Upphiting til fyrsta skúladag

Hugnaløta var mánadagin fyri næmingunum, ið skulu byrja í 1. flokki í Kommunuskúlanum í Havn eftir summarsteðgin.

Mánadagin var hugnaløta í Kommunuskúlanum í Havn, tá ið 1. flokkarnir, sum skulu byrja í skúla eftir summarfrítíðina, stigu inn um skúlans gátt fyri fyrstu ferð.

Endamálið við at bjóða foreldrum og børnum í skúla tríggjar mánaðir, áðrenn skúlin byrjar er at kunna tey um skúlan og skúlans arbeiði. Hanus Joensen, skúlastjóri, greiddi teimum frá, hvussu tað verður at byrja í skúla, hvørjar lærugreinirnar eru, hvørjir lærararnir eru, hvørjir floksfelagirnir eru og annað. Tey fóru í flokshølini, har tey fingu eitthvørt at gera, og stundir vóru eisini til at fáa okkurt smávegis at eta og drekka.

Kommunuskúlin hevur saman við Musikskúlanum eina roynd, har allir 24 næmingarnir í fjórða flokki spæla uppá okkurt ljóðføri. Og hesi framførdu tónleik á hugnaløtuni.

? Tað er eitt slag av harmoniorkestri og tað riggar ónatúrliga væl, sigur Hanus Joensen.

Fimti flokkur sang fyri teimum smáu. Tey hava eitt kór, sum Knút Olsen tekur sær av. Knút Olsen hevur gjørt løgini, Aleksandur Kristiansen orðini. Børnini fingu eisini høvi at syngja við. Tey vóru sum vera man ógvuliga spent at síggja skúlan, sum tey fara at ganga í komandi tíggju árini.

? Tað er ógvuliga gott og positivt at hava eina slíka hugnaløtu, áðrenn skúlin av álvara byrjar. Børnini kunnu tá við egnum eygum síggja, hvussu skúlin er, og annars fáa at vita, hvat ein 1. flokkur ger, sigur Hanus Joensen.

Kommunuskúlin royndi hetta tiltakið í fjør fyri fyrstu ferð, og ætlar at halda fram við at skipa fyri eini slíkari upphiting til fyrsta skúladag í framtíðini.

Ætlanin er, at tríggir 1. flokkar byrja í Kommunuskúlanum eftir summarfrítíðina. Óvissa er framvegis um tann eina flokkin, ið hoyrir til økið norðan fyri Landavegin, um tann flokkurin byrjar í Kommunuskúlanum ella í Venjingarskúlanum.

Børnini hittast aftur 17. august, tá ið skúlin byrjar aftur eftir summarsteðgin.