34 ára gamal biðjur um pláss á ellisheimi

Hann hevur bíðað so leingi til fánýtis eftir at Tórshavnar Kommuna skal útvega honum grundstykki í Kollafirði, at hann er við at geva upp. So fyri at binda um heilan fingur og tryggja sær tak yvir høvdið einaferð í tíðini, hevur hann nú søkt um pláss á ellisheimi, hóast hann er í allar bestu árum. Støðan er so langt úti, at tað skuldu fleiri gjørt, heldur ein annar kollfirðingur

- Ein skuldi næstan trúð, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt tað til sítt endamál at reka kollfirðingar av bygdini.

So bersøgnir eru teir báðir Kollfirðingarnir, Gert Joensen og Jákup Súni Jacobsen.

Í fleiri ár hava teir báðir roynt at fáa  grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, men higartil hevur tað verið til fánýtis.

Og nú er bikarið fult og teir hava mist tolið.

- Tað sær ikki út til, at Tórshavnar Kommuna yvirhøvur er áhugað í at fáa fólk at búsetast í bygdini.

Teir siga, at trupulleikin at fáa grundstykki í Kollafirði, hevur verið so stórur, at hetta hevur fingið fleiri húski at flyta í aðrar kommunur at búgva, heldur enn at spilla tíð og orku burtur upp á at bíða eftir grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, tí tað sær ikki út til at tað verða nøkur grundstykki at fáa.

Fyri at seta skera støðuna út í papp, hevur  Gert Joensen nú bara gjørt bart og hevur søkt um pláss á ellisheimi, hóast hann bara er 34 ára gamal.

- Tað er fyri at binda um heilan fingur og fyri at tryggja mær tak yvir høvdið einaferð í  tíðini.

Hann sigur, at hann nú hevur staðið í nógv ár sum nummar 14 á einum lista yvir umsøkjarar eftir grundstykki í Kollafirði.

- Har havi eg staðið í nógv ár nú, men enn røkist púra onki fyri, at eg komi longur niður á listan, tí kommunan hevur ongi grundstykki. Fyri at fáa tak yvir høvdið frá Tórshavnar Kommunu, er neyðugt at vera í rættiliga góðari tíð, so fyri at hava nakra vón um at fáa  tak yvir høvdið, áðrenn eg fari hiðani, haldi eg tað vera best bara at leggja umsóknina um ellisheimið inn beinanvegin, leggur hann turrisliga afturat. 

Hetta sigur eitt sindur um, frustratiónirnar hjá kollfirðingum.

Og teir halda eisini, at teir hava alla orsøk til at verða ónøgdir

- Javnan og savnan hesi seinastu fimm árini, hevur Tórshavnar Kommnuna lovað okkum bæði gull, grønar  skógir og grundstykki í allar nærmastu framtíð, men tað hendir bara púra onki.


Langt úti

Teir báðir, Gert og Jákup Súni siga, at teir hava eisini roynt at fáa privat byggilendi til keyps at byggja á, men tað hevur eisini gingið ógvuliga strilti, tí fólk hava ikki verið so sinnað at selja.

Men nú hevur tað kortini eydnast teimum at fáa eina trøð, sum teir nú royna at fáa hvør sítt grundstykki burturúr.

Men fyri tað halda teir ikki, at teir tigandi kunnu góðtaka støðuna í Kollafirði.

- Tað er burtur úr vón og viti, at landsins størsta kommuna ikki skal kunna útvega sínum borgarum eitt tað einasta grundstykki í einum stórum plássi sum Kollafirði.

- Tað sær út til, at Tórshavnar kommuna bara vil reka kollfirðingar av bygdini og í mongum førum hevur tað eisini eydnast, tí tað eru meiri enn eitt dømi um húski, ið heldur eru flutt aðrastaðir at búseta seg enn at bíða eftir Tórshavna Kommunu.

- Men eydnast tað ikki kommununi at frysta okkum út við at nokta okkum grundstykki, hava teir roynt ein annan taktikk og tað er at gassa okkum av bygdini við royki frá gomlum, russiskum skipum.

Jákup Súni Jacobsen sigur, at hann heldur, at tað er júst er, at kjarnin til trupulleikan liggur.

- Eg haldi ikki, at orsøkin til, at Tórshavnar Kommuna vildu hava okkum upp í kommununa,  var tí at tey vildu kollfirðingum tað besta. Tað var rætt og slætt fyri at fáa ein bryggjukant í kommununi, men sum kortini er passaliga langt frá sjálvum høvuðsstaðnum til at borgararnir har ikki vera plágaðiur av larmi royki og lukti.   

 

Nógvar svøvnleysar nætur

Jákup Súni Jacobsen sigur, at tey hava fleiri ferðir verið í sambandi við Tórshavnar Byráð og hvørja ferð lova tey kollfirðingum gull og grønar skógir.

- Men tað hendir bara onki, rætt og slætt onki. Vit verða  tosaðir niður og norður, men grundstykki fáa vit onki.

Hann sigur, at fyrsta ólukkan, Tórshavnar kommuna gjørdi eftir samanleggingina við Kollafjørð, var at broyta byggiætlanina fyri Kollafjørð, men tað røkist onki fyri, at tað eydnast at fáa nýggju byggiætlanina góðkenda.

- Hinvegin hava gamla og nýggja byggiætlanin nógv felags byggilendi, men onkusvegna ber tað heldur ikki til at fáa kommuna at stykkja tey stykkini út.

- Og so leingi ein nýggj byggisamtykt ikki er góðkend, er tann gamla væl saktans galdandi.

- Hetta hevur kostað mær nógvar svøvnleysar nætir, tí eg havi ligið og hugsað um, hvussu vit skulu bera okkum at og, hvat kanska kundi havt gjørt øðrvísi, sigur Jðakup Súni Jacobsen.

Sjálvur siglur hann út frá Hirtsals og tað er mangan komið honum til hugs, hvussu nógv lættari tað ikki hevði verið hjá honum bara at rýmt av lanadinum og búsett seg í Hirtsals.

- Men eg eri føroyingur og eg vil helst búgva í Føroyum og sjálvandi skal tað vera her í kollafirði, leggur hann afturat.

Hann vísir eisini á, at sleppa foreldur ikki til arbeiðis, tí ansingarpláss ikki er til børnini, hava foreldrini rætt til eitt ávíst endurgjald frá Almannastovuni.

- Tað sama skuldi verið galdandi fyri okkum, sum søkja um grundstykki. Megnaði kommunan ikki at útvega okkum grundstykki eitt ella tvey ár eftir, at vit høvdu søkt, skuldi hon havt skyldu at betalt húsaleiguna fyri okkum.

- Tað hevði sett ferð á útstykkingarnar, heldur Jákup Súni Jacobsen. 

Hann spyr eisini, hvat tað nyttar, at gremja seg um lítlan fólkavøkstur í Føroyum.

- Hvussu skal fólkatalið veksa, tá ið fólk onki fáa at búgva í, spyr hann.

Sæð í bakspegilin dylir hann ikki fyri, at hann er vónbrotin av samanleggingini við Havnina.

Og hesa misnøgdina heldur hann ikki, at hann er einsamallur um.

- Hevði  tað verið í dag, at kollfirðingar skuldu atkvøtt um at lagt saman við Tórshavnar Kommunu, giti eg, at út ímóti 100% av kollfirðingum høvdu sagt kortanei, sigur Jákup Súni Jacobsen.