Málskjúttar: KÍF Durica Tomic 9, Jákup Dam 6(1), Regin Petersen 4, Iljan Topic 3, Petur Martin Poulsen 1, Kristian Madsen 1 H71: Finnur Hansson 9(2), Halgir Dahl Olesen 6, Bjarni Wardum 3, Peter Rosbach [...] annað enn nøgdir um dómararnar. Fríggjadagin átti KÍF aftur heimavøll. Aftur hesa varð talan um tap, og heldur ikki hesa ferð tóktust teir á heimaliðnum at vera serliga væl nøgdur um avrikið hjá svørtu monnunum [...] oman á móti favorittunum úr Hoyvík. Serstakliga fyrstu løtuna høvdu gestirnir ilt við at koma ígongd, og hóast teir seinni fingu spælið at hanga betri saman, so var leingi líkt til, at tað skuldi gerast meira
kortini avgerandi fyrimun) Nú slóg Martin til og leikti: 19.Rif5 (Nú vinnur hvítur uttan trupulleika 19...Bf6 20.exf6 Fxf6 21.Rie7+ Kh8 22.Rixc8 Rie4 23.f3 (Og Hans Kristian gavst sjálvandi við róki minni) [...] Martin Poulsen (2085) ? Hans K. Simonsen (1965) HT-Open (6. umfar) Fronsk byrjan 1.e4 e6 2.Rif3 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.d4 c5 6.Be3 Ric6 7.Bb5 cxd4 8.Bxd4 a6 9.Ba4 b5 10.Bb3 Be7 (Rímiliga javnt eftir [...] størri rásarúm) 11.0-0 Bb7 12.Re1 Rixd4 13.Fxd4 0-0 14.Rad1 (Rókarnir báðir eru nú við í talvinum, og væl standa teir) 14...Rc8 15.Fg4 Ric5 16.Rid4 Fb6? (Neyðugt var helst: 16...Rixb3) 17.Bxd5!! (Vinnandi
Undan næstseinasta umfarinum lógu Martin Poulsen og Olaf Berg javnir í toppinum við seks stigum av sjey møguligum. Eitt stig aftari vóru Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen. Eisini kundi Herluf Hansen [...] talvinum, meðan Finnbjørn og Heini telva ímóti ávíkavist Regin Reinert og Ian Leyni, sum báðir liggja í tunga endanum. Kasparov og Kramnik Leygardagin 1. desember fara Garry Kasparov og Vladimir Kramnik undir [...] toppin. Eftir áttanda umfar broyttist støðan í toppinum, eftir at Olaf og Martin heldur óvæntað taptu ímóti ávíkavist Johan E. Hansen og Herluf Hansen, meðan Ólavur Simonsen vann sítt avgerandi talv á Hans
krossa, vórðu bæði strika og vongspælararnir tiknir við í spælið, og tá VÍF-verjan als ikki var nóg vakin til hetta, gjørdist trupulleikararnir nógv størri enn neyðugt, og at Óla Christian Djurhuus so [...] dánt ígongd, og tá var ikki so nógv ,sum kollfirðingar kundu gera. Óla Christian fekk ikki einsamallur hildið øllum úti, og tá munurin fyrst var komin upp í eini fýra fimm mál, var alt í roynd og veru avgjørt [...] ímóti grannunum úr KÍF. Talan var um dyst millum verandi meistararnar og eitt lið, sum seinnu árini hevur livað niðarliga á stigatalvuni, og mett eftir dystunum higartil í ár, so skuldi alt talað fyri einum
verður kósin nú sett hægri, og tað tykist eisini, sum um fólkið til hetta er til staðar. Álop og verja Fyrsta stigið til hetta varð tikið, tá tað varð greitt, at Helgi L. Petersen og Óli Hansen aftur koma til [...] árið. Sostatt er líkt til, at bæði verju- og álopsparturin hjá runavíkingum er komin í rættlag, og so er spurningurin bara, hvat nýggi venjarin, Jógvan Martin Olsen, fer at fáa burtur úr tilfarinum. Í [...] komandi árið. Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, tykist tó ikki hava nakran skund í so máta. - Sæð burtur frá Pól og Heðin, so verður hópurin mest sum hin sami komandi ár, og tað eru vit nøgdir við. Fleiri
gavst hareftir. Martin telvaði frískt og royndi at skapa talvið við svarta fólkinum, og bleiv lønaður fyri stríðið í tíðarneyðini. Eitt talv sum uttan iva gevur framhaldandi íblástur til Martin. Talvið er við [...] stimanum og vann sítt talv, eins og Andrias Ziska gjørdi á fjórða borði hjá Havnarliðnum. Teir vunnu ávíkavist á John Jacobsen og Kára Durhuus. Hetta var fyrsti sigurin hjá Andrias Ziska í ár, og møguliga [...] fekk hálað stig til havnarliðið. Jógvan og Bergur Magnussen leikti javnt á fjórða borði. Martin Brekká og Sámal Christiansen vunnu trygt á ávíkavist Jóhan Gaard og Johan E. Hansen, meðan Finnbjørn Zachariassen
Neistanum og spæla upp ímóti VÍF hjálpir altso einki, tá stig verða tveitt burtur alla aðra staðni, og líkt er tí til, at um strandingar skulu gera sær vónir um at vinna nakað, so skal tað eins og í fjør [...] fyri síðani at tveita alt burtur í seinastu og avgerandu minuttunum. Sum tølini siga, so eydnaðist tað tó kollfirðingunum at vinna dystin leygardagin, og samanumtikið, so mundi tað eisini vera uppiborið [...] tølum: KÍF-StÍF 31-29 (16-17) Málskjúttar: KÍF: Petur Martin Poulsen 9, Duraica Tomic 8(5), Jákup Dam 4(2), Regin Petersen 4, Iljhan Topic 4, Kristian Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1 StÍF: Costin Dumitrescu
samtakinum hjá teimum størru kommunum. Kristian Martin Joensen er føddur og uppvaksin í Oyndarfirði, sonur Noru og Einar Joensen. Hann er 42 ára gamal, giftur og eigur børn. Seinastu árini hevur hann starvast [...] Næsta hálva árið hava eysturoyingar ein spildurnýggja sýslumann og hann er enntá eysturoyingur. 1. desember tók Kristian Martin Joensen við starvinum sum sýslumaður í Eysturoynni. Sýslumaðurin í Eysturoynni [...] eri eg leiðari og meira fyrisiting liggur í arbeiðinum. Vit eru nýggju fólk á støðini. Tað er ikki soleiðis, at eg havi droymt um at gerast sýslumaður, men nú eri eg tað næsta hálva árið og tað er ein spennandi
at her hevur Jógvan Martin hugsað nøkur ár frameftir. Lítið er at ivast í, at sum støðan er, eiga bæði Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen sínar tryggu sessir á landsliðnum, og tí verður neyvan aktuelt [...] koma meira ella minni óvæntað. Janus M. Joensen og Paalli Augustinussen hava tó báðir verið fastir á sínum liðum tey bæði seinastu árini, og hava eisini av og á verið nevndir sum komandi landsliðsleikarar [...] tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so verður venjingarlega á Cypros fyrst í februar mánaði, og Jógvan Martin Olsen, sum var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, hevur nú gjørt av, hvørjir leikararnir eru
fremstu unglingum, Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg, fara um jóltíðir at luttaka í stóru Rilton Cup kappingini í Stokkhom. Teir hava í felag tikið hesa avgerð, og saman við teimum til Svøriki [...] næstformaðurin í Talvsambandi Føroya, Martin Berg sum ferðaleiðari. Rilton Cup, sum er ein opin kapping, er kend víða um og er altíð væl mannað við fleiri stórmeistarum og øðrum sterkum telvarum. Kappingin [...] Tey fyrstu trý talvini endaðu jøvn, men í fjórða og seinasta talvinum eydnaðist tað Ivanchuk at vinna við svarta fólkinum. Anand leikti óvanliga passivt og ætlaði helst at knekka Ivanchuk - sum er kendur