Olaf og Ólavur vunnu

Stríðið um fyrsta pláss í HT-Open varð sera spennandi, har favoritturin Ólavur Simonsen í tøkum tíma fekk hálað seg inn á oddafiskin

 

Talv


Undan næstseinasta umfarinum lógu Martin Poulsen og Olaf Berg javnir í toppinum við seks stigum av sjey møguligum. Eitt stig aftari vóru Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen. Eisini kundi Herluf Hansen á fimta plássi blanda seg í toppin.

Eftir áttanda umfar broyttist støðan í toppinum, eftir at Olaf og Martin heldur óvæntað taptu ímóti ávíkavist Johan E. Hansen og Herluf Hansen, meðan Ólavur Simonsen vann sítt avgerandi talv á Hans Kristiani. Tískil lógu tríggir javnir á odda undan seinasta umfarinum, sum bleiv leikt fríggjakvøldið.

Olaf og Ólavur vunnu sum væntað síni talv ímóti ávíkavist Eyðálvi Johannesen og Johan E. Hansen. Fyrrverandi føroyameistarin Súni Ziska megnaði at fáa javnleik ímóti Martini, sum viðførdi at Martin mátti taka til takkar við deildum triðja plássi saman við Herlufi, sum vann á Andrias Ziska.

Olaf og Ólavur vunnu tískil HT-Open 2001 við sjey stigum og eisini góðar virðislønir ognaðu teir sær. Umframt fyrstu virðisløn, vann Olaf eisini virðislønina sum besti unglingur í kappingini. Føroya Banki gav hesa virðisløn.


Feðgar á ferð

Verdir at nevna eru teir mongu lovandi unglingarnir sum luttóku við góðum úrslitum. Eitt nú Fríbjartur D. Olsen við fimm stigum og Helgi Ziska - sonur Andrias Ziska - høvdu eina framúr góða kapping. Feðgarnir Andrias og Helgi fingu báðir hálvtfimta stig.


Toppurin


Olaf Berg 7,0/9

Ólavur Simonsen 7,0

Martin Poulsen 6,5

Herluf Hansen 6,5

Hans K. Simonsen 6,0

Johan E. Hansen 5,5


FM í útisetu

Eitt umfar restar í kappingini um at finna útisetaføroyameistaran í Keypmannahavn. Eftir at tann vælleikandi klaksvíkingurin Terji Petersen óvæntað vann á Heina Olsen í sætta og næstseinasta umfarinum, og Carl Eli N. Samuelsen vann á Finnbjørn Vang, er líkt til at Terji vinnur kappingina. Terji hevur fimm stig, meðan Finnbjørn og Heini hava hálvtfimta stig. Carl Eli kann ikki vinna við sínum hálvumfjórða stigi.

Terji hittur Dannie Nielsen, sum liggur aftastur, í síðsta talvinum, meðan Finnbjørn og Heini telva ímóti ávíkavist Regin Reinert og Ian Leyni, sum báðir liggja í tunga endanum.


Kasparov og Kramnik

Leygardagin 1. desember fara Garry Kasparov og Vladimir Kramnik undir lítlan talvdyst, nevnd Botvinnik Memorial. Fyrrverandi heimsmeistarin og russin Mikhail Botvinnik hevði verði 90 ár í ár.

Ætlanin varð at eisini Anatoly Karpov skuldi luttaka, men hann valdi bráddliga at bróta sáttmálan og fer ístaðin at telva í FIDE HM, sum byrjar í dag, týsdagin 27. november. Kasparov og Kramnik avgjørdu síðani at telva sínamillum, og skráin er hendan: Fýra vanlig langtalv, síðani seks kviktalv (25 min hvør) og eftir hendan dyst fara kjempurnar at telva ein snardyst við tíggju talvum.

Ein øgilig avbjóðing til báðar partar, kanska serliga gleðist Kasparov til dystin eftirsum hann fyri sløkum árum síðani tapti HM dystin ímóti júst Kramnik. Fylgið við á www.kasparovchess.com.