tað fyri nakað, at øll skulu hava eins jólapynt. Hví skulu vit hava lilla jólapynt, tí bløðini siga tað. Ongin torir at brúka sítt gamla jólapynt, sum børnini til dømis hava gjørt, sigur Armgarð Arge, sum [...] tað er onki stuttligt. Soleiðis hava nógv hugsað sambært Armgarð Arge, sum í morgun helt seg hava fingið allar sínar fordómar váttaðar. - Tað er løgið, hvussu fólk hava reagerað. Tað virkar sum, at fólk [...] fólk als ikki vita, at tað ber til at hava humor, tá mann eisini tosar um gud, og tí er tað veruliga stuttligt at síggja allar mínar fordómar, sum onnur hava um meg verða váttaðar í morgun. Tað skriðar í
aftíð var serstakliga barngóður og tað hava børn og barnabørn hansara notið gott av. Móðir Arna Evi, var ein sterk kvinna. Eftir at hon hevði mist mannin læt hon hús teirra í Høvdanum í Porkeri taka niður [...] fall Arna lætt at skriva og tá hann hartil eisini var talkønur, gjørdist hetta ein sterkur eginleiki innan tey fakøki, hann kom at starvast í. Bæði reiðarar og manningarfeløg hava notið gott av tí vitan, ið [...] tali. Tá Arne hevði fingið staðfest sjúkuna avgjørdi hann at fara ein túr til Suðuroyar, fyri at ganga túrin út á Porkerisnes. Har hevði hann ongantíð verið síðani feigdardagin 22. juli 1952, tá hann misti
Arnfríð V. Hentze fortelur, at orsøkin, til at tað blivu júst tey bæði, er einføld. - Vit hava tað gott saman. Hava felags áhugamál, og so haldi eg, at kemiin er bara har, sigur Arnfríð V. Hentze og heldur [...] eitt kent andlit um nærum allar Føroyar, tá hon saman við trimum øðrum persónum var partur av sjónvarpssendingini Fólksins Rødd. Tvey ár eru liðin, síðani vit seinast sóu Arnfríð V. Hentze á sjónvarps [...] mjólkineyt, gæs og hundar, og tá eg ikki fáist við kríatúrini, eri eg heima og geri tað húsliga arbeiðið, so eg keði meg á ongan hátt, sigur Arnfríð V. Hentze, sum henda dagin, tá Sosialurin vitjar, skal seyma
grótið. Nú dámar mær so øgiliga væl grót, góð motiv, men tá virkaði tað so óhugnaligt, so man kann broytast. Vit hava ongar skógir, ístaðin hava vit fjøll og bjørg. Tummas Arge málaði eisini grót, men hann [...] framsýningar tá. Eg visti púrasta onki um list tá, hevði ikki verið á museum. So var eg á listaskeiði í 59 hjá Ingálvi av Reyni, Jack Kampmann og Janusi Kamban, tá fekk eg meira at vita um list. Vit málaðu [...] upplagdur tá, tað var ró yvir tí heila. Tað er gott at hava musikk afturvið tá ið eg máli. Útvarpið plagar at standa frá, tað hevur ein virkning, eg blívi í betri lag. Tað blívur eisini øðrvísi tá man eldist
hevur altíð verið stórur, og nógvar hava løturnar verið, tá ið søgumaðurin Arnold segði frá bæði í skúlanum og heima við hús. Tá er hann umbroyttur í sini vitan, og vit onnur, sum bert vita eitt dism av [...] á Skarðinum flestu ferðir. Myndin av fólki, sum hava gingið hesar leiðir dag um dag og ár um ár, er tær í huga. Farleiðin, har forfedrar okkara gingu, tá ið farið varð á fjall, til neytar, í torv, og ørindi [...] fjálgt og hugnaligt á summrið - men sanniliga eisini kann tað bíta frá sær á hávetri, tá ið landnyrðingurin hvessir á tonn, tá er ikki tespiligt á Skarðinum. Her uppi situr tú í tínum egnu tonkum og hugsar.
lívið. Í veruleikanum eru tey meira føroyingar enn vit onnur. Meðan vit eru fødd til tað, so hava tey valt tað! Tað kunnu vit bert vera fegin um. Tey hava verið við til at ríka okkara samfelag. Hetta er ikki [...] vildi hann ikki hava hetta út áðrenn føðingardagin. Men fyri tað skal hann hava eina heilsan í samband við henda stóran dagin. Sheila og Arne eru nøkur av teimum mongu tilflytarum, sum hava ríkað okkara samfelag [...] smávegis avrik Tey hava eisini havt áhuga fyri politikki, og her er Arne framvegis virkin viðvíkjandi bústaðarpolitikki. Sandur hevur eitt serligt pláss hjá Arna og Sheilu. Her hava tey eisini hús, og Sheila fær
áhugaverd. - Vit skulu fáa Norðuratlants Bryggjuna at lýsa upp í havnarlagnum. Sum tú sjálvur sært, so liggja húsini sera væl fyri, og vit merkja longu, hvussu stóran áhuga fólk hava í hesum húsum. Tá vit skuldu [...] úr Útnorðri, tá samstarvið kom í lag. - Okkara fakliga støði brynjar okkum væl til avbjóðingina, vit hava væl útbúgvið fólk við góðum royndum og kunnleika til marknaðin í Keypmannahavn. Vit duga at skapa [...] øki fyri okkum, so hava vit longu skapt eitt sterkt netverk við eitt nú plátufeløg og onnur innan fyri tónleikavinnuna í hesum londunum. Tann kunnleikin, ið vit ikki havam kunnu vit fáa gjøgnum hesar
kunnu vit menna sambandið millum handils og mentanargøturnar í býnum, vit kunnu fjálga og fjølga um gongu og súkklufólkið, og tá skapa vit ítøkiligt grundarlag fyri mentanarligari menning. Vit eiga [...] ymiskt innihald. Vit fáa t.d. eitt veruligt ráðhúspláss, vit fáa eitt natúrligt marknaðarpláss, pláss fyri gøtusjónleiki, tónleiki og framførslur, men fyrst og fremst fáa vit eina miðju sum er ætlað [...] í góðveðri at njóta sólina og býin tá ið veðrið er gott. Við bilarnar haldi eg, at vit skulu gera við, eins og Pál Weihe mælir til at vit gera við roykjararnar. Vit skulu minka um rásarúmið hjá bilunum
eftir samlaðu búskaparstøðuni, og at vit royna at koma so nøkurlunda av høga aldukambinum, sum vit hava riðið á í nøkur ár, og royna at konsolidera okkum sum frægast. At vit eru á veg niður í aldudalin er væl [...] søguliga skyldu at verja borg á vælferðarøkinum – vit kunnu og eiga ikki lata um okkum ganga, at sosialdemokratiska vælferðarsamfelagið, sum vit hava skapt, verður knúst av einari eirindarleysari nationalismu [...] skálvíksingurin segði “har eru grundstykkini ikki tey bíligastu” – og tá talan er um at pynta sokallaða “uttanríkisráðharran” við lántum fjarðum, tá tróta pengarnir ikki! Nyttuna tosi eg ikki um. Førdu miðflokkafólk
hevur verið so nógv upptikin, má eg siga, at vit børn altíð hava staðið henni fremst, og gera tað framvegis, børn, svigarbørn, barnabørn og langommubørn øll hava vit okkara serliga pláss í hennara hjarta, og [...] tuberklunum, men børnini vóru tá mestsum undankomin. Asta flutti aftur til Oyrarbakka sum 16 ára gomul, tá mamman, sum hon ikki hevði sæð í 8 ár, endiliga kom aftur. Hon byrjaði tá at arbeiða í handli á Oyrarbakka [...] tey klár at flyta inn í, tá ið tey giftust. Tá byrjaði ein nýggjur partur av lívinum hjá Astu, tí nú skuldi hon frá degi til annan vera sandingur. Sandsbygd var tá í tíðini langt burtur frá Oyrarbakka, Michael