Løgtingsnevndirnar eru nú mannaðar. Á tingfundinum, týsdagin var nevndarvalið fram, og í tí sambandinum hevði andstøðan gjørt valbólk, fyri at standa sterkari tá tær stóru nevndirnar skuldu býtast.
Lutakast var um seinastu nevndarsessirnar í fleiri førum, og í tveimum førum var úrslitið at andstøðan fekk formannin.
Sum nevnt í blaðnum í gjár fekk andstøðan meirilutan, og harvið formannin, í uttanríkisnevndini. Hetta var annars ein formanspostur sum í samgonguni var tillutaður Tjóðveldisflokkinum. Andstøðan hevur avgjørt at eftirsum Javnaðarflokkurin er størsti andstøðuflokkur, skal hann eiga formannin í uttanríkisnevndini
Andstøðan fekk eisini formannin í landsstýrismálanevndini og til tað starvið var Edmund Joensen valdur
Nevndirnar eru nú soleiðis mannaðar við formanninum nevndum fyrst. Eykamenninir eru nevndir í klombrum
Fíggjarnevndin: Jørgin Niclasen (Eyðun Viderø), Jógvan Durhuus (Páll á Reynatúgvu), Heini O. Heinesen (Annita á Fríðriksmørk), Sámal Petur í Grund (Jákup Sverri Kass), Vilhelm Johannesen (Henrik Old), Lisbeth L. Petersen (Heðin Mortensen) og Flemming Mikkelsen (Alfred Olsen).
Uttanríkisnevndin: Jóannes Eidesgaard (Hans Pauli Strøm), Edmund Joensen (Lisbeth L. Petersen), Heðin Mortensen (Marjus Dam), Jenis av Rana (Kristian Magnussen), Hergeir Nielsen (Jógvan Durhuus), Jógvan við Keldu (Eyðun Viderø) og Jákup Sverri Kass (Sámal Petur í Grund.
Trivnaðarnevndin: Páll á Reynatúgvu (Torbjørn Jacobsen), Finnur Helmsdal (Annita á Fríðriksmørk), Rúna Sivertsen (Eyðun Viderø), Jákup Suni Joensen (Jógvan við Keldu), Kristian Magnussen (Henrik Old), Hans Pauli Strøm (Katrin Dahl Jacobsen) og Marjus Dam (Alfred Olsen).
Mentanarnevndin: Bjarni Djurholm (Óli Breckmann), Jógvan á Lakjuni (Rúna Sivertsen), Annita á Fríðriksmørk (Páll á Reynatúgvu), Finnur Helmsdal (Torbjørn Jacobsen), Katrin Dahl Jacobsen (Dan Petersen), Heðin Mortensen (Flemming Mikkelsen) og Jenis av Rana (Hans Pauli Strøm).
Vinnunevndin: Heini O. Heinesen (Torbjørn Jacobsen), Jógvan á Lakjuni (Rúna Sivertsen), Jákup Suni Joensen (Eyðun Viderø), Jákup Sverri Kass (Sámal Petur í Grund), Henrik Old (Kristian Magnussen), Dan Petersen (Katrin Dahl Jacobsen) og Alfred Olsen (Marjus Dam).
Rættarnevndin: Sámal Petur í Grund (Jákup Sverri Kass), Torbjørn Jacobsen (Finnur Helmsdal), Hergeir Nielsen (Annita á Fríðriksmørk), Eyðun Viderø (Jógvan á Lakjuni), Hans Pauli Strøm (Jóannes Eidesgaard) og Alfred Olsen (Lisbeth L. Petersen).
Landsstýrismálanevnd-in: Edmund Joensen (Flemming Mikkelsen), Kristian Magnussen (Vilhelm Johannesen) og Jógvan Durhuus (Hergeir Nielsen).
Norðurlandaráðið: Jógvan við Keldu (Jógvan á Lakjuni) og Dan Petersen (Heðin Mortensen).
Útnorðurráðið: Lisbeth L. Petersen (Alfred Olsen), Jógvan Durhuus (Torbjørn Jacobsen), Eyðun Viderø (Jørgen Niclasen), Henrik Old (Kristian Magnussen), Jenis av Rana (Edmund Joensen) og Sámal Petur í Grund (Jákup Sverri Kass).
Løgtingsgrannskoðarar: Hergeir Nielsen (Heini O. Heinesen), Óli Breckmann (Jógvan á Lakjuni), Kristian Magnussen (Henrik Old) og Flemming Mikkelsen (Alfred Olsen).
Lokalnevnd eftir grein 115, stk. 2 í rættargangslógini: Jógvan Durhuus (Finnur Helmsdal), Eyðun Viderø (Rúna Sivertsen), Katrin Dahl Jacobsen (Dan Petersen) og Marjus Dam (Lisbeth L. Petersen).
Eftirlit við varðhaldsfangum eftir grein 779 í rættargangslógini: Lisbeth L. Petersen og Finnur Helmsdal.