Hetta eru ikki tey, sum eru mest sjónlig í oljuvinnuni, men tey hava ein fingur við í spælinum á nógvum økjum
Tað er ikki at dylja, at oljuvinnan er ein ógvuliga samansett og fjøltáttað vinna, har summir partar eru sjónligari enn aðrir.
Ein av teimum føroysku fyritøkunum, sum í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í oljuvinnuni á mongum økjum, er fyritøkan, Virkisráðgeving, í Runavík.
Hóast Virkisráðgeving ikki er tann fyritøkan, sum er mest umrødd í oljuvinnuhøpi, hevur hon verið í vinnuni í nógv ár, og tey hava eisini verið við á oljumessum tey seinastu nógvu árini.
Tað, sum tey serliga hava lagt seg eftir, er at veita virkjum og fyritøkum í oljuvinnuni ráðgeving á nógvum økjum.
- Eitt, sum vit gera serliga nógv við, er at hjálpa fyritøkum, sum ætla sær upp í oljuvinnuna at lúka øll tey krøvini og at fáa tær góðkenningar, sum oljuvinnan setir til sínar veitarar, sigur Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving.
Her kann talan vera um góðskuskipanir, heilsu- og trygdarskipanir, sum oljuvinnan setir stór krøv til og umhvørvisskipanir.
Tað merkir, at ein fyritøka, sum hevur hug at royna seg í oljuvinnuni, kann venda sær til Virkisráðgeving og fáa hjálp til at lúka allar tær treytir, sum oljuvinnan setir.
Og hetta er eitt virki, sum tey hava rakt blett við, tí Símun Hammer sigur, at tað eru fáar føroyskar fyritøkur í oljuvinnuni, har tey ikki hava havt ein fingur við í spælinum undir einum ella øðrum formi.
Tað eru í allar mesta mun føroyskar fyritøkur, tey arbeiða fyri, men viðskiftafólk eru eisini uttanlands.
- Tað eru nógvar fyritøkur, sum venda sær til okkara og har vit hava hjálpt teimum at fáa tær neyðugu góðkenningar.
Hevur ein fyritøka brúk fyri fólki, kann ráðgevingarvirkið í Runavík eisini hjálpa til við tí.
- Vit hjálpa fyritøkum at finna tey røttu starvsfólkini til millumleiðararstøði á ymsum stigum, og tað er eisini ein stórur partur av okkara virksemi.
Á Virkisráðgeving eru 3,5 størv í løtuni, og tey hava útbúgvingar í búskapi, virkisbúskapi, fiskivinnubúskapi og marknaðarføring.
Uppfata tað ikki bindandi
Ein stórur spurningur í sambandi við eina føroyska oljuvinnu hevur verið, í hvønn mun føroyingar skulu krevja at sleppa upp í part, tað verði seg bæði føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi.
Vit krevja, at vørur og tænastur í sambandi við oljuvinnuna skulu um føroyskan bryggjukant.
- Eg ivist ikki í, at oljufeløgunum høvdu dámað best at sloppið at brúkt tær tænastur og teir hentleikar, tey eru von at brúka, og sum tey kenna, eitt nú í Hetlandi og Aberdeen, tí vinnuliga hevði tað uttan iva verið tað besta, sigur Símun Hammer.
Men hinvegin er tað eisini avgjørt hansara fatan, at feløgini uppfata tað ikki serliga bindandi, at vørur og tænastur skulu um føroyskan bryggjukant.
- Eg haldi ikki, at oljufeløgini halda, at tað er eitt órímiligt krav, at tey skulu brúka eina føroyska oljuhavn, tí lutfalsliga er tað ein ógvuliga lítil meirkostnaður at brúka eina føroyska havn framum eina útlendska havn, vissi talan er um ein meirkostnað yvirhøvur.
- Tað er meiri tað, at teimum dámar uttan iva best at brúka tað, tey kenna. Men tá ið kravið um føroyskan bryggjukant er har, halda tey seg bara til tað, og tað er ikki mín uppfatan, at tað er nakar stórvegis trupulleiki hjá teimum.
Hinvegin heldur Símun Hammer ikki, at tað er rímiligt, at føroyingar skulu hava framíhjá rætt til at virka í oljuvinnuna framum onnur.
- Men eg haldi, at vit eiga at halda fast við kravið um, at føroyskar fyritøkur skulu hava ein veruligan møguleika at koma uppí, har tær eru kappingarførar.
- Tað er skeivt, at føroyskar fyritøkur ikki skulu sleppa framat, bara tí at tær eru ókendar, og tí er tað rætt at krevja, at vit fáa ein veruligan møguleika, har vit eru kappingarførir, sigur stjórin í Virkisráðgeving.
Og hann hevur heldur onki ímóti, at vit halda fast við bryggjukantin.
Skal vera eitt miðvíst val
Men hvussu er so hjá føroyskum fyritøkum at gerast partur í oljuvinnuni?
- Tað letur seg væl gera, og veruleikin er, at tað longu nú eru nógvar føroyskar fyritøkur við í oljuvinnuni, staðfestir Símun Hammer.
Men hann leggur eisini dent á, at tað er ikki bara sum at siga tað.
- Skal ein føroysk fyritøka upp í oljuvinnuna, skal tað vera eitt miðvíst val, og tað skal leggjast ein miðvís ætlan og ein miðvísur málsetningur fyri at koma uppí. Tað er ikki ein verkætlan, sum gongur yvir 14 dagar, men nakað, sum tekur nógva tíð og krevur nógva fyrireiking, tí tað skulu nógvar góðkenningar til og mangan eisini nógv trygdarskeið og onnur skeið til starvsfólk, eitt nú, tá ið ætlanin er at virka í frálandavinnuni.
- Eg haldi ikki, at føroysku krøvini eru órímilig. Hinvegin haldi eg, at tað hevur elvt til nógv størri trupulleikar, at vit ikki hava havt eina tvískattaavtalu við Bretland. Eg havi avgjørt uppfatan av, at tað hevur verið ein nógv størri trupulleiki
- Men hon er so komin, so nú er tann forðingin burtur.
Sjálvur væntar Símun Hammer, at tey næstu árini fara vit at síggja eitt føroyskt vinnulív, sum er nógv virknari í oljuvinnuni, enn vit hava sæð higartil og umframt tær fyritøkur, sum longu eru í oljuvinnuni, eru tað fleiri aðrar fyritøkur, sum miðvíst arbeiða fram í móti eini oljuvinnu.
- Veruleikin er, at hóast vit ikki hava nakra beinleiðis oljuvinnu í Føroyum, hevur virksemið, sum hevur verið rundan um okkum, latið eyguni upp hjá føroyskum fyritøkum fyri, at hetta er ein møguleiki, sum er verdur at taka við, sigur hann.









