Kappróður
Tað er lagt upp til eina meiri spennandi og tætta kapping millum 10-mannaførini, enn tað hevur verið í mong ár. Kanska verður kappingin meiri spennandi, enn hon nakrantíð áður hevur verið.
Magni Brøðrarberg er bátsformaður umborð á Havnarbátinum, sum leygardagin vann fyrsta FM róðurin í ár. Tað er hann, sum eftir fyrstu kappingina hevur hesi útlitini fyri nýggja róðrarárinum. Hann skuldi vita, hvat hann tosar um. Magni hevur róð síðani í 1994. Sigurin hesa ferð var tann sjeyndi hjá honum á Norðoyastevnu. Hann hevur ikki bara vunnið við Havnarbátinum. Men hann vann eisini á Norðoyastevnu í fjør við Havnarbátinum.
- Ta ferðina tóktist tað síggja bjart út hjá okkum í FM kappingini. Men síðani vunnu vit ongan róður. Tað gekk so at siga stútt skeiva vegin. Tí sigur tað seg sjálvt, at sigurin smakkaði væl á Norðoyastevnu í ár. Sjálvandi vita vit ikki, hvussu tað fer at tørna út. Men vit ætla okkum avgjørt at gera okkara til, at gongdin hesa ferð ikki skal verða, sum hon var í fjør.
Hvussu heldur tú vánirnar eru fyri tí?
- Tá ið vit hava vunnið fyrstu kappingina, eru vánirnar sjálvandi góðar. Vit vilja fegnir vinna alt. Men samstundis er tað hugaligt at staðfesta, at tað skal nógv til, um tað skal eydnast okkum at vinna. Róðurin leygardagin vísti, at kappingin verður rættuliga tøtt og skørp. Hóast tað at enda vóru trettan sekund og havið einar fýra bátslongdir frá okkum og aftur til Hoyvíking á sætta og aftasta plássinum, so rokni eg við, at Hoyvíkingur og sjálvandi allir hinir, sum vit hesa ferð kappaðust við, hava møguleika at vinna næstu ferð. Vit kunnu ikki bara skeita eftir Nólsoyinginum, sum endaði næstfremstur. Vit mugu eisini ansa eftir Vestmenninginum, sum plagar at vera drúgvur, og Vágbingininum, sum heilt víst fer at koma fyri seg. Hesa ferð endaði Eysturoyingurin á fimta plássinum. Næstu ferð fara teir at rógva í heimasjógvi, har teir vanliga standa seg væl. Fyrra partin av málinum í Klaksvík vóru teir væl við, so tað sær spennandi út, heldur Magni Brøðrarberg.
Skifti alla tíðina
Á málinum var Havnarbáturin eina hálva bátslongd frammanfyri Nólsoyingin, sum var ein stóran skut frammanfyri Vestmenningin. Vágbingurin var tætt undir vestmenningum, meðan tað at enda gjørdist longri aftur til Eysturoyingin og Hoyvíkingin, sum í sínum fyrsta róðri misti heilt nógv.
Dómarin kendi seg noyddan at skjóta róðurin av, eftir at 10-mannaførini fyrru ferðina vóru send avstað. Hoyvíkingar og Vestmenningar høvdu verið ov skjótir at sleppa fasta startinum og spenna í. Tað fingu teir gula kortið fyri.
Stóri spurningurin, sum ikki varð svaraður leygardagin, var, hvussu tað kundi bera til, at gongdin hjá Eysturoyingi kundi verða so skiftandi, sum hon var. Tá ið málið var hálvrógvið og gott tað, var Eysturoyingur væl við í kappingini um fremsta plássið. Hann var eina løtu eina hálva bátslongd og kanska meiri enn tað frammanfyri hinar. Men eftir einari lítlari løtu, tá ið bátarnir fóru framvið Kósabrúnni, misti guli báturin ferðina. Tað tóktist næstan sum um, at teir róðu í siropi, og fleiri av hinum fóru sendandi framum, áðrenn Eysturoyingur aftur fekk um endan.
- Stýrimaðurin segði okkum leingi, at vit vóru ikki fremstir, men at vit vóru væl við. Vit royndu at halda okkum til okkara setning. Hann er at rógva seigan róður. Tað er týdningarmikið ikki at missa tað úr eygsjón, sum tú hevur sett tær fyri. Tá ið tað so spakuliga fór at ganga okkum til fyrimunar, var tað sjálvandi serliga hugaligt. Men vit kendu okkum ikki heilt vísar í, at vit høvdu vunnið, fyrrenn vit hoyrdu fyrsta skotið, sigur Magni Brøðraberg.
Umborð á Havnarbátinum er manningin rættuliga roynd. Níggju av teimum ellivu vóru eisini við í fjør, og teir báðir nýggju menninir eru ikki nýggjari enn so, enn at teir hava róð nógv frammanundan, og teir hava eisini áður roynt seg við Havnarbátinum. Umborð á Havnarbátinum er Jógvan Jacobsen stýrimaður, og so eru hinir Jógvan Clementsen, Marius Joensen, Búgvi Poulsen, Magni Brøðrarberg, Jógvan Lutzen, Mayfinn Norðoy, Ingi á Tórgarði, Jógvan Højgaard, Ragnar við Streym og Jón Rosenblad.
Tíggjumannafør
1Havnarbáturin7:18:02
2Nólsoyingurin7:20:11
3Vestmenningur7:21:21
4Vágbingur7:22:16
5Eysturoyingur7:25:11
6Hoyvíkingur7:31:04