Víkingur hevur tveir jokarar í dag

UEFA Conference League: Jóhan Petur Poulsen hevur tvey eyka kort at spæla í kvøld

Víkingur spælir í kvøld móti Inter D’Escaldes úr Andorra í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Inter D’Escaldes vann heimadystin 2-1. Tí skal Víkingur vinna dystin í Kvøld, sum verður spældur í Klaksvík.

 

Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, hevur tvey eyka kort at spæla í kvøld. Bæði Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen verða við í kvøld. Teir vóru ikki við í Andorra. Serliga Andreas Lava Olsen hevur spælt lítið í ár.

 

Talan er um tveir royndar og málfarligar spælarar, sum kunnu geva Víkingi tað seinasta, um tað ikki eydnast at fáa hol á í kvøld. Tað er ikki avgerandi longur við útivallarmálum, so 1-0 til Víkingi er ikki nokk til at koma víðari. Teir skulu vinna við tveimum fyri at beint víðari.

 

Dysturin millum Víking og Inter D’Escaldes úr Andorra verður í Klaksvík í kvøld klokkan 19.