Analysa

Nú marknamálið tykist at fáa ein enda kann verða áhugavert at

seta seg afturá og spyrja, hvat veruliga er hent í hesum drúgva

máli. Tað verða tað helst stundir til seinni, men her skal stutt

nemast við nøkur viðurskifti, sum kunnu hava havt týdning fyri

gongdina so ella so

Hóast vit føroyingar alla tíðina hava kravt eina miðlinju, so eiga vit eisini at skriva okkum aftan fyri oyrað, at tað ongastaðni í altjóða lóg stendur, at eitt slíkt mark skal vera ein miðlinja.

Frá 1958 konventiónini stendur, at mark skulu helst avsetast við avtalu. Fæst semja ikki so er miðlinjan galdandi uttan so at serstakar umstøður tala fyri aðrari linju.

Tann bretska miðlinjan tekur allar bretskar oyggjar og klettar við. Hetta hava vit ikki góðtikið, men tað er rætt at seta sær spurningin, um ikki dómarar í Haag høvdu tikið, um ikki allar so tó fleiri av óbygdu klettunum og oyggjunum í bretskum øki, við og harvið lagt seg meira eftir eini bretskari útgávu av miðlinjuni.

Hyggur tú eftir øðrum málum, so hevur tað verið ymiskt, hvat dómar byggja á slíkar klettar og sker og ikki. Argumenterast kann báðar vegir. Hóast dómstólurin møguliga kundi sagt, at bretar við at skjóta upp fiskimarksmiðlinju longu í 1977, hava avskorið seg frá at krevja meir, so kann tað væl hugsast, at ein dómstólur hevði sagt, at tá hugt verður eftir tí samlaðu geografiini millum Føroyar og Bretland, so er tann bretska miðlinjan kanska ein meira rímulig miðlinja enn tann føroyska. Hetta eru spurningar, sum ein má rokna við, at føroysku samráðingarfólkini hava tikið við í sínar metingar.

Hvat viðvíkur avtaluni, so er endaliga strikan í summum førum tann sama sum føroyska útleggingin av miðlinjuni, og í øðrum føri sum tann bretska útleggingin.

Vit kundu so eisini væntað, at bretar í eini sak fóru at leggja til grund fyri einum marki, sum er nærri Føroyum enn ein miðlinja, at Bretland hevur størri strandalongd enn Føroyar, nakað, sum dómstólurin hevur góðtikið í øðrum dómum. Hyggja vit t.d. eftir dóminum um mark millum Libya og Malta, so varð miðlinjan har flutt móti Malta, tí strandalongdin hjá Libya var longri.

Eitt týdningarmikið argument fyri avtaluni, ið løgtingið nú viðger, er m.a. at bretar ongastaðni fáa meira enn sína egnu miðlinju.

Eitt, sum telur nógv í øllum hesum, eru vónirnar til oljufund, og onkur hevur lagt avtaluna út sum um, at bretar fáa tey flestu áhugaverdu økini til olju. Hetta er ikki beint, verður fylgt við tí, sum oljufeløg og jarðfrøðingar annars hava sagt.

Vit eiga at gera okkum greitt, at orsøkin til, at tað verður so nógv fokuserað uppá Hvíta økið er tann, at her er er lítið og einki basalt, og tað merkir, at oljufeløgini hava fingið rættiliga nógva vitan um undirgrundina her. Eisini er hetta ein náttúrlig uppfylgjan av tí vitan, sum longu er fingin frá boringum út til Hvíta økið. At tað í løtuni ikki verður tosað so nógv um føroyska landgrunnin í øllum hesum er ikki tí, at møguleikarnir at finna olju og gass neyðturviliga eru nógv minni her, men orsøkin er tann einfalda, at basaltfláirnar eru so tjúkkar, at tað hevur verið torført at fáa neyva vitan um, hvussu tað sær út niðri undir basaltinum.

Tí er tað skeivt at siga, at tey mest áhugaverdu oljuøkini eru í tí Gráu sonuni sunnan fyri, og sum bretar fáa mest av. Sjálvandi kunnu møguleikar fyri at finna olja har eins góðir sum longur norðuri og eystari. Teir kunnu eisini vera betri. Men vit vita tað ikki í dag. Taka vit so tey kendu oljufeltini bretsku megin markið, Foinaven og Schiehallion serstakliga, so liggja hesi nærhendis økjum í Hvítu Sonuni, sum bæði føroyingar og bretar fáa atgongd til sambart avtaluna.

Tað, sum er vert at merkja sær í øllum hesum er ikki, hvør hevur fingið mest í tí sunnaru Gráu sonuni. Tað er tvørturímóti helvtarbýti av øllum tí Hvíta økinum, eitt øki, sum bretar annars upprunaliga í samráðingunum gjørdu krav uppá nærum alt sum tað var, men sum føroyingar staðiliga hava víst aftur.

Við tí vitan, sum bretar longu hava um økini bretsku megin markið og teimum boringum, sum eru gjørdar har, kann tað henda, at bretar - áðrenn vit føroyingar - kunnu gera fund í tí øki, sum teir fáa tillutað í avtaluni. M.a. kann tað vera hugsandi, at onkur boring, sum higartil er vorðin hildin loynilig, verður almannakunngjørd eftir avtaluna sum eitt veruligt oljufund, sum gongur frá bretskum øki og inn í ta grásonu, sum bretar hava fingið bróðurpartin av. Hetta er nakað vit verða noydd at taka við sum ein møguleika, men hann útilokar so ikki, at fund kunnu gerast í okkara øki nærhendis. Ein kann siga, at fund á hesum nýggju leiðunum birta bert vónir um, hvat kann finnast í okkara øki eisini.

Men tá vit nú líta aftur um bak, kann tað so ikki vera møguligt, at bretar upprunaliga kravdu so mikið nógv, fyri at teir nettup í eini samráðing kundu taka seg aftur til júst tað, sum teir ynsktu sær, nevniliga verandi avtalu - kundi verið spurt.

At royna at svara slíkum vil fyri tað fyrsta vera rein spekulatión. Tú kanst sjálvandi velja at halda, at bretar eru so royndir samráðingarmenn, at teir hava fylgt einum slagplani frá byrjan til enda.

Men fyri tann, sum hevur fylgt málinum øll hesi árini, stendur tað tó greitt, at tað bretar nú fáa er ikki meira ella kanska møguliga minni enn ein rættarsak vildi givið teimum í Haag. Hví so ikki fara til Haag, um teir kundu fingið meira burtur úr? Til tað er at siga, at heldur ikki teir eru sannførdir um, hvat ein sak vil geva teimum. Og ein sak vil gera, at tað ganga fimm ár, áðrenn nakað loyvi kann gevast í tí so áhugaverda Hvíta økinum. Her hevur helst oljulobbyin í Bretlandi trýst á stjórnina fyri at fáa eitt úrslit so ella so.

Tað kann jú eisini vera farið fram eitt politiskt skifti í bretsku stjórnini, sum er orsøkin til, at bretar brádliga tóku undir við miðlinjuprinsippinum. Nær tað er farið fram er ringt at siga, men tað kann vera við skiftinum frá teimum konservativu til Labour, sum hevur ynskt at fáa eina skjóta og kanska eisini virðiliga loysn fyri bæði londini. Føroyar eru jú ein granni, sum bretar kanska fáa nógv brúk fyri í framtíðini, ikki bert við olju fyri eygað, men eisini trygdarpolitiskt, og nú tosað verður um fullveldi, so kann tað hugsast, at stjórnin í Bretlandi ynskir góð viðurskifti við Føroyar.

Vert er eisini at bíta merki í sera avgjørdu støðuna hjá táverandi konservativa orkumálaráðharranum, Tim Eggar, einum av heykunum í konservativu stjórnini. Tá hann fór frá var eisini spurningurin um Friggfeltið, ið liggur tvørtur um markið, ein stórur trupulleiki. Bert tveir mánaðir eftir, at Tim Eggar fór frá, varð hetta málið loyst. So okkurt kundi kanska bent á, at hesin konservativi orkumálaráðharrin var ein partur av trupulleikanum, og hetta kunnu vit møguliga eisini yvirføra til ósemjuna við Føroyar eisini.

Tað er so eisini ein sannroynd, at eftir at Tim Eggard fór frá sum orkumálaráðharri, og tað var meðan Konservativi flokkurin framvegis stýrdi, kom eitt slag av naggatódn í málið. Tað var so eisini eftirmaður hansara, Lord Frazer, sum á einum fundi við ótolin oljufeløg, ið vildu hava eina loysn í marknaósemjuni við Føroyar, sissaði hesi við at siga, at innan ár 2000 fór marknamálið at verða loyst, og harvið kundi oljuídnaðurin fáa atgongd til Hvíta økið. Hetta er júst tað, sum hendir.

Tim Eggar fór frá í oktober 96, meðan Labourstjórnin tók við í mai árið eftir.

Um vit nú koma til ta niðurstøðu, at tað nettup er Tim Eggar, sum hevur verið meginmeinbogin fyri eini loysn á marknaósemjuni, so kann ein samtíðis siga, at bretska útspælið hevur ikki verið bluff ella taktikkur, men rætt og slætt ?policy? tvs. galdandi politikkur.

Tað, sum síðani hendi, var, at bretar lovaðu at koma við einum útspæli, sum føroyingar so bíðaðu eftir. Vegna val í bæði Føroyum, Danmark og Bretlandi kom hetta í drag, og tá tað so kom, var tað ein góðkenning av miðlinjuprinsippinum. So er spurningurin, um henda upplating frá bretskari síðu stóðst av tí sannroynd, at ein nýggj stjórn hevði tikið við - ella um hetta var nakað, sum konservativi eftirmaðurin hjá Tim Eggar longu hevði sett út í kortið. Hvussu og ikki, so førdi hetta til, at glið kom á málið. Tó hendi so tað, at táverandi løgmaður Edmund Joensen legði lok á málið og til endans fór til danska forsætisráðharran við tí. Men so kom stjórnarskifti í Føroyum, og tá kom so følari frá bretskari síðu til føroyingar um at fáa óformellar fundir millum samráðingarleiðararnar báðar. Hetta førdi so til núverandi úrslit.

Eingin ivi um, at hetta málið kann verða áhugavert at kanna fyri søgumenn seinni.