Tað eru knotur í sandavágsmonnum

6-mannafør menn: Hóast teir ikki vóru so væl við í startinum, so megnaðu sandavágsmenn umborð á Skúgvi at vinna fyri triðju ferð

Mynd:kvf.fo

Tað var framúr spenningur, tá ið 6-mannaførini kappróðu á Trongisvágsfirði. Bæði á norðoyastevnu og sundalagsstevnu var Skúgvur úr Sandavági fremstur, og aftur í dag vann Skúgvur, sum harvið er stórfavorittur at vinna FM heitið fyri fyrstu ferð.

 

Undanfarnu ferðirnar hevur Skúgvur verið fremstur allan róðrarteinin. Soleiðis var tað ikki í dag. Starturin hjá Skúgvi var ikki so góður. Men tá ið málið var gott og væl hálvrógvið bjóðaði Skúgvur av, og teir, sum inntil tá megnaðu ikki at halda tørn, og Skúgvur fór um málið frammanfyri Hvalin.

 

Hvalin eiga eiðismenn, sum ikki hava verið við í hesi kappingini í mong ár. Hvalurin kappaðist leingi við Páll Fanga úr Klaksvík um fremsta plássið. Páll Fangi var eina løtu fremstur, men so tók Hvalurin bátin úr Klaksvík, og so var tað, at Skúgvur vísti, hvat býr í teimum úr Sandavági og vann.

 

##med2##

 

 

 

##med3##

 

Mynd:kvf.fo