Rættleiðing: Eg má viðganga at eg bleiv bæði ovfarin og vónbrotin av at lesa lesarabrævið hjá Anniku Olsen býráðslimi um miðbýin og Asfalt. Ikki av innihaldinum sum so, man kann ikki vera ósamdur í, at føroyski tónleikapallurin er framúr góður eins og at tiltakið var sera væl fyriskipað.
Eg veit at vit báðar, og mong onnur við okkum, eru púra samd um, at økið millum Hotel Tórshavn/Sjómansheimið og Posthúsbygningin hevur nakrar einastandandi møguleikar fyri miðbýin, bert tað verður skipað og brúkt rætt.
Tað sum harmar meg er, at Annika Olsen skrivar, at býráðsamgongan hevði ætlanir um at byggja ein stóran skrivstovubygning og býráðssal á hesum øki. Hetta er ikki rætt, og tað veit Annika Olsen fullvæl, tí tríggjar kvinnur í samgonguni atkvøddu ímóti uppskotinum.
Áðrenn málið kom fyri býráðið, hevði tað verið til viðgerðar í fíggjarnevndini. Teir tríggir limirnir úr samgonguni, og teir báðir úr andstøðuni vóru samdir um at leggja uppskotið fyri býráðið um at bygningur skuldu byggjast á økinum. Málið var ongantíð viðgjørt í samgonguni.
Tá málið kom fyri á býráðsfundi 27. apríl var eg tann fyrsta ið tók orðið, og eg grundgav fyri hví eg ikki kundi taka undir við ætlanini. Síðani tók Annika Olsen orðið, og hon hevði somu støðu sum eg. Hetta var eg sera fegin um. Tá ið atkvøðast skuldi um málið var meiriluti ímóti og eg kann til stuttleika nevna at útav seks kvinnum atkvøddu fimm ímóti. Sostatt vóru tað kvinnurnar ið fingu steðga ætlanini og ikki samgongan ella andstøðan. Annars er hetta ikki nakað nýtt mál. Tankin hevur javnan verið frammi, og eru tað fleiri politikarar og embætisfólk sum halda, at hetta hevði verið tað rætta at gjørt, eisini partamenn hjá Anniku Olsen.
Fyri einum árið síðani, á mentanarnáttini 2005, var eg av Miðlahúsinum biðin um at hugleiða um mentan. Eg valdi at hugleiða um býarmenning, og ein partur av hugleiðingunum vóru júst um hvussu vit betur kunnu skipa miðbýin, har eg vísti á, at vit eiga at umskapa økið millum Hotel Tórshavn og Posthúsbygningin. Tað sum eg segði hetta kvøldið var m.a.:
Vaglið, sum flest øll helst eru samd um er tann fysiska miðjan, virkar í dag meiri sum eitt tómt hol. Ráðhúsplássið er eitt parkeringspláss, og tað einasta torgið í býnum liggur uppi í SMS. SMS hevur avgjørt sítt virði, men sum tey sjálvi siga haruppi, so er tað ein býlingur í Havn, og ikki miðbýur.
Skal miðbýurin styrkjast, haldi eg at tað mest natúrliga er at ganga út frá Vaglinum. Vit kunnu skapa eitt torg hæddum, sum bindur saman N.Finsensgøtu, og Tinghúsvegin, við mentanargøtuna í Tórsgøtu, soleiðis at henda fysiska miðjan í býnum, hjartað í býnum, eisini gerst tann mentala og mentaða miðjan. Í dag virkar Tórsgøta eitt sindur bakgøtulig, men á henda hátt verður hon latin upp og tá ið nú Tórsgøta er vald at vera mentanargøtan fram um aðrar, kemur tað eisini at merkja at tað verður latið meiri upp fyri mentanini í Havn.
Eitt sovorðið torg kann fáa alt møguligt ymiskt innihald. Vit fáa t.d. eitt veruligt ráðhúspláss, vit fáa eitt natúrligt marknaðarpláss, pláss fyri gøtusjónleiki, tónleiki og framførslur, men fyrst og fremst fáa vit eina miðju sum er ætlað gongufólki framum bilar.
Tað einasta óhepna, haldi eg, við hesum hugskoti er, at veðrið í Føroyum stundum er so ómentað sjálvt á summartíð, at tað viðhvørt illa riggar at hugna sær og framføra úti. Tí kundi ein loysn møguliga verið at torgið var lutvíst innilokað. Ein yvirvaksin útistova ella okkurt tílíkt. Sólargangurin er annars einastandandi júst her, og er tað tí eitt upplagt stað at savnast í góðveðri at njóta sólina og býin tá ið veðrið er gott.
Við bilarnar haldi eg, at vit skulu gera við, eins og Pál Weihe mælir til at vit gera við roykjararnar. Vit skulu minka um rásarúmið hjá bilunum, og virða rættin til eitt bilfrítt umhvørvi.
Hetta haldi eg verða mentanarbæti sum munar. Við at taka aftur tey 14 parkeringsplássini á vaglinum, og tey 10 í Tórsgøtu, niðanfyri vaglið, og gera eitt torg ístaðin, kunnu vit menna sambandið millum handils og mentanargøturnar í býnum, vit kunnu fjálga og fjølga um gongu og súkklufólkið, og tá skapa vit ítøkiligt grundarlag fyri mentanarligari menning.
Vit eiga at hava í huga at býurin fer at vaksa. Í dag búgva um 19.000 fólk í kommununi, og tað tykist sum alt fleiri hava hug at flyta henda vegin. Tað haldi eg er at fegnast um, tí eitt størri fólkagrundarlag gevur nógv betur møguleikar, ikki minst fyri mentanarligum tilboðum. Men fleiri fólk og fleiri tilboð, krevja eisini ein størri og betri miðbý. Tí umráðandi at vit taka okkum saman og endurskapa ein bý við einari rættari miðju. Tá tað er gjørt, er lagamanni at lata miðbýin breiða seg, út eftir Skálatrøð, og hvør veit, um nøkur ár verður kanska eisini møguligt at lata miðbýin breiða seg út eftir keiini, so vit aftur fáa eitt havnaumhvørvi sum fólk kunnu trívast í, í Havn. Men vit hava eisini brúk fyri grønum økjum í býnum, miðbýarlundir og parkir. Vit eru ikki heilt fyri ongum í so máta. Viðarlundin er sjálvandi býarpark, og so hava vit eisini Skansan, grøna økið á Glasheyggi, og Græsagarð. Men eg haldi at hesi økini eisini líkasum sløðast einsamøll runt í býnum. Tað eru ov fáir streingir sum leiða frá miðbýnum til grønu lundirnar, og eina ferð enn er tað tí at sjálvur miðbýurin ikki hevur eina rætta miðju, og tí at bilarnir sleppa at fylla ov nógv.
Øll mentan hevur eina rúmliga dimensjón, og tí ivist eg onga løtu í, at mentanin verður styrkt tess meiri tilvitað vit gerast um umhvørvið í býnum. Tí vil eg biðja tykkum mentaði fólk, at taka býarumhvørvið meira við í kjakið um mentan og hjálpa Havnini til at finna seg sjálva.










