Fleiri spennandi nøvn

Jógvan Martin Olsen hevur boðað frá, hvørjir leikararnir eru, sum skulu við landsliðnum á Cypros, og millum teirra eru fleiri nýggj og spennandi nøvn

 

Fótbóltur


Hóast Føroyar í løtuni ikki hava nakran landsliðsvenjara til manslandsliðið í fótbólti, so merkir hetta tó ikki, at alt arbeiðið kring landsliðið liggur stilt.

Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so verður venjingarlega á Cypros fyrst í februar mánaði, og Jógvan Martin Olsen, sum var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, hevur nú gjørt av, hvørjir leikararnir eru, sum skulu við á venjingarleguna.


Áhugaverd nøvn

Tað er aloftast soleiðis við hesum venjingarlegum, at tað ikki er gjørligt at senda veruliga A-landsliðið avstað, tí fótbóltsútisetarnir aloftast hava torført við at fáa frí til hetta.

Onkur vil kanska meta hetta sum ein ítróttarligan smeit til venjingarnar, men hinvegin verður hetta uppvigað av, at hetta gevur venjarunum møguleika at royna onkur nýggj nøvn, sum ikki hava verið í landsliðsmyndini áður. Í fjør sóu vit millum annað Jón Róa Jacobsen og Hjalgrím Elttør vera við á hesum legum, teir megnaðu tá báðir at sannføra Allan Simonsen um, at teir eiga sítt pláss á landsliðnum í framtíðini.


Fýra nýggir

Hesa ferð eru so eisini nøkur spennandi nøvn at síggja millum teir 24, sum hava fingið boð.

Spildurnýggir eru Janus M. Joensen (HB), Pól Næs Joensen (HB), Tór-Ingar Akselsen (HB) og Palli Augustinussen (VB). Av hesum er Tór-Ingar Akselsen helst tann, sum av flestum hevur verið roknaður sum næsti nýggi føroyski landsliðsleikarin, meðan hini trý nøvnini øll koma meira ella minni óvæntað. Janus M. Joensen og Paalli Augustinussen hava tó báðir verið fastir á sínum liðum tey bæði seinastu árini, og hava eisini av og á verið nevndir sum komandi landsliðsleikarar.

Feskasta navnið í so máta er helst Pól Næs Joensen, sum í ár hevur verið eykamálverji hjá HB, eftir at hann í vár gjørdi av at skifta frá grannunum úr B36. Úttøkan av Pókl boðar einamest frá, at her hevur Jógvan Martin hugsað nøkur ár frameftir. Lítið er at ivast í, at sum støðan er, eiga bæði Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen sínar tryggu sessir á landsliðnum, og tí verður neyvan aktuelt við einum avloysara fyrr enn um nøkur ár, og til ta tíð er HB-málverjin eitt av fleiri evnum.


Hinir 20 í hópinum eru so leikarar, sum eisini áður hava verið á landsliðnum, men fyri nakrar er tó galdandi, at teir av ymaum orsøkum ikki hava verið so drúgvir í hesum høpi.

Serstakliga verður spennandi at síggja, hvussu verður við teimum trimum, Pól Thorsteinsson (NSÍ), Bartal Eliasen (GÍ) og Allan Joensen (KÍ). Pól hevur seinastu árini verið mettur sum ein hin besti ? um ikki tann besti ? verjuleikarin í landinum, men drúgt leikbann og síðani sjálvboðið eksil hava forðað honum í røkka einum hægriu dystartali.

Bartal Eliasen hevur eins og Pól verið mettir millum stinnastu verjuleikararnar, men onkursvegna hevur hann verið sera ódrúgvur í landsliðshøpi. Sjálvur hevur Bartal áður sagt, at lansliðið langt síðani er úttikið, og í so máta kann ein nýggjur landsliðsvenjari verða ein nýggjur íblástur hjá fuglfirðinginum í GÍ-verjuni.

Mest spennandi av hesum trimum er tó kanska Allan Joensen. Klaksvíkingurin varð longu fyri fleiri árum síðani mettir sum ein hin fremsti leikarin í landinum, og var longu blaðungur trygt val millum teir fyrstu ellivu. Síðani hava skaðar í ólukkumát lagt forðingar fyri fótbóltsleið hansara, men í fjør var hann so aftur at síggja á KÍ-liðnum. Eru skaðarnir nú endaliga lagdir aftur um bak, er helst einki at ivast í, at hann eigur sítt sjálvsagda pláss í hópinum.

Annars sær hópurin, sum Jógvan Martin Olsen hevur tikið út, soleiðis út:

Øssur Hansen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, B68, Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson, Helgi L. Petersen, NSÍ, Sámal Joensen, Bartal Eliasen, GÍ, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Tór-Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen, Pól, Næs Joensen, HB, John Petersen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni, Arnbjørn Danielsen, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, B36, Palli Augustinussen, VB, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, KÍ.