andstøðan fekk formannin. Sum nevnt í blaðnum í gjár fekk andstøðan meirilutan, og harvið formannin, í uttanríkisnevndini. Hetta var annars ein formanspostur sum í samgonguni var tillutaður Tjóðveldisflokkinum [...] nevndarvalið fram, og í tí sambandinum hevði andstøðan gjørt valbólk, fyri at standa sterkari tá tær stóru nevndirnar skuldu býtast. Lutakast var um seinastu nevndarsessirnar í fleiri førum, og í tveimum førum [...] eftirsum Javnaðarflokkurin er størsti andstøðuflokkur, skal hann eiga formannin í uttanríkisnevndini Andstøðan fekk eisini formannin í landsstýrismálanevndini og til tað starvið var Edmund Joensen valdur Nevndirnar
umbering, skuldi tað ikki gingið í morgin. Helgi kanska undir knívin Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Hetta eru tvey av fremstu liðunum higartil í ár, og báðir partar eru óðir [...] geva ein fullan innsats í Gundadali í morgin fyri at steðga teimum. Í steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski [...] gerast, er at seta Henning Jarnskor fram í álopið, men so verður nógv mist úti í vinstru síðu. Fyri GÍ er dysturin í morgin enten-eller, um teir vilja vera við í toppinum, og allir spælararnir burtursæð
John Heri Dam við í 1. deildarhópinum. John Heri spældi ikki móti GÍ, tí hann í síðstu viku og í hesi vikuni er niðri í skúla, og Jan Dam, ið hevur verið mettur sum ein av lyklaspælarunum í nógv ár, situr [...] hava verið mest vinnandi felagið í fremstu røð í nítiárunum, og teir sleppa eisini at royna seg í Europa Cup í summar, tí teir vunnu løgmanssteypið í fjør, men avrikini í ár benda týðuligt á, at nú ber illa [...] hýrurin góður í HB húsinum og í HB skýlinum, og tað er einki at ivast í, at tað fer at síggjast aftur í úttøkuni av landsliðnum, sum skal til Estlands, at HB er væl fyri. Men fyri spenningin í landskappingini
Í dag verða teir átjan spælararnir, sum hósdagin í komandi viku skulu umboða Føroyar í fyrsta EM undankappingardystinum, úttiknir. Dysturin verður í Tallinn í Estlandi annan hósdag. Ferðalagið lættir við [...] kvøldið, og munurin í tíðarrokningini ger, at teir eisini fara lenda í Vágum klokkan 22.30. Umboð fyri Dimmalætting, Tíðindablaðið Sosialin, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya verða við í ferðalagnum. Sjónvarpið [...] kom aftur úr Onglandi, hevur hann verið í leikligum aldudali, og sunnudagin var hann ikki millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík. Magni Jarnskor fekk ein lítlan snudd í Gundadali, men tað tóktist ikki sum um
og legði bóltin í málið til 1-1. Tað var í 23. minutti, og í 27. minutti gjørdi Eyðun Gullok Svalbard sítt fjórða mál í fýra landskappingardystum, eftir at Dan Djurhuus og Tórður Holm í góðum samstarvi [...] sunnudagin, at hóast teir hava minsta fólkagrundarlagið av liðunum í 1. deild og eru »underdogs« í so at siga hvørjum dysti, so eru teir ikki við í bestu deildini bert til stuttleikar. Sumba vann 3-2 á TB og [...] B36 í Gundadali næstseinasta vikuskifti. Eisini TB noyddist at broyta sína uppstilling. Alexander Radosavljevic fekk reytt móti KÍ og var leikbannaður sunnudagin. Óli Johannesen varð settur fram í álopið
gerast í juni mánaða, vil Mogens Lykketoft ikki gera viðmerkingar til. Heldur ikki til stóra virksemið í danska Sosialdemokratiska flokkinum, sum í síðstu viku sendu Lene Jensen, næstformannin í Sosial [...] vóru í einum góðum anda Stórt vitjanarvirksemi Um orsøkina til stóra skundin, sum málið nú hevur, sigur Lykketoft, at samráðingarnar hava bíðað alt ov leingi. Fyrst var val í Danmark, so síðan í Føroyum [...] seg út í arbeiðið hjá nýggja Landsstýrinum, sum hevur brúk fyri at hava stundir at seta seg inn í málini, vil Lykketoft ikki svara. Hvørt vitjanin eisini var fyri at fáa grunndarlag at fáa semju í Fólkatinginum
hevur rokkið í summum førum, sæst syrgiligt dømi um í Sosialinum í hesum døgum, har orðið »frælsi« er speirikið, hetta høvuðsorð í mannarættinda- yvirlýsingini frá fronsku kollveltingini í 18. øld, »Frælsi [...] føroyingar gerast fulltiknir borgarar í Føroyum og í alheimssamfelagnum. TÁ HJØRTUNI ORNA Til tess hava skaldini og undangongufólkini sungið treysti og álit í Føroya tjóð í 100 ár. Til tess setti Vencil próst [...] , sum Sosialurin sjálvur hevði til loysunarorð í síni tíð, og høvuðsorðið í ST-mannarættindasáttmálanum í dag. Merkiligt kortini, at unna øllum fólkum í verðini frælsi uttan sínum egna; at speireka og
hugnaløta í Kommunuskúlanum í Havn, tá ið 1. flokkarnir, sum skulu byrja í skúla eftir summarfrítíðina, stigu inn um skúlans gátt fyri fyrstu ferð. Endamálið við at bjóða foreldrum og børnum í skúla tríggjar [...] greiddi teimum frá, hvussu tað verður at byrja í skúla, hvørjar lærugreinirnar eru, hvørjir lærararnir eru, hvørjir floksfelagirnir eru og annað. Tey fóru í flokshølini, har tey fingu eitthvørt at gera, [...] royndi hetta tiltakið í fjør fyri fyrstu ferð, og ætlar at halda fram við at skipa fyri eini slíkari upphiting til fyrsta skúladag í framtíðini. Ætlanin er, at tríggir 1. flokkar byrja í Kommunuskúlanum eftir
hvat hvør hevur ábyrgd av o.s.fr..Tað veit Lykketoft væl. Í greinini í Sosialinum í gjár segði Lykketoft, at danska stjórnin vil bera so í bandi, at føroyska samfelagið verður burðardygt, og at hon ikki [...] in fyri seg Hesaferð er tó ein munur í blokstuðlusskipanini. Tað hevur ligið á láni síðan 1970 at fáa blokstuðulin í fasta legu. Tað hevur ein embætisbólkur í Tinganesi arbeitt við. Eitt púra klárt upplegg [...] er grundarlag undir m.ø. skúla- heilsu og almannamál, undir grein 9 í lógini um yvirtøkur. Tí eri eg bangin fyri, at tað er orsøkin til at blokstuðulin verður tikin undir einum í samráðingunum komandi. Tað
sæst av hesum, at einans fyrisitingarmyndugleikar kunnu fáa rætt til innlit í tey viðurskifti, sum nevnd verða í § 27 stk. 1 og 2 í Fyrisitingarlógini. Tá ALS hevur serstakan lógarfestan rætt til tílíkt innlit [...] heldur enn at stevna, at kæra málið fyri Landsstýrið. Í skrivið, dagfest 18. mars 1998, til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum (sum tá var Óli Jacobsen) kærdi eg leiðsluna á ALS fyri brot á ávíkavist [...] februar 1998 skrivaði eg bræv til Arbeiðsloysisskipanina, við umbøn um innlit í ávíst mál, sum stovnurin hevur avgreitt. Í svari, dagfest 04.03.1998, noktar stovnurin at viðgera umbøn mína, við hesi g