Kappróður
Væl meiri enn helmingurin av teimum, sum nú búleikast í Norðdepli og Hvannasundi, hava ikki upplivað tað. Tey vita bara um kappróðrarbrøgdini hjá bygdarmonnunum at siga frá tí, sum tey hava hoyrt tey eldru greiða frá. 10-mannafarið Norðingur stendur í neystinum, har hann syngur sín svanasong. Hann verður ikki flotaður aftur til kappróður. Stórar og glæsiligar sigrar til Hvannasund og Norðdepli syrgdi hann fyri miðskeiðis í seksti árunum. Nú er ætlanin, at hann kanska skal víkja úr neystinum, tí eitt nýtt 5-mannafar skal eiga plássið næsta ár.
Leygardagin syrgdu ungir menn í Norðdepli og Hvannasundi - tann yngsti er 19, og tann elsti er 33 - fyri, at eitt nýtt sigursblað varð skrivað í kappróðrarsøguni hjá teimum norðuri í Sundi.
Sundabáturin var fyrstur á mál, eftir at hann leingi hevði verið í sera tættari kapping við nýggja Gongurólv, Stráluna og Jarnbard. Á málinum var fjarstøðan frá Sundabátinum og aftur til fjórða plássið stívliga tvey sekund ella tað, sum svarar til eina stóra hálva ella eina lítla heila bátslongd.
- Vit vóru sera væl fyri í startinum. Eg haldi, at vit eftir startspurtin kanska vóru leysir av hinum bátunum. Men tað var nokk so skjótt, at tað javnaði seg meiri út, og tá ið vit komu á túsund metra málið var munurin lítil og eingin. Vit stríddust heilt nógv við Gongurólv, Stráluna og Jarnbard. Teir høvdu allir onkra løtuna hug at fara framum okkum. Kanska vóru vit onkra løtuna afturi á fjórða plássinum. Men vit mentu okkum aftur, og í sjálvum endaspurtinum stóðu vit okkum best.
Livar Nysted er bátsformaður umborð á Sundabátinum. Tá ið hann verður spurdur, um hetta var prógvið um, at kappróðurin eftir fjøruti ára dvala er um at koma fyri seg aftur í Norðdepli og Hvannasundi, svarar hann soleiðis:
- Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at áhugin er stórur. Leygarkvøldið var mesta fólkið í Klaksvík, tá ið vit komu norður aftur við bátinum. Tað møttu kortini fleiri upp í neystinum, og aftaná hava fleiri givið til kennar, at tey vóru hørm um, at tey ikki vistu um hetta. Tá ið vit mánakvøldið vandu, sóu vit, at onkrir bilar steðgaðu á byrgingini fyri at fylgja við, og tað er sjálvsagt hugaligt.
Tá ið tað kemur til sammetingina við brøgdini fyri næstan fjøruti árum síðani, svarar Livar Nysted, sum er 33 ára gamalur og aldursforseti umborð á Sundabátinum, soleiðis:
- Hatta er bara nakað, sum vit hava hoyrt tosað um. Vit kunnu ikki fyrihalda okkum til hatta í veruleikanum. So fyri okkum er tað nakað nýtt, at tað eydnaðist okkum at vinna.
Í fjør var Sundabáturin nýggjur. Tá endaði hann á sætta plássinum í FM kappingini. Tá var eitt sindur órudduligt, tí teir skiftu fleiri ferðir fólk. Nú eru bara tveir teirra, sum róðu við í fjør, eftir umborð. Restin eru nýggir rógvarar. Onkur teirra hevur áður róð við dreingjabáti í Klaksvík.
Martin Simonsen stýrir, og hinir eru Sigmar Sørensen, Kristian Olsen, Livar Nysted, Niels í Buð, Debes Sivertsen og Elmar Rubeksen.
Sundabáturin venur sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi. Fyri nakað síðani vóru teir nakrar ferðir í Klaksvík, og í vikuni upp undir Norðoyastevnu vóru teir aftur á Vánni, og báturin stóð í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum teir samstarva sera væl við. Hetta sást eitt nú aftur í, at fýra dreingir hjálpa til at manna bátarnir í Klaksvík.
Stór kapping
Livar Nysted ivast ikki í, at kappingin fer at verða stór í summar, og hann væntar eina sera tætta og harvið spennandi kapping á Skálafjørðinum nú leygardagin.
- Vit peilaðu hinar av alla tíðina. Vit sóu, at tað var so tætt, sum tað kundi verða. Nú venja vit tríggjar ferðir í hesi vikuni, og so fáa vit at síggja. Tað hevur ofta verið at sæð áður, at onkur annar bjóðar seg fram, tá ið kappróðrarárið gerst eitt sindur eldri. Vit eru fullgreiðir yvir, at vit skulu geva alt, sum vit hava í okkum, um vit aftur leygdardagin skulu verða fyrstir á mál. Vit ætla at gera okkara, og vit ivast ikki í, at fleiri aðrar manningar eisini far at geva okkum ein skarpan gang. So tað verður spennandi.
Seksmannafør, menn
1Sundabáturin07.59.03
2Gongurólvur08.00.09
3Strálan08.00.15
4Jarnbardur08.01.12
5Víkingur08.07.16
6Lómur08.09.17
7Sølmundur08.15.17
8Hvessingur08.16.20
9Hósvíkingur08.22.24
10Sandingur08.26.19










