Sílið verjir traditiónirnar

Eftir at tær høvdu mist eitt sindur í allar fyrstu tøkunum var tað skjótt, at Sílið vann fremsta plássið, sum tær megnaðu at verja

Kappróður

Tann báturin, sum við gentumanning hevur vunnið flest FM kappingar, er Sílið. Fleiri bátar hjá Havnar Róðrarfelag hava borið hetta navnið, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir tí skipan, sum framvegis er galdandi, og manningarnar hava ikki gjørt felagnum fyri skommum.
Í fjør var tað hitt 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, sum vann FM. Á bygdastevnuni á Skála var tað aftur Drekin, sum vann, men á Norðoyastevnu var tað Sílið.
- Vit luttóku á Skála, men vit løgdu ikki so nógv í, um vit vunnu ta ferðina ella ikki. Ta ferðina ráddi tað um hjá okkum at prøva okkurt av, og vit høvdu ikki lagt venjingina til rættis soleiðis, at vit skuldu vera væl fyri at vinna ta ferðina. Vit miðjaðu eftir at vera væl fyri á Norðoyastevnu, og vit eru sera fegnar um, at tað eydnaðist at vinna í Klaksvík, sigur Marina Moraitis. Hon er bæði bátsformaður og stýrimaður umborð á Sílinum.
- Vit mistu eitt sindur í kanska fimm teimum fyrstu tøkunum. Men so komu vit á rætta lagið. Vit fingu skjótt fatur á hinum bátunum, og tað var nokk so skjótt, at vit komu í ta støðuna, at vit sóu aftur á hinar, og tíbetur megnaðu vit at halda tørn um ta støðuna.
Á málinum var Sílið eina bátslongd frammanfyri Havfrúnna úr Vestmanna og Blik av Argjum, sum á Skála hevði kappast nógv við Drekan. Í Klaksvík endaði Drekin á níggjunda plássinum - einar tríggjar ella fýra bátslongdir aftanfyri Sílið.
Sílið vann tvær ferðir í fjør. Tær vunnu á Fjarðastevnuni og á Jóansøkuni. Sammett við í fjør eru fimm tær somu, sum rógva við, og tvær eru nýggjar. Manningin liggur millum 18 og 22 ár.
Marina Moraitis stýrir, og hinar eru Marjun Persson, Fríða Rasmussen, Arndis Andreassen, Anna Høgnesen, Tórun Gásadal, sum áður hevur róð við Ørnini, og Hildigunn Niclasen.
Fimm ferðir um vikuna hava tær umborð á Sílinum í nógvar vikur vant. Í síðstu viku vandu tær tríggjar ferðir, og tað ætlaðu tær aftur at venja í hesi vikuni. Hvussu tað fer at roynast hjá teimum og øllum hinum fæst at síggja leygardagin.
Í Klaksvík var munurin frá Havfrúnni á øðrum plássi og aftur til Junkarin á áttanda plássinum knappliga fýra sekund, sum svarar til eina stóra bátslongd. Tað fær valla verið meiri spennandi.

Fimmmannafør, gentur
1Sílið5:45:16
2Havfrúgvin5:48:16
3Blikur5:49:10
4Firvaldur5:49:20
5Fípan Fagra5:50:23
6Frúgvin5:51:05
7Ørnin5:51:06
8Junkarin5:52:12
9Drekin5:57:10
10Tjaldrið6:04:16
11Falkur6:14:05
12Hvassi6:18:23
13Spógvin6:25:01
14Tekla6:26:10