Arnfríð bóndast í Gøtu

- Hetta er sum at koma á eina aðra planet. Nakað av tí fyrsta, eg gjørdi, var at keypa mær ullint undirklæði, tí her er so nógvar ferðir kaldari enn í Sumba. Burtursæð frá kuldanum, so trívist eg væl. Tað sigur bóndakonan Arnfríð V. Hentze, sum er flutt úr Sumba til Syðrugøtu, har hon nú bóndast saman við unnustanum

Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo

Hon gjørdist eitt kent andlit um nærum allar Føroyar, tá hon saman við trimum øðrum persónum var partur av sjónvarpssendingini Fólksins Rødd.
Tvey ár eru liðin, síðani vit seinast sóu Arnfríð V. Hentze á sjónvarpsskíggjanum, har hon segði sína hugsan um alt frá politikki, til hvussu tey føroysku mannfólkini eru nakrir mammudreingir.
- Eg fekk ótrúliga nógvar viðmerkingar frá fólki, um sumt av tí, eg tosaði um í sendingunum. Sjálvt um tað fyri tað mesta vóru positivar viðmerkingar, var eisini onkur, sum ikki dámdi tað, eg segði. Men eg eri, sum eg eri, og so mugu fólk taka tað, sum tey vilja, sigur Arnfríð V. Hentze.

Fann sjeikin á Kjøtkvøldi
Ein og vit kenna hana úr sjónvarpinum, er hon eisini í dag væl skorin fyri tungubandið, rokalig og fyrikomandi. Men okkurt er broytt. Arnfríð V. Hentze hevur funnið sær ein unnusta, Líggjas Húsgarð.
Tey hittust fyrstu ferð á stóra Kjøtkvøldinum á Hotel Føroyum í mars mánaði í fjør og blivu væl. Arnfríð V. Hentze fortelur, at orsøkin, til at tað blivu júst tey bæði, er einføld.
- Vit hava tað gott saman. Hava felags áhugamál, og so haldi eg, at kemiin er bara har, sigur Arnfríð V. Hentze og heldur fram:
- Líggjas spurdi meg einaferð í fjør, um eg ikki kom at hjálpa sær við kríatúrunum í Syðrugøtu, og ja, nú eri eg her, fortelur Arnfríð V. Hentze og flennir. Hóast lívið í Sumba var gott, dámar henni betur gerandisdagin í Syðrugøtu saman við unnustanum.
- Eg tímdi ikki at vera einsamøll longur, og seyðhaldið, sum eg hevði har suðri, lønti seg ikki. Harafturat eru børnini flogin úr reiðrinum, so alt passaði bara væl, sigur Arnfríð V. Hentze, sum hevur búleikast í Syðrugøtu síðani august mánað í fjør.
Húsini í Sumba hevur hon tó framvegis, og hon plagar eisini av og á at ferðast suður at vitja familju og kenningar. Men størsta partin av tíðini bóndast hon norðanfjørðs.
- Her eru seyðir, mjólkineyt, gæs og hundar, og tá eg ikki fáist við kríatúrini, eri eg heima og geri tað húsliga arbeiðið, so eg keði meg á ongan hátt, sigur Arnfríð V. Hentze, sum henda dagin, tá Sosialurin vitjar, skal seyma rullipylsur.
Nýggja lívið í Syðrugøtu hóvar henni væl, og hon heldur eisini at hon er ein góð hjálp fyri unnustan.
- Sum bóndi í dag skalt tú dokumentera alt, sum tú gert, ið sambandi við festið, og tí brúkar tú nógv teldu og internet. Júst tí partinum er Líggjas ikki so stinnur í, meðan tað fellur mær lætt at skriva inn á telduna og brúka internetið. So á tann hátt kann eg eisini hjálpa honum við garðinum.

Áhugin var stórur
Arnfríð V. Hentze dylur ikki fyri, at áhugin fyri hennara persóni var rættiliga stórur, ta tíðina hon var at síggja í sjónvarpinum. Serliga vóru tað mannfólkini, ið vístu henni áhuga.
- Brádliga byrjaðu menn at ringja og skriva til mín á Facebook, og tað vóru ikki smávegis tilboð, teir komu við. Onkur bjóðaði seg fram at venja hundarnar hjá mær, meðan onkur annar segði seg vilja hjálpa við seyðahaldinum. Eisini vóru tað nakrir sum fortaldu mær, hvussu nógvar pengar teir áttu, men nei, eg ignoreraði øll hasi tilboðini og tók tað ikki so seriøst, fortelur Arnfríð V. Hentze, sum tó valdi at taka av tí eina tilboðnum, ið kom úr Syðrugøtu. Men umframt at fortelja, at hesin bóndin bað hana koma at hjálpa sær við garðinum, er Arnfríð V. Hentze heldur gátufør um nýggja parlagið.
- Eg veit ikki, hvat eg skal fortelja, vit eru ikki so nógvir bóndir í Føroyum, og vit, sum eru, vita av hvørjum øðrum, og ja, soleiðis er tann søgan, fortelur Arnfríð V. Hentze loyndarfull.
Spurd, hvussu tað var brádliga at vera ein almennur persónur í Føroyum, svarar Arnfríð V. Hentze, at hon ikki gav sær stórvegis far um tað. Men hon merkti væl, at fólk kendu hana.
- Tá fólk sóu meg ella hoyrdu málið í mær, vistu tey, hvør eg var, og komu yvir til mín at práta um tað, tey høvdu sæð í sjónvarpinum. Tað var bara stuttligt, fortelur Arnfríð V. Hentze og leggur afturat:
- Men eg hugsaði ikki um, at eg var eitt kent andlit. Eg eri ein opin persónur og havi ikki trupulleikar við at skula tosa við fólk, eg ikki kenni.

Saknar Sumba
Skiftið frá Sumba til Syðrugøtu hevur verið lætt fyri Arnfríð V. Hentze.
- Eg kann fyri so vítt búgva allastaðni, bara eg havi fjøll og brim, har eg, og tað havi eg her, sigur Arnfríð V. Hentze og hyggur út gjøgnum vindeygað, haðani hon sær út yvir Gøtuvík.
- Einki er sum at leggja seg at sova til ljóðið av brimi. Tað kundi eg í Sumba, men tað kann eg eisini her norðuri, sigur Arnfríð V. Hentze.
Hon dugir væl at síggja, at tað eru ymsir fyrimunir við at búgva í Syðrugøtu.
- Alt er so sentralt, og tú skalt ikki brúka langa tíð fyri at fara í onkran stóran handil. Og so kanst tú eisini fara ein túr til Havnar mitt um dagin. Í Sumba ert tú meira avskorin frá øllum, heldur Arnfríð V. Hentze, sum tó eisini saknar heimbygdina.
- Eg sakni umhvørvið í Sumba og sjálvandi eisini fólkini har suðuri, men eg geri mær onkrar túrar suður viðhvørt, so at saknurin ikki gerst alt ov stórur, sigur Arnfríð V. Hentze.

Stórar ætlanir við ferðavinnu
Í Sumba fekst Arnfríð V. Hentze nakað við ferðavinnu, sum henni dámdi ógvuliga væl. Hon hevur kortini ikki slept ferðavinnuni heilt, tí longu nú hevur hon stórar ætlanir, um hvussu hon kann vera við til at menna ferðavinnuna í Syðrugøtu og har um leiðir.
Til garðin hoyrir eitt 120 ára gamalt hús til, sum Arnfríð V. Hentze heldur avgjørt kann draga ferðafólk til bygdina.
- Húsið hevur eina áhugaverda søgu, og eg ivist ikki í, at tað hevði verið stuttligt hjá ferðafólki at komið inn í húsið og sæð og hoyrt, hvussu føroyingar búleikaðust í gomlum døgum, greiðir Arnfríð V. Hentze frá og heldur fram.
- Fyrr bleiv eisini dansað inni í húsinum, so hví ikki fingið fólk at dansa føroyskan dans inni her fyri útlendingum, sigur Arnfríð V. Hentze hugfangað.
Hinumegin vegin, har aldagamla húsið liggur, er eitt fjós, sum er nakað yvir 100 ár, og sum somuleiðis hoyrir til festið. Arnfríð V. Hentze sær eisini stórar møguleikar við gamla fjósinum.
- Fjósið kundi saktans verið brúkt til konserthølið, framsýningar av ymsum slagi, og tað hevði eisini borið til at havt okkurt, sum minti um eina kafé inni í fjósinum, sigur Arnfríð V. Hentze, sum ikki ivast í, at Syðrugøta hevur stórar menningarmøguleikar, hvat ferðavinnu viðvíkur.
- Hvør veit, kanska eg longu í summar kann bjóða føroyingum og útlendskum gestum til ein drekkamunn inni í fjósinum, sigur bóndakonan úr Sumba, sum nú bóndast í Syðrugøtu.