] uppskoti um eykajáttan. Víst verður á í brævinum, at landsstýrið er kunnað um hetta á politiskum landsstýrisfundi. Gevið til kennar.... Og landsstýrismaðurin endar brævið við hesum orðum: -Skal umsókn um eykajáttan [...] hava verið í Íslandi og kunnað meg um tunnilsarbeiði har, varð farið at gera kanningar í Føroyum. Hetta er ikki annað enn náttúrligt. Harvið varð tó eingin avgerð tikin um, antin tunnilin skuldi gerast ella
At halda Internet Sosialin kostar tað sama, sum at halda blað Sosialin í Føroyum, 240 krónur um ársfjórðingin. Men fram til nýggjárs sleppa øll ókeypis inn á Internet Sosialin. Tey, sum tekna seg sum haldarar [...] Fleiri lesarar spyrja seg fyri um prísir o. a., eins og nógv foreldur spyrja, hvussu tey kunnu tekna haldaragjald fyri børn, sum lesa í útlondum. Tí skulu vit niðanfyri greiða frá hesum viðurskiftum: At [...] áðrenn 1. januar komandi, fáa fyrsta ársfjórðing fyri hálvan prís, sum er 120 krónur - ella 40 krónur um mánaðin. Tað ber til at tekna seg sum haldara í Internet Sosialinum. Við á trýsta á knøttin, sum nevnist
nógvum kommunum úti um landið er skattaprosentið so høgt, at tað er ikki livandi har. Tí má fyrsta stigið verða at taka tað grundgevingina burtur, sigur Páll Vang. Og tað kann bara gerast um løgtingið samtykkir [...] grunnin at minka ár um ár, so hvørt sum lánið verður niðurgoldið. Hann sigur, at hann hevur ikki roknað nágreiniliga út, hvussu stóran part av skuldini, kommunurnar ikki klára at betala um skattaprosentið [...] allastaðni lækkar niður á tað sama, sum Havnin hevur. Men við hesari loysnini tosa vit ikki um at útvega hundraðtals miljónir beinanvegin, fyri at loysa trupulleikarnar hjá kommununum. Men kanska verður
ætlanina. Og eftir, hvat skilst, ætla tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroynni at gera tað sama. Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar týskvøldið, og har varð einmælt samtykt at taka undir við tí [...] kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Hovs, Porkeris og Sumbiar Kommuna, hava givið munnliga tilsøgn um at taka undir við tí eisini. Tað kostar Suður- Vestur Samtakinum 472.000 krónur at seta hetta í verk
føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann vísti á, at nú hevði Kristian Magnussen møguleika at vísa í gerðum, at hugsað eisini verður um tey brekaðu. Tað var bara at broyta avgerðina um at stongja Pensionatið [...] segði, undir orðaskiftinum um frágreiðing hansara til Løgtingið um støðu teirra brekaðu, at tingmenn høvdu sjálvir samtykt fíggjarlógina, sum millum annað gav Landssjúkrahúsinum so lítið av peningi, at [...] at taka fostrið, tí tað mangan tykist óynskt, um tað ikki er fullført. Rúna Sivertsen setti spurnartekin við, hvussu ein mamma, sum kom út fyri slíkum, mundi hava tað. Tað verið seg, tá hon fær at vita,