Landsjúkrahúsið: Í dag eru 10 dagar lidnir, síðan teir flestu portørarnir i landinum fóru í verkfall.
Og nú er averkfallið av álvara farið at merkjast á Landssjúkrahúsinum. Í forhøllini standa fleiri sekkir av skitnum klæðum og av burturkasti hvørt um annað. Tað sama er á øllum deildunum. Á onkrari deild hava starvsfólkini tikið eina stovu burturav til at koyra skitin klæðir og burturkast í. Vindeygað er opið orsakað av deyminum.
Summastaðni, ett nú á skaðastovuni, síggjast stórar flugur flúgva rundan av burturkastið.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur onga avtalu um at beina burtur skitnu klæðini og burturkastið. Luktur smittar ikki, men kemur hol á ein posa, og tað seyrar frá, fáa yvirlæknarnir álagt frá leiðsluni at fáa posan burtur frá ferð til ferð.
Halda eyga við verkfalsbrótarum
Rani í Líð, álitismaður hevur uppgávuna at ansa eftir, at onnur starvsfólk ikki gera arbeiðið hjá portørunum. Nakrar ferðir hevur hann verið eftir sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava gjørt portørarbeiði. Hann hevur ikki steðgað teimum, men boðað felag teirra frá.
- Har hevur Vár í Gong, forkvinna verið góð at samstarvað við, sigur Regin í Líð. Hann sigur, at stuðulin frá fleiri feløgum styrkir støðuna hjá portørunum væl.
Undir verkfallinum eru bara fáir portørar til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, ein vaktleiðari, fýra portørar, soleiðis at tveir sjúkrabilar kunnu fra út og so álitismaðurin.
Men teir gera bara bráfeingis arbeiði. Tá ið deildirnar skulu hava sengur ella klæðir, gevur portørarnir loyvi til, at deildirnar fáa hetta.
Standa fast
Rani i Líð sigur, at portørarnir hava ongan skund at fáa verkfallið av, tí nú gevast teir ikki, fyrr enn teir hava fingið kravdu lønarhækkanin.
- Vit eru allir sum ein stórur steinur, ið ikki kann flytast, sigur Rani í Líð.
Hann heldur, at fólk skilja teirra krav um at fá hægri løn. Byrjanarlønin er góðar 17.000 krónur, og eftir 15 ár i starvi er lønin góðar 19.000 krónur.
- Hetta er alt, alt ov lítið. Vit krevja at fáa løn í mun til ábyrgdina, og hugsast má eisini um, at vit hava útbúgving sum viðgerðar. Vit eru bara løntir sum ófaklærdir arbeiðsmenn, sigur Regin í Líð.
Liva av yvirtíð
Hann heldur lønina vera alt ov lága, og tað hevði ikki gingið, um teir ikki fingu yvirtíðarløn og viðbøtur.
- Men tað kann ikki vera rætt, at vit skulu liva av yvirtíðini, sigur hann.
Nakað annað er, at nú Landssjúkrahúsið skal sara so nógv, verður kravt, at portørarnir fríganga. Minni fáa teir útgoldið.
Av teimum 45 portørunum í landinum eru bara fýra framvegis limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Harav eru tríggir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so har gongur arbeiðið sína vanligu gongd. Regin í Líð skilir væl teir fýra menninir, at teir ikki vilja skifta felag, tí teir eru komnir so upp í árini, at teir missa eftirløn við at flyta.
- Vit hava allir valt hetta arbeiði, tí okkum dámar tað. Okkum dámar at hjálpa fólki, men nú eru tað vit, sum hava brúk fyri hjálp, sigur Regin í Líð.
Hann rósar portørleiðsluni, sum ger nógv fyri at betra arbeiðsførleikarnar hjá portørunum. Men lønin átti at fylgt við, sigur hann.
Regin í Líð nevnir, at eftir 20 árum er lønin bara hækkað við 4.500 krónum.
Gevur meira at lossa
Hann er snnførdur um, at tapa portørarnir hetta stríðið, fara summir at umhugsa at gevast, tí tað gevur væl hægri løn eitt nú at lossa á keiini.
Hans Jacob Simonse, sum er leiðani yvirlækni á Bráðdeildini og hevur læknaligu ábyrgdina av sjúkraflutningstænastuni, heldur støðuna vera ótolandi.
- Tað er ótolandi at arbeiða á Landssjúkrahúsinum sum lækni, tí hvørja ferð árið er farið at líða, eru eingir pengar eftir, og viðgerð
ir mugu útsetast til um várið. Nú noyðast vit at geva somu fólkum boð um, at viðgerðir teirra eru útsettar eina ferð aftrat. Hetta pínir læknarnar, sum skulu hjálpa fólki í neyð, sigur Hans Jacob Simonsen.
Sjúklingar vilja ikki bíða og leggja trýst á læknarnar, sum tó einki fáa gjørt.
Hans Jacob Simonsen skilir væl portørarnar, at teir hava mist toli og vilja hava meira løn. Og tað gera flestu fólkini í húsinum, sigur hann.
Gera gott arbeiði
- Portørarnir eru væl útbúnir og gera gott arbeiði, og ofta eru teir fyrstir at veita einum sjúklingi viðgerð. Tað eiga teir at fáa løn fyri, sigur Hans Jacob Simonsen.
Hann skilir als ikki, at ein embætismaður í Fíggjarmálaráðnum í samráðingunum skal hava so stórt vald á Landssjúkrahúsiðnum.
- Í øllum øðrum londum hevði politiska skipanin fyri langari tíð tikið yvir, heldur Hans Jacob Simonsen, sum nevnir, at meðan tað harðast leikar á á Landssjúkrahúsinum, situr landsstýrið við Gjógv, og leiðslan á Landssjúkrahúsinum er á skíferiu. Tey kundu víst størri viring fyri teimum veiku, sigur Hans Jacob Simonsen, sum eisini er formaður í serlæknafelagnum.
Hann veit, at Bente Wennerberg, menningarstjóri og virkandi stjóri á Landsjúkrahúsinum hevur gjørt leiðsluna fyri sjúkrahúsverkinum og Fíggjarmáðlaráðið varug við, at hetta verkfallið ikki kann halda á, men eingin hevur svarað aftur.