Nýggju sýslumaður í Eysturoynni

Næsta hálva árið hava eysturoyingar ein spildurnýggja sýslumann og hann er enntá eysturoyingur. 1. desember tók Kristian Martin Joensen við starvinum sum sýslumaður í Eysturoynni.

 

Næsta hálva árið hava eysturoyingar ein spildurnýggja sýslumann og hann er enntá eysturoyingur. 1. desember tók Kristian Martin Joensen við starvinum sum sýslumaður í Eysturoynni. Sýslumaðurin í Eysturoynni Kári Thorsteinsson er farin í farloyvi. Hann er vorðin skrivari í samtakinum hjá teimum størru kommunum.

Kristian Martin Joensen er føddur og uppvaksin í Oyndarfirði, sonur Noru og Einar Joensen. Hann er 42 ára gamal, giftur og eigur børn. Seinastu árini hevur hann starvast á politistøðini í Havn.

-At vera sýslumaður er nógv ørvísi enn at vera vanligur løgreglumaður, her eri eg leiðari og meira fyrisiting liggur í arbeiðinum. Vit eru nýggju fólk á støðini. Tað er ikki soleiðis, at eg havi droymt um at gerast sýslumaður, men nú eri eg tað næsta hálva árið og tað er ein spennandi uppgáva, sigur Kristian Martin Joensen.

-Eg veit ikki hvussu tað er í dag, men vit sóu upp til sýslumannin, tá eg var smádrongur í Oyndarfirði, ja vit ræddust hann enntá, tað var øgiliga høgt at vera sýslumaður, men tað er nokk broytt, sigur hann.