Vælkomin á Eystanstevnu 2004

Býráðið hevur saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum roynt at gjørt karmarnar um Eystanstevnuna so góðar sum gjørligt. - Tí vóna vit, at undirtøkan fyri stevnuni hesaferð verður eins góð, og undirtøkan var seinasta ár, sigur býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen

Eystanstevna

Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, bjóðar vegna býráðið øllum vælkomnum á Eystanstevnu.
- Eystanstevnan er ein av teimum týðandi summarstevnunum, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava sín stóra týdning fyri ítróttarfeløgini og tey, sum koma at njóta hesi tiltøk.

Hugnalig tíð

Rodmundur ásannar, nú Eystanstevna verður um
vikuskiftið, at tíðin, tá ið summarítrótturin er í hæddini, er ein ógvuliga spennandi og hugnalig tíð.
- Áhugavert er at fylgja við í teimum ítróttargreinum, sum nú einaferð liggja einum nærmast, tað veri seg í fótbólti, kappróðri ella øðrum ítróttargreinum, sum hvør einstakur nú einaferð hevur áhuga fyri.
Býráðsformaðurin fegnast eisini um, at tað hevur eydnast teimum, sum samskipa tiltøkini, at gera eina fjølbroytta skrá, sum kann hava eina so breiða undirtøku millum gestirnar sum gjørligt.

Stóran týdning

Í ár eru 43 ár liðin, síðan fyrsta Eystanstevnan varð hildin.
- Nógv er broytt hesi árini, men týdningurin av at halda summarstevnur er eins stórur og áður.
- Hesar dagarnar, stevnan er, leggja flestu av okkum vanliga gerandisdagin til síðis og luttaka í teimum ymisku og fjøltáttaðu tiltøkunum, sum eru á skránni ? bæði til gamans og álvara.
Hann vísir á, at nógv ymisk tiltøk eru á skránni til hesa Eystanstevnuna, sum byrjar í dag og heldur fram til sunnudagin.
- Býráðið hevur saman við ítróttarfeløgum, áhugabólkum og samkomum roynt at gjørt karmarnar um stevnuna so góðar sum gjørligt. Tí vóna vit, at undirtøkan hesaferð verður eins góð, og undirtøkan var seinasta ár, sigur býráðsformaðurin.

Vælkomin!

Vegna Runavíkar býráð takkar Rodmundur Nielsen øllum teimum, sum hava tikið tøk og hava skapt grundarlag fyri eini góðari Eystanstevnu.
- At enda bjóða vit øllum hjartaliga vælkomnum inn á Skálafjørðin um vikuskiftið.