rúgvu av myndum av barni mínum á Facebook, og eg hevði onki filtur. Tá eg hevði verið mamma í eitt hálvt ár, byrjaði eg at hugsa meg alsamt meir um, og valdi tilvitað at minka um myndirnar av mínum barni [...] hon ger tað, og at hon ikki ger tað ofta. -Hava vit havt tað serliga stuttligt ein dag, og eg havi eina góða mynd av tí, so velji eg onkuntíð at leggja hana út í staðin fyri at vísa hana fyri familjulimunum [...] ikki klári at lata vera, sigur hon Hví skulu øll hava atgongd til hesar upplýsingarnar og myndirnar av børnum okkara, spyr hon. Hon heldur, at hóast vit í Føroyum kenna okkum trygg, so kann tað sum vit leggja
n leggja dent á, at avtalur um skerd verkføll hava verið galdandi í mong ár í grannalondum okkara. Harvið mana ráðið og Ruth Vang fram ta fatan, at vit í Føroyum eru eftirbátar. Tað eru vit ikki! Og tá [...] øllum at døma hava nøkur teirra tikið ræðandi retorikkin til sín. Vit spyrja, um tey harvið hava sett spakan í til sína egnu grøv? Ið hvussu er,er okkara fatan, at teirra verkfalsamboð í ringasta føri [...] Tað er okkum álagt í semingslógini at hava eina avtalu um fráboðanarform- og freist í samband við verkfall. Bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya hava eina avtalu, so
Skipafelagnum, har hon sigldi í eitt ár, til hon fór á HF-skúla. Tá Ingerð hevði fingið húgvuna, fór hon eitt hálvt-áraskeið á sjófartsskúla í Svendborg. Eftir tað arbeiddi hon eitt ár á Hagdeildini, sum Føroya [...] Vistafjord. Hetta var í 1997, og síðani tá hevur hon verið umborð á fleiri skipum hjá Cunard Line. Tað tók henni sløk fimm ár at arbeiða seg upp á toppin í reiðarínum. Og í juni í fjør upprann stóra løtan [...] veruleika. Hon varð sett í starv sum mannskapskapteinur umborð á Seaburn Pride. Vistafjord og fleiri av skipunum, sum Ingerð hevur siglt við, hava verið í Føroyum. Tá Vistafjord í 1998 fyrstu ferð kom á
»bestu búffar í býnum« fram, vildi tað verið stór synd, um ikki bar til at drekka eitt glas av víni afturvið. Og at tað er hetta, vit hava lagt dent á, vísir, at vit bert hava søkt um hálvt skeinkiloyvi [...] sum eru liður í sonevndum matketum, mundu tað vera mong sum væntaðu, at ein matstova í sama flokki fór at loysa Perluna av, eitt nú Jensen’s Bøfhus. Men Havgrímur vildi royna nakað annað. - Eg vildi gera [...] løgirnar, sigur Havgrímur Johannesen. Hetta passar eisini betur inn í umhvørvið í SMS. - Vit vita jú, at tað vitja nógvar barnafamiljur í SMS, og tí er tað eitt fullkomið høvi hjá foreldrunum at fáa sær ein
professionellar leikarar, men í mun til »Jósef og litfagra dreymakotið« er í hesum føri, ein sera stór rekruttering gjørd uttanfyri studentaskúlan. Fleiri av leikarunum hava gingið í studentaskúlanum. Men ein [...] nógvar orðingar í leikritinum veruliga leggja upp til at spæla uppá dialektirnar. So kundi mann veruliga nýtt ríkidømi í máli okkara, sum mann í øðrum førum hevur gjørt tað. Tí vit hava nógvar dialektir [...] bara Alt í alt, kann mann siga, at leikurin helst er verdur at fara til. Tað er bara annað hvørt ár, at ein tílíkur leikur verður settur upp. Hesin er ikki líka góður sum hinir, og um tvey ár velja tey
yvir høvdið einaferð í tíðini. Hann sigur, at hann nú hevur staðið í nógv ár sum nummar 14 á einum lista yvir umsøkjarar eftir grundstykki í Kollafirði. - Har havi eg staðið í nógv ár nú, men enn røkist [...] og Jákup Súni Jacobsen. Í fleiri ár hava teir báðir roynt at fáa grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Og nú er bikarið fult og teir hava mist tolið. - Tað sær ikki [...] yvirhøvur er áhugað í at fáa fólk at búsetast í bygdini. Teir siga, at trupulleikin at fáa grundstykki í Kollafirði, hevur verið so stórur, at hetta hevur fingið fleiri húski at flyta í aðrar kommunur at
Jacob Simonsen. Hann skilir als ikki, at ein embætismaður í Fíggjarmálaráðnum í samráðingunum skal hava so stórt vald á Landssjúkrahúsiðnum. - Í øllum øðrum londum hevði politiska skipanin fyri langari [...] Landsjúkrahúsið: Í dag eru 10 dagar lidnir, síðan teir flestu portørarnir i landinum fóru í verkfall. Og nú er averkfallið av álvara farið at merkjast á Landssjúkrahúsinum. Í forhøllini standa fleiri sekkir [...] klæðum og av burturkasti hvørt um annað. Tað sama er á øllum deildunum. Á onkrari deild hava starvsfólkini tikið eina stovu burturav til at koyra skitin klæðir og burturkast í. Vindeygað er opið orsakað av
Jarnbardi hava altíð staðið í skugganum av kvinnumanningini. Undanfarnu árini hava teir ongantíð vunnið. Men nú hava teir umborð á nýggja bátinum vunnið tvær ferðir. Tey sjey stigini, sum teir fingu í Sandavági [...] hundrað metrunum, at teir hava bart seg úr miðjuni og fram í spíssin, og tá harafturat verður lagt, at málið á Ólavsøku verður væl styttri, enn málini hava verið higartil í ár. Um Jarnbardur vinnur á Ólavsøku [...] bragdligir á fyrstu metrunum, og enn eina ferð duttu teir langt aftur í røðina. Sølmundur hevur ikki staðið seg nakað serligt higartil í ár. Hann endaði á fimta plássinum, men hann setti fitta løtu dám á, og
sum Magni Jacobsen í VB-verjuni ikki fekk beint burtur. Einar var staddur í málteiginum og hevði tí lætt við at skumpa bóltin inn til 1-0. TB fekk fyrsta málið í 1. deild í fleiri ár eftir bara eitt korter [...] Fyri tað fyrsta eru trý stig fingin til høldar í fyrsta dystinum, men harafturat var mótstøðuliðið VB, sum hevur verið fremsta liðið í Suðuroynni í fleiri ár, eftir at TB sum oftast hevur havt hendan heiðurin [...] TB hevur ikki spælt í 1. deild síðan kappingarárið 1998, tá liðið flutti niður. Teir hava á hvørjum ári verið millum favorittarnar at flyta uppaftur, men tað eydnaðist ikki fyrr enn í fjør, tá teir vunnu
Vestmanna. Higartil hetta kappingarárið hevur VÍF sýnt eina nærum ræðandi styrki, og millum annað høvdu teir fyrr í ár hølvað Neistan av. Sum um hetta ikki var nóg mikið, tykjast vestmenningarnir at vera styrktir [...] Vestmenningar settur als ikki somu ferð á spælið, sum teir onkuntíð hava gjørt, og serliga í byrjanini av dystinum tóktust teir illa skipaðir í verjupartinum, meðan álopsparturin ikki hekk saman. Hóast Neistin [...] so mundu áskoðararnir tó alla tíðina hava varhugan av, at hetta ikki fór at halda. Spakuliga kom eisini betri skil á spælið hjá VÍF. Teir tettu holini í verjuni, og í álopspartinum sýndu serliga Ini og Sámal