Spurningurin um hvørjar treytir eiga at verða settar útlendskum fyritøkum, sum gera kanningar á føroyskum øki í sambandi oljuleiting, hevur verið nógv frammi í seinastuni. Í samrøðum við Dimmalætting hava umboð fyri vinnuna oo. funnist harðliga at mannagongdini, sum føroysku oljumyndugleikarnar hava brúkt mótvegis seismikkfeløgunum. Málið hevur eisini fyrr verið frammi í Sosialinum og loftmiðlunum.
Herfyri segði ein av stjórunum í seismikkfelagnum PGS, at teir fóru at umhugsa møguleikan at gera meira brúk av føroyskum havnum og tænastum.
Men nú er so komið fram, at bert fá av teimum mongu seismikkfeløgunum, ið gera kanningar við Føroyar, brúka føroyskar tænastur. Hesar tænastu fáast skjótari og harvið bíligari í Hetlandi.
Vit fyrireika okkum
Sosialurin hevur spurt leiðaran á Oljufyrisitingini, Martin Heinesen, um tað ikki var eitt mistak ikki at seta ávís krøv til seismikkfeløgini um at brúka føroyskar tænastur!
-Hatta málið hevur verið frammi áður, og sjálvandi kunnu tað vera nógvar meiningar um, hvat er skilabest at gera. Vit hava so alla tíðina mett, at tað var ikki rætt at seta treytir av hesum slag í forkanningarloyvini.
Eitt er hvat er vanligt og ikki í vinnuni, men at seta slík krøv frá fyrsta degi til seismikkfeløgini, sum skulu gera kanningar, er fyri tað fyrsta óhoyrt, og harnæst vildi tað verið ein álvarslig forðan í tí marknaðarføring, sum er í gongd.
Martin Heinesen vísir á, at vit frá føroyskari síðu í løtuni eru inni í einum tíðarskeiði, har marknaðarføringin av føroyska økinum er ómetaliga týdningarmikil.
-Hetta er ikki oljuvinnan. Hon er enn ikki byrjað í Føroyum. Talan er um eina fyrireiking til oljuvinnu, har tað verður roynt at marknaðarføra føroyska økið so skilagott tilber, soleiðis at áhugin verður størst møguligur. Sjálvandi er áhugin nógv tengdur at tí, sum feløgini meta og vóna. Men hvussu myndugleikarnir handfara feløgini er eisini týdningarmikið í øllum hesum. At seta, í teirra eygum heilt óhoyrd og órímulig krøv, bara tey skulu hava eitt loyvi her til at gera avmarkaðar kanningar, vildi virkað heilt í andsøgn við endamálið at marknaðarføra føroyska økið.
Nógv stig tikin frá føroyskari síðu
Martin Heinesen vísir annars aftur atfinningunum um, at teir bara fylgja øðrum og gera tað, sum aðrir hava gjørt.
-Vit fylgja so avgjørt ikki bara hinum. Tað verður so sanniliga gjørt nógv frá føroyskari síðu, sum aðrir ikki hava gjørt ella gera. Við hesum sipar hann m.a. til tað stóra umhvørvisprojektið, (GEM) sum útlendsk oljufeløg fíggja, og sum er eindømi í oljusøguni.
-Eg veit ikki um nakað stað í verðini, har oljufeløgini hava fingið til uppgávu saman og saman við føroyskum myndugleikum at gera eitt so stórt umhvørvisprojekt, sum tað, ið talan er um at gera fyri føroyska økið. Á henda hátt verður kompetansa uppbygd hjá føroyskum stovnum og kanningar gjørdar, áðrenn nakað av feløgunum hevur fingið nakað loyvi og trygd fyri nøkrum. Hetta stig kemur beinleiðis frá Oljufyrisitingini. So tað er ikki rætt at siga, at eingi initiativ verða tikin hagani.
Western eindømi
Vit spurdu Martin Heinesen, hvussu tað ber til, at krøv vórðu sett Western, tá hetta seismikkfelagið arbeiddi á føroyskum øki fyri nøkrum árum síðani - at tað tí brúkti føroyskar tænastur!
-Tað var nakað serstakt. Har vóru treytir við, sum ikki eru í standardloyvunum til hini feløgini í dag. Western fekk eitt einaloyvi í tvey ár. Hetta varð gjørt fyri, at vit kundu seta teimum treytir um at gera eina umfatandi kanning av øllum tí føroyska økinum og ikki bert í einum horni, sum var tað mest áhugaverda. Tað er ein partur av tí politikki, sum er rikin. Av tí at Western fekk fyrimunin at vera einsamalt á føroyskum øki, kundi tú so eisini seta teimum fleiri treytir. Fær eitt felag ikki ávísar fyrimunir, so ber heldur ikki til at seta tí serstakar treytir. Og nettup tað sama ger seg galdandi, tá tað kemur til oljufeløgini. Fyri at tey skulu fáa fyrimunir til leiting osfr. ber eisini til at seta teimum treytir.
Martin Heinesen sigur annars , at Oljufyrisitingin avgjørt eggjar seismikkfeløgunum til at brúka føroyskar tænastur, men hetta verður sum nevnt ikki sett fram sum nakað krav.
Landskassin inntøkur frá forkanningum
Hann vísir annars aftur pástandunum um, at eingir pengar eru komnir til føroya samfelagið, síðani kanningarnar byrjaðu. Hann vísir á, at landskassin hevur fingið eina tveysiffraða milliónaupphædd í gjøldum fyri tey ymsu loyvini.
Tað hevur onkuntíð verið frammi, at manningarnar á seismikkskipum, útgerðarskipum oø., sum arbeiða á føroyskum øki, áttu at rindað skatt í Føroyum.
Hvat sigur Martin Heinesen til henda spurningin!
-Í sambandi við oljuskattalógina verður arbeitt við tí spurninginum bæði í Oljuráðleggingarnevndini og hjá Toll- og Skatt.
Leiðarin á Oljufyrisitingini sigur, at ein av høvuðsuppgávunum hjá Oljufyrisitingini er at royna at marknaðarføra tað føroyska økið á ein skilagóðan hátt.
-Um tað er eydnast higartil mugu so onnur meta um. Í hvussu er síggja vit, at nógv oljufeløg og seismikkfeløg eru sera virkin á føroyskum øki. Spurningurin, sum tó er ómøguligur at svara, er, hvussu stórur hevði aktiviteturin verið, um vit frá byrjan settu slík strong krøv, sum nú eru frammi í orðaskiftinum. Eg havi mín iva, um virksemið tá hevði verið tað sama, sum tað er í dag. Og tað eru nettup umrøddu forkanningar, sum eru ein týðandi partur av, hvussu stórur áhugin verður fyri at verða við í leitingini við Føroyar.
Martin Heinesen sigur, at vit sjálvandi kundu sett strong krøv frá fyrsta degi, men skuldi tað havt við sær, at feløgini hildu seg burtur, tí tað eru óhoyrd krøv í teirra verð, so hevði ikki verið væl vorðið.
Hann vísir annars á, at tað eru tey fægstu skipini, sum eru á føroyskum øki í fleiri mánaðir.
Leiðarin av Oljufyrisitingini sigur, at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit seta strong krøv. Hetta má altíð setast í ein samanhang og metast má um bæði fyrimunir og vansar.
Higartil í ár eru givin 9 forkanningarloyvi. Tey eru til Digicon, BP, Geoteam, Nopec, PGS, Arco, Shell, Saga og Geco Pracla.