undirskot á gjaldsjavnanum. Eitt undirskot á gjaldsjavnanum merkir, at skuld okkara til útheimin veksur, og tað er ikki røtt gongd. Í teimum gyltu áttati árunum var einki óført. Lønarlagið høgt, skatturin [...] fyrimunir, sum gjørdu at nýtslan øktist rættiliga nógv. Og tá vit ikki framleiða bilar, skógvar, sjónvørp o. l. í Føroyum og eitt nú heldur ikki hava trøð og skógir, so at vit hava ein træídnað, so eru vit [...] verður eins gott og í 1997, so sær út til, at nettouttanlandsskuldin hjá føroyingum er burtur við árslok. Almenna skuldin er har enn Tað at nettoskuldin er burtur merkir ikki, at føroyingar onga uttanlandsskuld
vørurnar við kostnaðum, sum í minsta lagi ikki eru hægri enn í teimum londum, sum selja á somu marknaðum, sum vit. Framleiðslukostnaðir eru eitt nú kostnaðir til lønir, flutning, orku o. l., sum beinleiðis [...] Kappingarførið hjá føroyska fiskiídnaðinum í mun til londini vit kappast við er batnað, sigur Búskaparráðið í árligu frágreiðing síni. Tá tosað verður um kappingarføri okkara mótvegis útheiminum, er talan [...] ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum og tí er tað av stórum týdningi, at lønirnar her heima ikki hækkað meir enn tær t.d. gera í Skotlandi. Og har hevur oljuvinnan havt stóra ávirkan á lønarlagið
Brattaberg úr Vági til Danmarkar við Norrønu við kjokkfullum bili av føroyskum tógvi. Tað er ull av Suðuroyar Ullavirki, sum tey nú fara at royna at marknaðarføra í Danmark. Byrjað verður tó ikki heilt á berum [...] síni fer Árni Brattaberg at ferðast runt til so nógvar handlar, fyritøkur og stovnar sum gjørligt Tógvið úr Vági er føroyskt burturav og tað er ólitað og annars ikki viðgjørt við kemiskum evnum yvirhøvur [...] tey ivast ikki í, at tað er ein søluvøra, eisini hjá útlendskum ferðafólki í Danmark. Hon sigur, at summi av teimum, sum hava víst tógvinum áhuga í Danmark, eru slík, sum ætla at brúka tað til mótaklæðir
skal landskassin hava pengar tøkar til at standa ímóti við. Annars verður hann noyddur at fara út at lána pening og tað søguna leggja vit ikki í at hoyra enn einaferð. Ikki skattalætti fyribils Búskaparráðið [...] fer at gera íløgur, so kann tað virka við til, at búskapurin verður ovhitaður. Ein brádlig niðurgongd í búskapinum tá, kann enda við at landsstýrið er noydd til at gevast við íløgum og so framkallar tað [...] samsvari við tørvin á teimum og ikki minst í samsvari við orkuna hjá landskassanum, sigur fíggjarmálaráðharrin. Karsten Hansen ger púra greitt, at íløgurnar skulu ikki ganga út yvir raksturin. Avlop á
seinkað letur tað seg ikki gera í ár. Vit hava ikki varhugan av, at Kirkjubøar kommuna sýnir illvilja ímóti tí vit fara í gongd við við at siga at byggiloyvi er neyðugt. Eg kann ikki ímynda mær, at kommunan [...] kommunan ger annað enn at halda seg til tær heimildir, sum hon metir seg hava og ikki blandar annað óviðkomandi uppí. Og tað rokni eg ikki við, at hon ger. Kommunan hevur fingið alt tilfar sendandi, sum hon [...] Guttesen & Staksberg liðugt í oktober mánaði, væl at merkja um vit ikki skulu bíða. Í grundini kunnu vit ikki bíða, tí vit kunnu ikki loyva okkum at fara undir veturin uttan at hetta er liðugt, sigur Arne
bygdaráðið av at senda málið til ummælis hjá byggiráðgevanum hjá kommununi. Síðani hava vit ikki havt bygdaráðsfund. Tí hava vit ikki kunnað úttala okkum í málinum og tískil hava vit ikki tarnað nøkrum arbeiði [...] Í stuttari viðmerking til málið sigur bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu, Annfinn Brekkstein, at bygdaráðið hevur ikki fingið høvi at úttala seg í málinum og at tað er beinleiðis ósatt, tá ið Arne [...] Fornminnissavni í brævi til kommunala eftirlitið sigur, at " nú er somikið útliðið, at forboð bygdaráðsins fyri at fara undir arbeiðið uttan skrivligt loyvi frá bygdaráðnum er til almikið tarn fyri gongdina
gamla teppið av vøllinum í Klaksvík til ein nýggjan vøll, men tað verður av ongum. ? Vit vita ikki nær tann ætlanin verður veruleiki, og enn eru ongir pengar avsettir til ein møguligan nýggjan vøll. Tí hava [...] burturav, fáa ikki. Vit hugsa fyrst um norðuroyggjar, men møguliga fer okkurt av teppinum aðrastaðni eisini, sigur Steinbjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráð. Til barnagarðar og [...] fremst at lata teppið til støð í kommununi. Vøllurin verið eitt spælipláss Munurin millum gomlu vallirnar í Klaksvík og í Havn er fyrst og fremst, at í Havn er sandur í, meðan tað ikki er tað í Klaksvík.
At goyma gamlar bilar er sera plásskrevjandi, og hevur tú ikki røttu hølini, so ber hetta als ikki til. Tí er tað, at felagið Føroya Ellisakfør seinnu árini hevur leitað við ljós og lykt eftir onkrum hóskandi [...] vatnbrunnin við Gráastein til endamálið - og býráðið hevur nú gingið umsóknini á møti. Brunnurin hevur ikki verið nýttur seinnu árini - og hann er sera rúmligur, einar 900 fermetrar til víddar og einar fimm [...] búgvin eisini at savna lutir til eitt tekniskt fornminnissavn, sigur hann. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at tey á býráðnum júst høvdu tosað um, hvat brunnurin kundi nýtast til, tá umsóknin kom frá Føroya
rar og musikk- og konservatoriilesandi ungdómar í aldri frá 12 til 55 ár og miðalaldri upp á 23 ár. Orkestrið hevur frá 1980 ment seg til at vera eitt av bestu amatørsymfoniorkestrunum í Danmark, og hevur [...] skiftandi dirigentum fingið støðugt nýggjan íblástur og nýggjar avbjóðingar. Hendan ferðin til Føroya er ikki fyrsta ferðin uttanlands. Í 1987 voru tey í Eysturríki, 1991 og -93 vóru tey í Suðurfraklandi [...] ndi, spældu í 1995 í Paris, í 1996 í Norðuritalia og í fjør gjørdi tey konsertferð til Onglands. Á skránni hevur Lynby-Taarbæk Symfoniorkster havt symfoniir hjá klassikarum sum Beethoven, Brahms, Buckner
Orð reint og rætt. Gleðiboðskapurin skal boðast til frelsu, soleiðis at menniskju koma til trúgv á Jesus. Um hetta ikki er høvuðsendamálið, haldi eg ikki, at ein hevur nógv at fara við. Hevur longu royndir [...] liðugur eri eg ikki enn, sigur Hans Eiler. Prestagarðurin á prestvegnum er ikki liðugt umvældur enn, og tí eru Hans Eiler, konan, Linda og børnini, Hans Martin og Helena Charlotta ikki flutt inn enn. Arbeiðið [...] at vera prestur fyri øllum. Tí fari eg heldur ikki uppí nevndir av ymiskum slag - í hvussu er ikki fyrstu tíðina, uttan tær, sum arbeiðið krevur. Eg skal ikki vera prestur bara fyri teimum, sum koma í m