Nú eru fyrireikingarnar til fíggjarlóg fyri 2009 í hæddini, og vegna ótryggu støðuna, sum valdað hevur í ár við ongari fíggjarlóg í ½ ár, óstabiliteti í politisku skipanini, dýru oljuni, hækkandi matvøruprísum, hækkandi rentu v.m., so kemur fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen í fjølmiðlarnar, og fyrsta hann boðar frá, er, at nú verður farið undir at yvirtaka serforsorgina fyri 117 mill. kr., meðan allir almennir stovnar rópa í kór um vantandi játtanir! Hetta var so Karsten’sa svar til sjúkrahúsini, skúlarnar, almannastovuna o.s.fr. Ófatuligt! Einasti landsstýrismaður sum fekk játtað heili 14 –15% í meirjáttanin á verandi fíggjarlóg, meðan hini ráðini fingu “allernådigst” 1 – 3%, var fyrrverandi vápanfelagin hjá Karsteni, Høgni Hoydal. Og játtanin skuldi brúkast til sokallaðar “ambasadur” í New York, Moskva og Tokyo – eg sigi sum skálvíksingurin segði “har eru grundstykkini ikki tey bíligastu” – og tá talan er um at pynta sokallaða “uttanríkisráðharran” við lántum fjarðum, tá tróta pengarnir ikki! Nyttuna tosi eg ikki um.
Førdu miðflokkafólk seg ikki annars fram í valstríðnum, ja, haldið tykkum fast, við slagorðinum, um “at fáa hjartað” inn aftur í føroyskan politikk – hann hevur ikki gjørt annað, síðani hann kom út á Argir, enn at mótarbeitt Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, í hansara ótroyttiliga stríði fyri at bøta um almanna- og heilsumálini í hesum landi – eykajáttanin upp á 30 mill. til øll trý sjúkrahúsini er ikki komin upp á pláss enn, við teimum ógvusligu fylgjum, hetta fær og fer at fáa fyri tey, sum tørva hjálp, takkað veri Karsteni!! (Jenis tegir og samtykkir?!)
Øll tekin í sól og mána vísa, at búskapargongdin er okkum ikki til vildar í løtuni – og tí er sjálvandi neyðugt, at hugt verður sera neyvt eftir samlaðu búskaparstøðuni, og at vit royna at koma so nøkurlunda av høga aldukambinum, sum vit hava riðið á í nøkur ár, og royna at konsolidera okkum sum frægast. At vit eru á veg niður í aldudalin er væl ongin í iva um, ella? Fíggjarmálaráðharrin, sum stendur á odda í grundleggjandi arbeiðinum at snikka eina fíggjarlóg til til næsta ár, hann er sum sagt komin við einum einasta politiska boðskapi, og tað er at skerja fíggjarlógina við 117 mill! Eg, sum helt, at vælferðin var fremsta mál hjá hesi samgongu, allir flokkar høvdu bleytu virðini fremst á skránni til valið fyri ½ ári síðani, men nú er loysnin at skerja blokkin, og so mega allar hinar kontoirnar á fíggjarlógini laga seg (les: skerast niður!) sambært niðurskurðinum! Og so gloyma vit alt um bleyt virði í navni nationalismurnar! At minka um inntøkusíðuna á fíggjarlógini, sum í høvuðsheitum bert hevur skatt, toll og blokk at líta á, og har blokkurin er konstantur, meðan bæði tollur og skattur eru fyri niðurgangandi, tað er loysn fíggjarmálaráðharrans.
Arbeiðir maðurin bert fyri einum systemi sum er = loysing, og hevur púrasta gloymt, at mannalagnur, stovnar o.a. eru aftan fyri hvørja einastu konto á fíggjarlógini? Somu loysingarfólk gleðast annars um studning úr ES til gransking í Føroyum! Óskiljandi og ólogiskt.
Gleðiligt at Javnaðarflokkurin ressast við og minnir á at reka ein ábyrgdarfullan politikk. Javnaðarflokkurin hevur eina søguliga skyldu at verja borg á vælferðarøkinum – vit kunnu og eiga ikki lata um okkum ganga, at sosialdemokratiska vælferðarsamfelagið, sum vit hava skapt, verður knúst av einari eirindarleysari nationalismu, sum er asosial í hvørjum skapi, hon enn fjalir seg.