teimum norðuri í Sundi. Sundabáturin var fyrstur á mál, eftir at hann leingi hevði verið í sera tættari kapping við nýggja Gongurólv, Stráluna og Jarnbard. Á málinum var fjarstøðan frá Sundabátinum og aftur [...] Kanska vóru vit onkra løtuna afturi á fjórða plássinum. Men vit mentu okkum aftur, og í sjálvum endaspurtinum stóðu vit okkum best. Livar Nysted er bátsformaður umborð á Sundabátinum. Tá ið hann verður spurdur [...] Kappróður Væl meiri enn helmingurin av teimum, sum nú búleikast í Norðdepli og Hvannasundi, hava ikki upplivað tað. Tey vita bara um kappróðrarbrøgdini hjá bygdarmonnunum at siga frá tí, sum tey hava hoyrt
Kerstin Rasmussen. Fleiri fara at bjóða seg til Umborð á Páll Fanga er nett sama manningin, sum eisini róði við í fjør. Tær vunnu á bygdastevnuni á Skála, og tað var ikki frítt, at tað í Klaksvík varð vónað [...] komnir á mál tóktist tað sum um, at onkrar av manningini á Páll Fanga høvdu fingið eitt prej um, at tær høvdu vunnið. Tí er einki at siga til tað, um tær vóru rættuliga vónbrotnar. Men avrikið bendi á, at [...] Eg sá fram á Lóm og Páll Fanga, sum vóru kanska eina bátslongd frammanfyri okkum. Vit kappaðust eina løtu við Gongurólv. Tær megnaðu ikki at halda tørn. So snúði tað seg um at fáa fatur á Páll Fanga og
Hann verður á Eystanstevnuni, sum verður í Runavík. Tá verður uppgávan hjá vinnarunum í Klaksvík at verja fremsta plássið á støðutalvuni, og hjá teimum, sum sótu eftir við kensluni av, at tað á Norðoysastevnu [...] sigast annað, enn at alt bendir á, at 2004 kappróðrarárið fer at verða ógvuliga tætt og harvið spennandi. Nógvu tey undanfarnu árini hevur tað á Norðoyastevnu verið soleiðis, at ein og ofta fleiri vinnararar [...] NORÐOYASTEVNU KAPPRÓÐUR Um fyrsti FM kappróðurin verður nýttur sum grundarlag at meta vánirnar fyri nýggja kappingarárinum út frá - og tað er sjálvsagt tað besta grundarlagið av øllum - so kann ikki sigast
ð hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, sum vann FM. Á bygdastevnuni á Skála var tað aftur Drekin, sum vann, men á Norðoyastevnu var tað Sílið. - Vit luttóku á Skála, men vit løgdu ikki so nógv í, um vit vunnu [...] komu vit á rætta lagið. Vit fingu skjótt fatur á hinum bátunum, og tað var nokk so skjótt, at vit komu í ta støðuna, at vit sóu aftur á hinar, og tíbetur megnaðu vit at halda tørn um ta støðuna. Á málinum [...] Argjum, sum á Skála hevði kappast nógv við Drekan. Í Klaksvík endaði Drekin á níggjunda plássinum - einar tríggjar ella fýra bátslongdir aftanfyri Sílið. Sílið vann tvær ferðir í fjør. Tær vunnu á Fjarðastevnuni
síðani í 1994. Sigurin hesa ferð var tann sjeyndi hjá honum á Norðoyastevnu. Hann hevur ikki bara vunnið við Havnarbátinum. Men hann vann eisini á Norðoyastevnu í fjør við Havnarbátinum. - Ta ferðina tóktist [...] Havnarbátinum. Umborð á Havnarbátinum er Jógvan Jacobsen stýrimaður, og so eru hinir Jógvan Clementsen, Marius Joensen, Búgvi Poulsen, Magni Brøðrarberg, Jógvan Lutzen, Mayfinn Norðoy, Ingi á Tórgarði, Jógvan [...] Kappróður Tað er lagt upp til eina meiri spennandi og tætta kapping millum 10-mannaførini, enn tað hevur verið í mong ár. Kanska verður kappingin meiri spennandi, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Magni
vunnu á Norðoyasetnvu og Ólavsøku. Teir gjørdust meistarar, og vit minnast aftur á, at vit taptu FM heitið við einum tveimum sentimetrum, tá ið vit kappaðust í Hósvík. Høgni Jacobsen minnist aftur á, hvussu [...] hvussu nógv vit vóru frammanfyri. Eg haldi, at vit kunnu siga, at vit vunnu upp á ein góðan endaspurt, sigur Høgni Jacobsen. Á málinum var Argjabáturin eina bátslongd frammanfyri Nevið Reyða, og Nevið var [...] kappast við okkum, enn teir vóru á Norðoyastevnu, sigur Høgni Jacobsen, sum eisini sigur seg rokna við, at Ørvur, ið hevur nýggja manning, man fara at koma fyri seg. Umborð á Argjabátinum eru fýra nýggir,
Yngsti maður umborð á Spógvanum er fimtan ára gamalur. Høgni Petersen stýrir. Á lærinum sita Bárður Johannesen og Brian Jacobsen. Í rúminum eru Búgvi Kjeld og William Højgaard, og á toftini eru tað Per [...] Í fjør vóru teir báðir, Høgni og Per, umborð á Tjaldrinum, sum endaði á triðja plássinum í FM kappingini. Nú ætla teir sær at vera við í FM kappingini, og á Norðoyastevnu hilnaðist tað so mikið væl, at [...] hevði Blikur av Argjum hug at ota seg upp undir liðina á Spógvanum, men teir á gula bátinum svaraðu dyggiliga aftur. Hjá Havfrúnni verður setningurin á Skálafjørðinum at gera tað gott aftur, sum miseydnaðist
og luttaka í teimum ymisku og fjøltáttaðu tiltøkunum, sum eru á skránni ? bæði til gamans og álvara. Hann vísir á, at nógv ymisk tiltøk eru á skránni til hesa Eystanstevnuna, sum byrjar í dag og heldur fram [...] Rodmundur Nielsen, bjóðar vegna býráðið øllum vælkomnum á Eystanstevnu. - Eystanstevnan er ein av teimum týðandi summarstevnunum, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava sín stóra týdning fyri ítr [...] skapt grundarlag fyri eini góðari Eystanstevnu. - At enda bjóða vit øllum hjartaliga vælkomnum inn á Skálafjørðin um vikuskiftið.
bygdarstevnan á Skála átti at verið kvalifikatión til plaseringarnar á Norðoyastevnu. Hetta er ein spurningur, sum bara feløgini eiga rættin at taka støðu til, og tað kunnu tey bara gera á aðalfundinum [...] Tá ið tað verður róð á Skálafjørðinum eru umstøðurnar góðar at fylgja við hjá áskoðarunum. Endamálið er, tá ið tvær stengur eru yvir eitt. Onnur er á bryggjukantinum, og hin er á húsunum hjá Skipafelagnum [...] Skipafelagnum. 2000 metra málið er inni á Langanesi. 1500 metra málið er á Bakka, og 1000 metra málið er uttanfyri gomlu stønna á Glyvrum, sum er niðan fyri Støkkhøllina. Vertirnir ein sigur Kappróðrarfelagið NSÍ