Tann 11. august fylti Arne J. Arnskov 90 ár. Tí skuldi henda greinin verið skrivað fyrr. Men so beskeðin Arne er, vildi hann ikki hava hetta út áðrenn føðingardagin.
Men fyri tað skal hann hava eina heilsan í samband við henda stóran dagin. Sheila og Arne eru nøkur av teimum mongu tilflytarum, sum hava ríkað okkara samfelag, so tað forslær.
Søgan hjá teimum er rættiliga kend frá teimum áhugaverdu útvarpssamrøðunum við tey. Tí skal ikki nógv takast upp aftur. Arne er dani og Sheila er skoti. Tey hittust tilvildarliga á eini studentaferð í Hollandi fyri nærum 60 ár síðani, og tey giftust 11. juli 1943.
Tað er úti við 50 ár síðani, at Arne søkti starv á ríkisumboðnum. At byrja við segði Sheila korta nei til hetta. Hon kendi bert Føroyar veðurfrásøgnunum við teimum áhaldandi lágtrýstunum. Men so fór Sheila at lesa bøkur um Føroyar, og tá var skjótt leyst og liðugt.
Arne tók við starvinum í Føroyum 1. februar 1964. Sheila og teir tríggir synirnir Michael, Carsten og Torkil komu nakrar mánaðar seinni.
Og í Føroyum blivu tey bæði verandi. Meðan onnur líknandi embætisfólk vanliga eru farin aftur til Danmarkar eftir eitt stutt áramál, so valdu tey bæði ikki bert at halda fram at arbeiða í Føroyum fram til pensjónsaldur, men eisini at búsetast her fyri lívið. Í veruleikanum eru tey meira føroyingar enn vit onnur. Meðan vit eru fødd til tað, so hava tey valt tað!
Tað kunnu vit bert vera fegin um. Tey hava verið við til at ríka okkara samfelag. Hetta er ikki minst, tí tey eru so dámlig og positiv fólk, sum altíð eru við tí góða orðinum.
Tey eiga eisini sín part í vanliga samfelagsvirkseminum. Ikki minst hava tey verið virkin innan føroysku deildina av Amnesty International. Har er eisini enska málið hjá Sheilu komið til góðar.
Hesin teirra áhugi vísir eisini teirra menniskjasýni. Av øðrum virkisøkjum kann nevnast, at Sheila hevur eisini verið virkin í eldraráðnum í Havn sum
varalimur.
Arne hevur verið og er enn virkin radioamatørur og er á henda hátt komin í samband við nógv fólk víða hvar.
Eftir at vera fráfarin var Arne í mong ár virkin innan fyri okkara lógarverk at fáa allar føroyskar lógir útgivnar. Hesar taldu ikki færri enn sjey bind. Hetta hevur ikki verið smávegis avrik
Tey hava eisini havt áhuga fyri politikki, og her er Arne framvegis virkin viðvíkjandi bústaðarpolitikki.
Sandur hevur eitt serligt pláss hjá Arna og Sheilu. Her hava tey eisini hús, og Sheila fær stjørnur í eyguni, tá ið talan er um Sand. Tí eru tey nógv har.
Sonurin Michael var sjey ár, tá ið hann flutti til Føroyar. Hann er verkfrøðingur og er giftur í Danmark. Karsten, kendur frá kringvarpinum, var fýra ár. Hann er giftur í Føroyum. Torkil, sum er tvey ár yngri, hevur føroyska konu og býr í Svøríki, men hann arbeiðir í Danmark sum verkfrøðingur. Fyri nøkrum árum síðani var eitt mál frammi, har Torkil ikki kundi fáa rættindi sum tann føroyingur, hann var, tí hvørki hann ella foreldrini vóru fødd í Føroyum. Lóggávan hevði ikki tikið hædd fyri, at ikki-føroyingar kundu búseta seg í Føroyum!
Barnabørnini eru átta í Føroyum, Danmark og Svøríki.
Tað skal verða ynskt Arna hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Vónandi koma vit at hava tykkum leingi afturat!
ój