Klassi í lítlan hálvleik

Ein fittan part av fyrra hálvleiki sýndi norska landsliðið, hvussu stórur styrkismunurin í veruleikanum var, men tá ferðin so varð sett nakað niður, fingu áskoðaranrir hóast alt ein undirhaldandi seinna hálvleik at síggja

Hondbóltur

Ítróttarhøllin á Hálsi var staðið, har mann skuldi verða sæddur leygardagin.
Tað man í øllum førum vera heilt langt síðani, at áhugin fyri einum hondbóltsdysti her á landi hevur verið somikið stórur, og eftir bert hálvum tíma vóru fyrstu 500 atgongumerkini seld, so tað stóð skjótt greitt, at høllin fór at verða stúgvandi full av fólki. Við fyrstu regluni verður eisini sipað til, at hetta samstundis var eitt sera gott høvi hjá teimum, sum vilja síggjast, og tað man ikki vera heilt av leið at gita, at stórur partur av uppstillaðu valevnunum í Suðurstreymoy vóru til staðar. Onkur teirra enntá við faldarum við persónligu valskránni.

Revsaðu ? hvørja ferð
Tað var tó hondbólturin, sum fólk vóru komin at síggja. Ein av sterkastu hondbóltstjóðunum í løtuni var komin á vitjan, og tó at tað neyvan mundi vera nakar sum droymdi um veruligan spenning í dystinum, so er tað ikki á hvørjum degi, at høvi er at síggja slíkar leikarar live.
Tað stóð eisini skjótt greitt, at styrkismunurin millum liðini bæði var øgiligur. Kanska ikki tað allar fyrstu løtuna, tá norska liðið byrjaði á sama hátt, sum teir gjørdu tað í Noreg. Við eini flataru verju heilt inni móti strikuni, so okkara eisini fingu høvi at royna seg. Eitt høvi, sum menninir nýttu til at fylgja við norska liðnum, til bæði liðini høvdu fingið sær tvey mál hvør, men so var eisini liðugt.
Næsta góða korterið ella har á leið fingu okkara menn nevnliga eina sanna lektión í, hvussu hondbóltur verður leiktur, tá hann er mest effektivur. Formatiónin í norsku verjunin var framvegis hin sama, men hon varð - øll sum hon var - skotin einar tveir metrar útfrá, og hóast hetta skuldi givið okkara monnum nakað betri pláss at bróta ígjøgnum, so var snøgt sagt ikki møguleiki til tess. Ístaðin gjørdist talan ofta um nølandi spæl og skotroyndir úr torførum støðum, og so fall revsingin. Og hon fall hvørja ferð. So skjótt sum eitt føroyskt skot var latið av, stungu norsku vongspælararnir avstað, og so kundu áskoðararnir bara hyggja at, hvussu ein sending skal vera í kontrafasuni. Hjá norsku vengrunum var bara at renna við hondunum frammi, tí bólturin kom hvørja ferð í beinari linju beint í hondina á monnunum, og einsamallir við málverjanum sviku teir ikki.

Sveinur lyfti avrikið
Flestu av áskoðarunum mundu hesa løtuna óttast, at Føroyar skuldu gerast offur fyri sannari avhølving, og høvdu norsku leikararnir megna at hildið støðinum, so er einki at ivast í, at hetta hevði verið úrslitið, men tíbetur fyri okkara, so hendi tað ikki.
Ístaðin kom so vælkenda støðan aftur, har lðiið setir ferðina nakað niður, tá sigurin kortini tykist vísur, og so var tað, at okkara av álvara sluppu upp í part.
Fyri steðgin gav Sveinur Justinussen føroyska liðnum eina vón um, at tað hóast alt mundi bera til at gera ein góðan figur, og sami Sveinur var eisni maðurin, sum í seinna hálvleiki staðfesti, at hóast føroyska liðið kanska ikki telist millum tey bestu í heiminum, so hava vit einstakar leikarar, sum hava eina øgiliga skotstyrki.
Ferð eftir ferð í seinna hálvleiki staðfesti hann, at hann í serflokki er tann føroyski leikarin, sum vit kunnu rokna okkum mest av í framtíðini, og tað er einki at siga til, um hann eftir dystin iðraði seg um, at hesin ikki varð vístur beinleiðis í norskum sjónvarpi. Norsku VIP?ararnir sótu beint aftan fyri føroysku fjølmiðlarnir, og har varð fleiri ferðir tutlað hálvgum hart í seinna hálvleiki, so tað skuldi verið løgið, um telefonin inni á Skála ikki fer at kima onkran dagin við fyrispurningum um, hvørt ungi leikarin hevur hug at koma inn á meginlandið at royna hondbóltsevnini.

Mugu bara læra
Sammett við norsku mótstøðuna, so fekk tó heldur ikki Sveinur gjørt so øgiliga nógv við, hvussu dysturin spældi av. Føroyar fingu snøgt sagt eina lítla uppvísing í, hvussu einfalt, skjótt og effektivt hondbóltur í veruleikanum kann spælast, og tó at normenn ongan tíð fóru at spæla fyri gallarínum, soleiðiðis sum onkur kanska hevði vónað, so vóru í løtum detaljur, sum vit sjáldan síggja her heima. Eitt nú Kristian Kjelling sendi Halgir somikið væl av við eini fótfintu, at hoyvíkingurin ikki bara varð tikin á skeiva beininum, men veruliga traðkaði til síðuna, soleiðis at normaðurin ístaðin bara rann beint fram inn á strikuna og smekkaði til.
Men hóast yvirmaktina, so mundi føroyska liðið hóast fáa sær ein lærupening úr dystinum. At vit kropsliga eru væl aftan fyri altjóða mótstøðuliðini er ein veikleiki, sum tað hevur verið arbeitt við nú í eina tíð, og enn er nakað væl eftir, áðrenn komið er á mál við hesum. Men tann parturin er tó betraður.
Hinvegin stendur eitt sindur verri til við breiddini í føroyska spælinum. Á bakplássunum hava vit skjúttar, sum væl kunnu standa seg í altjóða kappingum, og sum veruliga kunnu leggja trýst á, fáa teir bara eitt lítið sindur av plássi.
Hinvegin tykist støðan við vongspælinum ikki vera heilt so góð. Ella kanska skuldi verið skrivað, at hesir ikki fingu møguleikan at royna seg. Fyri ein ovurstóran part, so varð føroyska spælið nevnliga kroyst inn móti miðjuni, har skotsterku bakspælararnir skuldu taka sær av restini, men tað gjørdi samstundis uppgávuna hjá mótstøðuverjuni munandi lættari. Megnar føroyska liðið í størri mun at gerast ein hóttan av vongplássunum, so gevur tað alt fyri eitt enn meira pláss til hinar, tá spælið verður tambað til síðurnar, hendir tað, so er einki at ivast í, at vit í størri mun kunnu gerast ein hóttan. Kanska ikki móti Noreg, men tað er so ikki hvønn dag, at vit spæla móti teimum. Slíka mótstøðu fáa vit kanska bert eina ferð fyri hvørt tíggjuáraskeiðið, og tá kunnu vit ikki gera annað enn at njóta upplivingina. Tað gjørdu eisini bæði leikarar og áskoðarar leygardagin.