Skal arbeiða fulla tíð í tvey ár fyribils

Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, og tær í Vágum, hava sett oljuráðgevara í fast starv

Kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy og í Vágoy, herða nú royndirnar at koma uppí oljuvinnuna.

Tað er nakað síðani at tær tóku seg saman í ?Suður-Vestur Samtakið³ og settu samfelagsfrøðingin, Suna á Dalbø, í starv uppá leyst at royna at menna oljuvinnuna í hesum báðu plássunum.

Men nú verður enn meiri lagt fyri í royndunum at menna oljuvinnuna í syðru helvt í Suðuroy og í Vágum

Tí tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, og allar tær fimm kommunurnar í Vágum, sum eru í Suður-Vestur Samtakinum, ætla nú at seta Suna á Dalbø í fast starv sum oljuráðgevara.

Fyribils er ætlanin at seta hann í starv í tvey ár.

Eftir, hvat skilst, hava tær fimm kommunurnar í Vágum góðtikið ætlanina.

Og eftir, hvat skilst, ætla tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroynni at gera tað sama.

Vágs Býráð hevði málið til viðgerðar týskvøldið, og har varð einmælt samtykt at taka undir við tí.

Á býráðsfundinum varð upplýst, at hinar tríggjar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, Hovs, Porkeris og Sumbiar Kommuna, hava givið munnliga tilsøgn um at taka undir við tí eisini.

Tað kostar Suður- Vestur Samtakinum 472.000 krónur at seta hetta í verk.

Kommunurnar í Vágum, og tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, býta útreiðslurnar í helvt, so at suðuroyingar betala 236.000 krónur og vágafólk betala 236.000 krónur.

Parturin hjá Vágs Kommunu verður 141.000 krónur.


Meiri formligt

Ætlanin er eisini at gera samstarvið í Suður-Vestur samtakinum meiri formligt.

Higartil hava vágafólk og suðuroyingar valt hvør síni fýra fólk í eitt slag av nevnd.

Men nú er ætlanin at velja eina veruliga nevnd við formanni og skrivara, og oljuráðgevarin kemur so at standa til svars fyri nevndini fyri tað, hann ger, og nevndin skal leggja linjurnar fyri arbeiðnum.

Afturat teimum, skulu vágafólk og suðuroyingar velja hvør síni tvey kommunufólk í nevndina, umframt hvør síni tvey umboð fyri vinnulívið.

Vágbingar halda, at hetta er ein betri, og helst fult so bíligur máti, at fylgja við í tí, sum hendir í oljuvinnuni, heldur enn at býráðslimir sjálvir skulu royna at fylgja við.

Vágbingar skulu velja formannin og vágafólk skulu velja skrivaran.