Mistu á stokkinum

Sumba hevði tey trý stigini móti HB í hondini, men seinastu løtuna mistu teir kortini tvey teirra

 

Sumba-HB 2-2 (1-0):

2. deild


Sumbingar hava enn ikki megna at sett sín dám á oddin í aðru deild hetta kappingarárið. Fleiri ferðir hevur verið nær við og næstan, og tí høvdu teir ætlað, at hesa ferð skuldi tað verða, tá HB kom á vitjan leygardagin.


Áttu alt

Fyrstu góðu løtuna av dystinum var heldur ikki nakað, sum bendi á, at HB fór at gera stórvegis við sumbingar. Havnarmenninir máttu vera fleiri av føstu leikarunum fyriuttan, og spæl teirra var eisini sera varligt fyrstu trý korterini. Hetta royndu heimamenninir at gera sær dælt av, og teir høvdu eisini fleiri góðar møguleikar. Eina ferð raktu teir stongina, og eina aðru ferðina kom Rene Thomsen púra leysur móti HB málverjanum, Kaj Leo Johannesen, men tað gekst striltið at umseta møguleikarnar til mál.

Bert ta einu ferðina eydnaðist hetta, og sum ikki einaferð var tað jugoslaviski framherjin, Nebojsa Velkovic, sum stóð fyri hesum. HB fekk ikki ruddað bóltin úr egnum verjuøki, og Baja hevði góðar stundir at temja, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið.


Hildu fram men mistu

Fyrra partin av seinna hálvleiki tóktist einki benda á, at tað ikki skuldi eydnast sumbingum at vinna. Teir sótu framvegis á øllum, og teir fingu eisini økt um munin, við einum máli frá Eiriki Joensen. Uppskriftin var aftur hin sama, tí eftir at hornaspark fekk havnarverjan ikki ruddað, og so var Eirikur á staðnum.

Fram til tað restaðu einir 20 minuttir, hevði HB lítið og einki at skula sagt, men brádliga fingu teir eina vón um stig. Eftir frísparksinnlegg metti dómarin, at Magnus Jacobsen varð hildin somikið ógvusliga, at brotsspark skuldi dømast. Sumbingar vóru langt ífrá samdir í hesum, men dómarin stóð við sítt, so har var einki at gera. Brotssparkið setti Eyðun Samuelsen trygt í málið, og brádliga tóktist dysturin nú at koppa.

HB?arnir gjørdust alsamt grammari, vunnu fleiri nærdystir, og hóast talan ikki var um nakra veruliga yvirvág, so eydnaðist teimum eisini at javna. Málið var tó heldur tilvildarligt. Tá verjuleikari hjá Sumba skuldi sparka burtur, rakti hann í ryggin á Hans Martin á Vágalíð, og so fekk HB brádliga eitt stig, soleiðis at teir framhaldandi halda sambandið við oddin, meðan sumbingar hinvegin enn liggja í so nær botninum.


Sumba- HB: 2-2 (1-0)

1-0: Nebojsa Velkovic

2-0: Eirikur Joensen

2-1: Eyðun Samulesen (br.)

2-2: Hans Martin á Vágalið