Hálvsovandi meistarar

VÍF-KÍF 31-26 (18-16):

Tá saman um kom, so vunnu føroyameistararnir ein hampuliga tryggan sigur á KÍF, men eina løtu var líkt til, at gáloysni kundi kostað teimum dýrt

 

Hondbóltur ? menn


VÍF var stórfavorittur, tá teir sunnudagin tóku ímóti grannunum úr KÍF. Talan var um dyst millum verandi meistararnar og eitt lið, sum seinnu árini hevur livað niðarliga á stigatalvuni, og mett eftir dystunum higartil í ár, so skuldi alt talað fyri einum tryggum heimasigri.

Hóast úrslitini ikki hava verið nakað serlig hjá kollfirðingum seinastu tíðina, so hevur ofta restað lítið í, áðrenn ein sensatión kundi skapast, so vestmenningar vóru ávaraðir um, at teir ikki skulud taka alt ov lætt upp á uppgávuna.


Dølskir meistarar

Hóast hesa ávaring, so hekk tað leingi í luftini sunnudagin, at KÍF kundi gera okkurt heilt óvæntað, tí fyrstu fimm sættapartarnar av dystinum høvdu teir eitt sera gott tak á vertunum.

At KÍF var somikið væl við, komst serstakliga av tveimum lutum. Annar var, at vestmenningar als ikki tóktust vera nóg væl tendraðir. Hin var, at kollfirðingar í nógv størri mun enn áður royndu at gera álopsspælið so fjøltáttað sum gjørligt. Heldur enn alla tíðina at lata útlendsku leikararnir krossa, vórðu bæði strika og vongspælararnir tiknir við í spælið, og tá VÍF-verjan als ikki var nóg vakin til hetta, gjørdist trupulleikararnir nógv størri enn neyðugt, og at Óla Christian Djurhuus so eisini hevði ein av sínum góðu døgum, gjørdi ikki á nakran hátt støðuna betri.


Áki var bjargingin

Somikið stórir vóru trupulleikarnir hjá VÍF, at var tað ikki fyri ein einstakan leikara, so er væl hugsandi, at sigurin hevði verið í heilt álvarsligum vanda.

Áki Olsen hevur ikki spælt so nógv í ár vegna skaða, men sunnudagin prógvaði hann aftur, hví hann verður mettur sum ein hin vandamesti álopsleikarin í landinum.

Serstakliga fyrsta korterið av seinna hálvleiki var týdningur hansara ovurstórur, tí meðan Óla Christian og verjuleikarar hansara í felag tóktust hava takið á øllum hinum vestmenningunum, so funnu teir ikki út av, hvussu teir skuldu bera eg at við at steðga yngra Olsen-beiggjanum. Kanón kúlurnar fóru mest sum hvørja ferð sendandi í meskarnar, og hetta gjørdi, at meistararnir ongan tíð komu aftur um kollfirðingarnar, hóast eyðsýndu trupulleikarnir við at fáa spælið at hanga saman.

At enda komu so viðleikararnir hjá Áka eisini so dánt ígongd, og tá var ikki so nógv ,sum kollfirðingar kundu gera. Óla Christian fekk ikki einsamallur hildið øllum úti, og tá munurin fyrst var komin upp í eini fýra fimm mál, var alt í roynd og veru avgjørt.


Vanliga tosið

Dysturin víst enn einaferð, at kollfirðingar als ikki skulu takast ov lætt, men hinvegin fingu teir heldur ikki hesa ferð nakra úrtøku burtur úr stríðnum.

Ein óvæntaður sigur móti onkrum av ovaru liðunum er kanska ikki so langt burturi, um metast skal eftir spælinum. Tað skerst tó ikki burtur, at heldur liðið á fram við at tapa hesar tøttu dystirnar, so missa leikararnir trúnna uppá, at tað kann lata seg gera at vinna slíkar dystir, og tá verður tað ómetaliga trupult, líka mikið hvussu góðar støðurnar í dystinum eru.

Hjá vestmenningum er støðan nærum hin øvugta. Tað er jú leikluturin hjá einum oddaliði, at tað eisini kann vinna, tá spælið ikki er av tí besta, og í longdini eru tað jú stigini sum telja.

Tað hoyrir sjálvandi við, at liðið hevur leikarar, sum einsamallir kunnu taka ábyrgd á seg, og soleiðis mest sum avgera dystirnar. Hesa ferð var tað Áki, sum bar gullið av heiði, men hann er so langt ífrá einasti leikarin, sum er førur fyri hesum, og tí vilja vestmenningar nærum altíð draga longra stráðið í slíkum. Kvalitetirnir á liðnum eru snøgt sagt ov eyðsýndir til, at óneyðug stig verða tveitt burtur í oddastríðnum.


Dysturin í tølum

VÍF-KÍF 31-26 (18-16):

Málskjúttar:

VÍF: Áki Olsen 14(1), Sámal Joensen 5, Johnny Joensen 3, Rógvi Nielsen 2, Harald Bjørgvin 2, Agnar Jeonsen 2, Ingi Olsen 2, Ragnar Zachariasen 1

KÍF: Iljan Topic 7, Kristian Madsen 5, Dorica Tomic 5(2), Petur Martin Poulsen 4, Jákup Dam 3(1), Regin Petersen 2

Brotskøst: VÍF 2, KÍF 3

Útvísingar: VÍF 2, KÍF 5

Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Hildu alla tíðina eina greiða linju, sum eisini hevði við sær, at dysturi ongan tíð gjørdist ófantaligur.