Tað sum vit leggja út á netið kann lættliga misnýtast

heldur mamma at tveimum gentum, sum ikki leggur myndir av teimum út óneyðuga

Hvørja ábyrgd hava foreldur av myndum av børnum teirra, sum verða deildar á sosialu miðlunum. Skulu foreldur hugsa seg serliga væl um, áðrenn tey leggja myndir og skriva um, hvat barnið sigur og ger? Tað heldur 24 ára gamla Hervør Ólafsdóttir Lützen, sum tilvitað hevur valt at minkað um myndir av døtrum sínum á sosialu miðlunum

 

 

- Tá eg varð mamma fyri fyrstu ferð, legði eg eina rúgvu av myndum av barni mínum á Facebook, og eg hevði onki filtur. Tá eg hevði verið mamma í eitt hálvt ár, byrjaði eg at hugsa meg alsamt meir um, og valdi tilvitað at minka um myndirnar av mínum barni, sum eg legði á netið, sigur Hervør Ólafsdóttir Lützen.

 

 

24 ára gamla mamman greiðir frá, at valið hon hevur tikið ikki merkir, at hon als ongar myndir leggur út, men at hon hugsar seg væl um, áðrenn hon ger tað, og at hon ikki ger tað ofta.

 

 

-Hava vit havt tað serliga stuttligt ein dag, og eg havi eina góða mynd av tí, so velji eg onkuntíð at leggja hana út í staðin fyri at vísa hana fyri familjulimunum ein og ein. Eisini skrivi eg tøkk og hefti myndir við um jólini, páskirnar, til føðingardagar og aðrar merkisdagar. Og tað leggi eg á veggin hjá mær á facebook, sigur hon.

 

 

-Eg hugsi um, hvørt døtrar mínar verða keddar seinni í lívinum, av tí sum verður lagt út av teimum. Tí royni eg eisini at lata vera við at skriva sovorið, sum tær siga og gera, sum eg haldi kundi verði flovisligt hjá teimum, tá tær verða eldri, hóast eg av og á ikki klári at lata vera, sigur hon

 

 

Hví skulu øll hava atgongd til hesar upplýsingarnar og myndirnar av børnum okkara, spyr hon. Hon heldur, at hóast vit í Føroyum kenna okkum trygg, so kann tað sum vit leggja út lættliga misnýtast av fólki, sum ikki vilja teimum tað besta. Tá vit leggja alla hesa informatiónina á netið, so er hon beint har, lætt atkomulig fyri tey, sum vilja misbrúka hana.

 

 

-Vit foreldur mugu øll hugsa um hesar ymisku støðurnar, sum kunnu henda. Tað er bert hugflogið, sum setur mørkini fyri, hvat henda kann á netinum, sigur hon.

 

 

Hon er tó væl tilvitað um, at tað eru ymiskar meiningar á hesum økinum, og at øll ikki halda at tørvur er á at gera so nógv burturúr júst hesum.

 

 

-Vit hava øll rætt til eina meining um evnið, og velja eisini sjálvi, hvussu vit vilja pakka okkum og børn okkara inn. Eg haldi tó, at av tí at eg havi ábyrgdina fyri teimum, so vil eg tryggja meg og døtrarnar eftir bestu sannføring, sigur hon avgjørd.

 

 

Les meir um júst hetta í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið nú.