og aftur í dag vann Skúgvur, sum harvið er stórfavorittur at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð. Undanfarnu ferðirnar hevur Skúgvur verið fremstur allan róðrarteinin. Soleiðis var tað ikki í dag. Starturin [...] eiga eiðismenn, sum ikki hava verið við í hesi kappingini í mong ár. Hvalurin kappaðist leingi við Páll Fanga úr Klaksvík um fremsta plássið. Páll Fangi var eina løtu fremstur, men so tók Hvalurin bátin [...] Starturin hjá Skúgvi var ikki so góður. Men tá ið málið var gott og væl hálvrógvið bjóðaði Skúgvur av, og teir, sum inntil tá megnaðu ikki at halda tørn, og Skúgvur fór um málið frammanfyri Hvalin. Hvalin eiga
spælir í kvøld móti Inter D’Escaldes úr Andorra í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Inter D’Escaldes vann heimadystin 2-1. Tí skal Víkingur vinna dystin í Kvøld, sum verður spældur í Klaksvík [...] hevur tvey eyka kort at spæla í kvøld. Bæði Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen verða við í kvøld. Teir vóru ikki við í Andorra. Serliga Andreas Lava Olsen hevur spælt lítið í ár. Talan er um tveir royndar [...] sum kunnu geva Víkingi tað seinasta, um tað ikki eydnast at fáa hol á í kvøld. Tað er ikki avgerandi longur við útivallarmálum, so 1-0 til Víkingi er ikki nokk til at koma víðari. Teir skulu vinna við
meðan Smyril ikki er í sigling. Sum tað síðsta, so kom fram í gjár, at Galaxy sigldi suður við opnum hekkuportri seinnapartin 1. september. Altjóða reglar eru fyri slíkum sum siga, at skip ikki má loysa frá [...] Strandferðslan boðar í morgun frá, at tað valla verður siglandi um Suðuroyarfjørð við griksku ferjuni Galaxy, sum avlýsir Smyril, meðan hann er í dokk. Tí eru boðini frá Strandferðsluni hesi: Vegna vána [...] 7 hósdag 18. septembur. Suðuroyingar eru sera misnøgdir ferjuna, sum avloysi Smyril. Ferjan klárar ikki líka stóra aldu, sum Smyril, tí eru fleiri avlýsingar, har Smyril vala hevði avlýst. Leygardagin var
sær ein møguleika í hesari rutuni og setir skip inn í siglingina. Mín niðurstøða er tí einføld tann, at SSL treingir til framtakshugaðar visiónir og nýhugsan. Nú er ikki at sita hendur í favn, men vísa á [...] er sett í vanda, tí manningin á dekkinum er noydd at skunda sær so nógv. Ein ferðaætlan er ikki ein statisk náttúrulóg, og einasti, sum kann gera av, hvussu hendan sær út, er leiðslan á SSL. Ikki trúgvi [...] fyrr ella seinni, tað ger kanska ikki so nógv. Tað einasta, vit sum ferðafólk krevja, er, at skipið siglir til tíðina. So henda grundgevingin frá leiðsluni dugir ikki. Í kjalarvørrinum av nógva tosinum
tøvandi land í Norðurevropa, fór Danmark fyrst í 90’unum til at vera eitt av teimum londunum í vesturheiminum, sum hevur verið virknast í hernaðarátøkum kring allan knøttin. Danmark hevur í 30 ár veri eitt [...] onkisigandi land í Evropa, til at sita við teimum stóru dreingjunum í Arktiska Ráðnum, NATO og øðrum felagsskapum. Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, fór í kríggj saman við [...] Radarin er ikki ein partur av eftirlitinum av evropeiska meginlandinum, men heldur fyri at tippa holið út í atlantshavi – GIUK strætið. Av teimum 27 ES-limalondunum, eru bert 21 lond limir í NATO. Tað eru
um um, at Grønland, Ísland og Føroyar ikki sleppa at samstarva við støði í nýggju samstarvsavtaluni landanna millum, tí hann fer at ógilda avtaluna. Sum grannar í Norðuratlantshavi hava Føroyar, Grønland [...] Fiskiveiða. Vit eru ikki limir í ES. Ferðavinnan veksur við rúkandi ferð um okkara leiðir. Okkara grannatjóð fyri sunnan er á veg úr ES, og tað fer at hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Norðuratlantshavi [...] felags áhugamál í útnorðurhøpi. Mótvegis okkum sjálvum og umheiminum. Stutt eftir at semjan var gjørd, komu harraboð úr danska uttanríkisráðnum um, at tey góðtaka ikki avtaluna. Verður hon ikki broytt, fer
fyritøkunum, sum í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í oljuvinnuni á mongum økjum, er fyritøkan, Virkisráðgeving, í Runavík. Hóast Virkisráðgeving ikki er tann fyritøkan, sum er mest umrødd í oljuvinnuhøpi [...] Hetta eru ikki tey, sum eru mest sjónlig í oljuvinnuni, men tey hava ein fingur við í spælinum á nógvum økjum Tað er ikki at dylja, at oljuvinnan er ein ógvuliga samansett og fjøltáttað vinna, har summir [...] Hammer sigur, at tað eru fáar føroyskar fyritøkur í oljuvinnuni, har tey ikki hava havt ein fingur við í spælinum undir einum ella øðrum formi. Tað eru í allar mesta mun føroyskar fyritøkur, tey arbeiða
skilabest at gera. Vit hava so alla tíðina mett, at tað var ikki rætt at seta treytir av hesum slag í forkanningarloyvini. Eitt er hvat er vanligt og ikki í vinnuni, men at seta slík krøv frá fyrsta degi til [...] harnæst vildi tað verið ein álvarslig forðan í tí marknaðarføring, sum er í gongd. Martin Heinesen vísir á, at vit frá føroyskari síðu í løtuni eru inni í einum tíðarskeiði, har marknaðarføringin av føroyska [...] tænastur! -Tað var nakað serstakt. Har vóru treytir við, sum ikki eru í standardloyvunum til hini feløgini í dag. Western fekk eitt einaloyvi í tvey ár. Hetta varð gjørt fyri, at vit kundu seta teimum treytir
vera í kontrafasuni. Hjá norsku vengrunum var bara at renna við hondunum frammi, tí bólturin kom hvørja ferð í beinari linju beint í hondina á monnunum, og einsamallir við málverjanum sviku teir ikki. Sveinur [...] føroyska liðið kanska ikki telist millum tey bestu í heiminum, so hava vit einstakar leikarar, sum hava eina øgiliga skotstyrki. Ferð eftir ferð í seinna hálvleiki staðfesti hann, at hann í serflokki er tann [...] síggja. Ein av sterkastu hondbóltstjóðunum í løtuni var komin á vitjan, og tó at tað neyvan mundi vera nakar sum droymdi um veruligan spenning í dystinum, so er tað ikki á hvørjum degi, at høvi er at síggja
Maðurin er jú tann sami, sum tú hevur kent øll hesi ár, og sum tú ikki heldur vera broyttan stórvegis. Ikki fyrr enn tú fært onkra gamla mynd upp í hondina, varnast tú, at tíðarinnar tonn kortini onkursvegna [...] nakrar góðar krónur at forvinna. Sjúrði giftist í 1970 við Margit. Hon er uppvaksin í Klaksvík, og tey eru trímenningar. Tey settust niður eysturi á eiðinum í trøðni hjá Sivari, abbanum, sum Sjúrði eitur [...] royndi hann í mestan mun at venja tær sum dreingir. Hevði tær við til bjarga, á fjalli ella á floti. So tær hava mangan brattan farið, so sum at noyðast at leypa í bátin tá brimið skolaði niðan í hálvan V