TB hevur ikki spælt í 1. deild síðan kappingarárið 1998, tá liðið flutti niður. Teir hava á hvørjum ári verið millum favorittarnar at flyta uppaftur, men tað eydnaðist ikki fyrr enn í fjør, tá teir vunnu 2. deild. Hóast ein langan steðg frá 1. deildar fótbólti skuldu TB-viðhaldsfólk ikki bíða leingi eftir sigrinum.
Nógv vænta, at TB fer at hava eitt torført kappingarár, men TB hevur tó fingið eina dreymabyrjan, tá tvøroyrarmenn vunnu 1-0 á arvafíggindanum úr Vági, og roknast kann við, at hesi trý stigini eru ógvuliga kærkomin at fáa longu í fyrsta dystinum.
Einar Petersen fekk einasta málið í dystinum. Bólturin datt heldur tilvildarliga fyri føturnar á miðvallaranum, eftir at Dan Mortensen hevði lagt ein bólt innfyri úr høgru, sum Magni Jacobsen í VB-verjuni ikki fekk beint burtur. Einar var staddur í málteiginum og hevði tí lætt við at skumpa bóltin inn til 1-0. TB fekk fyrsta málið í 1. deild í fleiri ár eftir bara eitt korter. Hetta vísti seg eisini at vera vinnandi og avgerandi málið.
VB royndi at trýsta
Dysturin var rokmikil og lítið av góðum fótbóltsspæli var at síggja á vøllinum sunnudagin. Hetta munnu fólk á Tvøroyri leggja líka í, tí teirra lið fór við sigrinum, og so kann alt annað gera tað sama.
Ógvuliga fáir málmøguleikar vóru í fyrra hálvleiki, og málverjarnir høvdu tí lítið at gera. VB hevði tó bóltin meira, men tað gekk striltið við at umseta leikligu yvirvágina til málmøguleikar.
VB saknaði óivað Birgir Jørgensen í álopinum, tí hann hevði givið teimum fleiri møguleikar í álopsspælinum enn Gisli Sveinbjørnsson og Robert Cieslewicz, sum ikki fingu serliga nógv burturúr henda dagin.
Eftir steðgin fór VB at stýra dystinum alt meira, men hóast trýst varð lagt á málið hjá Lars Müller, kom lítið burturúr. VB legði nógvar langar bóltar inn í brotsteigin og hevði eisini fleiri hornaspørk, men einki spurdist burturúr.
At VB sendi nógv fólk fram á vøllin, gav TB møguleikan í skjótálopum, og fleiri ferðir høvdu TB-leikararnir møguleika at skapa stórar málmøguleikar, men vantandi neyvleiki hevði við sær, at Bjarni Johansen sjáldan noyddist at toyggja seg.
Á VB-liðnum var stórur saknur í Birgiri Jørgensen, sum altíð er vandamikil, og Tóra Holm. Teir spældu báðir við 2. deild, sum tapti 3-2 í Sumba leygardagin. Hesir báðir royndu leikararnir høvdu ivaleyst styrkt nógv um liðið. Marek Viersbicki var heldur ikki við vegna skaða í rygginum. Undir dystinum noyddust bæði Jón Pauli Olsen og Magni Jacobsen av vøllinum venga skaða, og hetta darvaði spælinum hjá VB almikið.
Nenad kundi javna
VB hevði tó ein sera stóran møguleika at javna í teimum seinastu minuttunum. Ein av nýggju leikarunum á liðnum, Nenad Zivanovic, tók bóltin niður við bringuni staddur fimm metrar frá málinum. Hann langaði til, men bólturin fór framvið málinum, tá tey flestu frammanundan høvdu sæð eitt mál til VB fyri sær.
At enda sendi venjarin Predrag Zivkovic fram í álopið, men hann kundi einki gera við støðuna. VB-ararnir kendu seg snýttar fyri tvey brotsspørk í seinna hálvleiki, men hesum taka TB-leikararnir helst ikki undir við.
Annars var dysturin merktur av, at hetta var ein grannauppgerð millum arvafíggindar. Menn góvu alt teir høvdu, og nógv hart spæl var at síggja. Tó fullu bert fimm gul kort, og onkur vil vera við, at dómarin kundi væl givið fleiri kort í dystinum.
Hvørki TB ella VB kann breggja sær av at hava spælt góðan fótbólt leygardagin, og kanska kundi man vænta nakað meira av VB, sum hevur styrkt seg við fleiri leikarum undan hesum kappingarárinum.
Hesin sigurin man vera ógvuliga søtur hjá TB. Fyri tað fyrsta eru trý stig fingin til høldar í fyrsta dystinum, men harafturat var mótstøðuliðið VB, sum hevur verið fremsta liðið í Suðuroynni í fleiri ár, eftir at TB sum oftast hevur havt hendan heiðurin. Sigurin hjá TB sunnudagin var tó ikki óuppiborin, tí teir stríddust fyri stigunum.
Dysturin í tølum:
TB ? VB 1-0 (1-0)
1-0: Einar Petersen
TB: Lars Müller ? Tórur Mortensen, Andras Nolsøe, Vladimir Matijivic ? Bárður Dimon, Rasmus Nolsøe, Einar Petersen, Zoran Mancic, Dan Mortensen ? Aleksandar Radosavljevic, Allan Michelsen
VB: Bjarni Johansen ? Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic ? Mortan úr Hørg, Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Nenad Zivanovic, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Gisli Sveinbjørnsson










