Havnarmenn hølvaðu vestmenningar

Eftir at toppliðið úr Vestmanna taptu stórt ímóti høvuðsstaðarfelagnum er líkt til at meira spennandi verður í toppinum í 1. deild enn væntað varð.

 

Talv


Ikki skulu telvarnir úr Havnar Telvingarfelag avskrivast. Tað prógvaðu teir so sanniliga í fjør tá teir eftir fýra umfør lógu aftastir, men kortini hálaðu seg heilt upp á fyrsta pláss tá avtornað varð. Tey fyrstu fýra umførini í ár vórðu eins og í fjør ikki góð hjá størsta og mest vinnandi talvfelagnum í Føroyum. Eitt miðalpláss og nøkur stig fram til fyrsta pláss.

Í Havn broyttist tó miðalringa kappingin hjá teimum, til nú eina realistiska jagstran eftir triða FM-heitinum á rað.


Rødgaard koppaður

IM John Rødgaard hevur havt eina góða fyrru helvt hjá vestmannaliðnum, sum hann afturi í 1992 bleiv føroyameistari við. Í Havn bleiv hann óvæntað steðgaður av 17 ára gamla Martin Poulsen, sum av álvara er vaknaður eftir eina slaka kappingarbyrjan. John við hvíta fólkinum fekk ikki nakað stórvegis burturúr miðspælinum, og í tíðarneyðini misti hann riddara, og gavst hareftir. Martin telvaði frískt og royndi at skapa talvið við svarta fólkinum, og bleiv lønaður fyri stríðið í tíðarneyðini. Eitt talv sum uttan iva gevur framhaldandi íblástur til Martin. Talvið er við í blaðnum.

Vinnarin av HT-Open herfyri Olaf Berg, mundi koppað Torbjørn Thomsen, men javnleikur bleiv úrslitið, sum Olaf als ikki skal vera ónøgdur við. Herluf Hansen heldur fram við góða stimanum og vann sítt talv, eins og Andrias Ziska gjørdi á fjórða borði hjá Havnarliðnum. Teir vunnu ávíkavist á John Jacobsen og Kára Durhuus. Hetta var fyrsti sigurin hjá Andrias Ziska í ár, og møguliga eitt neyðugt lyft til fyrrverandi føroyameistaran.

Sostatt ein 3,5 ? 0,5 stórsigur til havnarmenn, sum viðførir at teir eru á einum øðrum plássi bert hálvt stig aftanfyri klaksvíkingar.


Góðir kollfjarðaunglingar

Berandi kreftirnar á besta liðnum úr Kollafirði eru tveir unglingar, 18 ára gamli Hans Kristian Simonsen og 17 ára gamli Eyðálvur Johannesen. Báðir vunnu síni talv ímóti klaksvíkingum í vikuskiftinum. Kollfirðingar fingu tó ikki fleiri stig í hesum dysti sum tískil endaði 2-2.

Hans Kristian vann eitt óvanliga vilt talv ímóti tí álopsfýsna Ólavi Simonsen. Talvið kundi fara báðar vegir, og sjálvt um kongurin hjá Hans Kristian meginpartin av talvinum stóð mitt á borðinum varð tað hann sum loksins vann. Hans Kristian tykist ikki at kunna steðgast.

Eyðálvur gjørdi ikki minni bart tá hann vann á Rana Nolsøe, men sigrar hjá Steintóri Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen á ávíkavist Niclas M. Joensen og Hans P. Joensen, bjargaðu dystin hjá klaksvíkingum. Teir eru enn fremstir í fremstu deildini, men skulu vænta harða kapping frá serliga havnarmonnum og vestmenningum.


Hvalvíkingar úr botninum

Í Havn hittust HT2 og talvfelagið úr Hvalvík, og hendan dyst vunnu hvalvíkingar 3,5 ? 0,5. Eftir hetta úrslit verður sera tungt hjá havnarmonnum at bjarga annað liðið frá niðurflyting. Enn einaferð varð tað Jógvan Næs sum fekk hálað stig til havnarliðið. Jógvan og Bergur Magnussen leikti javnt á fjórða borði. Martin Brekká og Sámal Christiansen vunnu trygt á ávíkavist Jóhan Gaard og Johan E. Hansen, meðan Finnbjørn Zachariassen mátti berjast leingi fyri sigrinum ímóti Óla Joensen.


Støðan eftir fyrru helvt

KTF 12,5

HT 12

VT 11

KT 9,5

TFS 9

HT2 6


Telvarar hava nú jólafrí frá liðkappingini. Sætta umfar verður leikt 12. januar og tá hittast KTF ? TFS, HT2 ? HT og VT ? KT.


Toftamenn økja um leiðsluna

Við 3,5 ? 0,5 sigri á nærmastu kappingarneytunum úr Runavík eru toftamenn hálvtannað stig fremstir í 2. deild. Sandavágsmenn tóku runavíkingar aftur og liggja nú á øðrum plássi eftir somuleiðis 3,5 ? 0,5 sigur klaksvíkingum. Í botinum vunnu vestmenningar á gøtumonnum, men kortini liggja vestmenningar á aftasta plássi nú kappingin er komin í helvt.

HT3 í 3. deild hava lagt sjógv ímillum teir og hini liðini. Við eitt nú royndum telvarum sum Súna Ziska og Súna Jacobsen á liðnum er tað ei heldur óvæntað at teir hava tikið trygga leiðslu. Sandavágsmenn og HT4 liggja javnir á øðrum plássi, hálvttriðja stig aftanfyri HT3.