tingformaður. Vit hava spurt hann hví hann heldur tað verða so neyðugt, at tingið fer til hús beint nú, og ikki gevur sær betri stundir at arbeiða við málunum, sum fleiri tingmenn halda verða skrumblað [...] Tað er gamal siður, at tingið fer til hús dagin fyri flaggdagin og tað haldi eg at vit eiga at halda fast við. Hyggja vit eftir londunum kring um okkum, so er skipanin tann sama, bara við tí undantaki, at [...] so, at tingmenn brúktu summarfrítíðina at gera alt annað enn politiskt arbeiðið, men hesum sleppa vit undan nú. Ov seinir við aðalorðaskiftunum Tingformaðurin er annars væl nøgdur við tingsetuna, sum nú
Aksel taka undir við hesum. - Vit føla ofta, at vit biðja um eina olmussu, og at vit eru mótpartar. Einki, ið vit hava søkt um, hevur tikið undir fýra mánaðir at fáa ígjøgnum. Vit hava fingið flestu ting ígjøgnum [...] okkum ímóti einum múri, halda vit á at stríðast. - Tá ið vit hava verið á skeið í Danmark, hava vit veruliga kent, at tey, ið vit hava verið í holt við, hava verið har fyri okkum, og ikki øvut, sum tú følir [...] ótrúliga klossut og tung. Tað endar ofta við, at vit ikki tíma at bíða longur og tí sjálvi fara undir at útvega okkum tað vit skulu brúka. Hví so er, halda tey kann vera, at málsviðgerðararnir ikki vita
Og greiðar linjur fáa vit ikki fyrr enn londini veruliga eru javnsett. Ikki fyrr enn vit vita, hvar vit standa. Ikki fyrr enn vit samstarva við danir á jøvnum føti. Ikki fyrr enn vit - eins og Danmark og [...] Í Sosialinum 1. apríl undrast Hanus Andreassen á, hví Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki samstarva um sjálvstýrispolitikkin. Tað mátti ikki verið so ómøguligt at nærkast hvørjum øðrum, skrivar [...] skulu varðveita - kanska vaksa um - samstarvið við Danmark, Norðurlond og kanska umheimin sum heild?. Vit eru fleiri enn Hanus, sum undrast. Tí tað er, sum hann sigur. Javnaðarfloksins stevnumið samsvara næstan
av og á, hevði savnað eitt stórt úrval, og helt tað vera eina roynd vert at halda fram. Eg fann út av, at tað lá væl fyri. Vit hava átt ov lítið av klassiskum bókmentum á føroyskum. Janus Djurhuus, Pól [...] mínum íkasti, og vit eiga nú eitt fjølbroytt úrval av klassiskum yrkingum á føroyskum. - Sjálvur fái eg nógv burtur úr at týða, tí eg fái góða venjing í at arbeiða við bundna forminum. Vit hava ikki áður [...] hann, og tað havi eg roynt at arbeitt eftir síðstu árini hóast eitthvørt onkuntíð kemur undan kavi. Hví hevur tú gjørt tað valið? - Kanska tí, at eg innast inni ikki eri so atfinningarsamur. Eg vil leggja
gjørt sær nakrar hugsanir um eina framtíð innan tónleikin. Teir báðir lærararnir Stammen og Jóhannes halda tað heldur ikki vera lív at liva sum konsertpianist til dømis. Tá livir ein í einum kufferti og ferðast [...] Fleiri hoyrdu hann, men sera trupult er at sleppa framat í klaverundirvísingini. Tá onkur spurdi, hví Dánjal ikki heldur leikti klaver, segði hann, at rúm var ikki fyri honum. At enda bar tó til. Dánjal [...] tónleikaslag. Men aftanfyri liggur altíð hart arbeiði, um ein skal gerast góður. Hvør veit, kanska eiga vit dugnaligar jazzpianistar í Føroyum um nøkur ár Jóhannes og Stamen meta, at teirra uppgáva er at geva
tóku fleiri føroyingar til orðanna um okkara matsið. Vit eru komin hartil, at føroyski forni matsiðurin er um at hvørva og samstundis helt onkur, at vit áttu at gera nógv meira burtur úr frálíka føroyska [...] stream music? Hetta er ídnaðartónleikur, sum vit síggja nógv av í MTV. Tónleikabólkarnir verða samansettir ella designaðir til tann tørv marknaðarfólkini halda sølu verða í. Hinvegin leita plátuútgevarar [...] matur hava nakað felags. Men lyfta vit okkum eitt sindur upp um hann, er greitt, at tær ábendingar, sum gera seg alt meira galdandi saman við teimum tilráðingar vit hava hoyrt seinastu tíðina siga, at
hevur so rætt, kunnu vit spyrja. Eg eri sannførd um, at Várharra hevur einki ímóti, at kvinnur eru prestar. Tað kunnu ikki vera nøkur fá bíbliukøn, sum skulu gera av, hvat vit skulu halda og trúgva. - Fólkakirkjan [...] spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum tikið úr fornøldini. Ófatuligt, at nakar enn skal halda, at kvinnur ikki eins væl kunnu vera prestar sum menn. Somu fólk halda, at kvinnur [...] prestarnir í Føroyum hava einki gjørt ella sagt, sum fær meg at halda, at tær standa aftan fyri mannligu prestarnar. Tvørtur ímóti. Eg veit ikki, hví nakar heldur seg hava betri samband við Várharra enn nakar
at skriva undir Spurningurin er so, hví arbeiðsgevararnir skrivaðu undir ein sáttmála, sum teir halda er so høgur, at hann kemur vinnulívinum aftur um brekkur. ? Vit vóru noyddir at skriva undir sigur [...] ? Lønarhækkingin er ov stór og vit eru heilt avgjørt ikki fegnir um sáttmálan. ? Men vit vóru noyddir at skriva undir. Vilhelm M. Johhannesen sigur, at hann er ógvuliga ónøgdir við sáttmálan, sum Føroya [...] formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. ? Og tað vóru vit, tí politikararnir hava longu lagt støðið við teimum sáttmálunum, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum og sum hava verið sera høgir. Vilhelm
Hóast vit føroyingar alla tíðina hava kravt eina miðlinju, so eiga vit eisini at skriva okkum aftan fyri oyrað, at tað ongastaðni í altjóða lóg stendur, at eitt slíkt mark skal vera ein miðlinja. Frá 1958 [...] olja har eins góðir sum longur norðuri og eystari. Teir kunnu eisini vera betri. Men vit vita tað ikki í dag. Taka vit so tey kendu oljufeltini bretsku megin markið, Foinaven og Schiehallion serstakliga [...] fyri aðrari linju. Tann bretska miðlinjan tekur allar bretskar oyggjar og klettar við. Hetta hava vit ikki góðtikið, men tað er rætt at seta sær spurningin, um ikki dómarar í Haag høvdu tikið, um ikki
sama spurning kunnu vit seta í sambandi við Føroya sterkasta mann. Tað er nú einaferð so, at vit sum menniskju vilja halda við onkrum. Er talan um innanlendis kappingar, so halda vit við okkara felag, okkara [...] heimsins sterkastu monnum kunnu vit bert vera stolt av. Vit minnast øll, hvussu errin øll tjóðin var, tá føroyska fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki. Ein kundi spurt, hví gera so nógv hóvasták burtur úr [...] okkara bygd, okkara manni osfr. Er talan um millumtjóða kappingar, so halda vit við Føroyum osfr. Hetta hevur nakað við tjóðskap og identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður