allar avgerðir. ? Av tí at farið er so langt frá gomlu skipanini, eru eisini tað góða við gomlu skipanini farið - eitt nú at tað var eitt samlað landsstýrið, sum tók yvirornaðar avgerðir. ? Fíggjarlógin 1998 [...] átta hóast alt at verið reyðið tráðurin, heldur Jóannes Eidesgaard. Eingin yvirornaður íløgupolitikkur Hann heldur, at vantandi viðgerðin serliga kemur til sjóndar á íløgusíðuni, har tað bert eru góðar hundrað [...] vit samgongutingmenn um hetta, so ána teir als einki um tað, tí teir hava ikki viðgjørt hetta. ? Politiska viðgerðin er í dag so nógv øðrvísi, enn tað, vit eru von við - og tann týdningarmesti parturin er
av fólkapensjónini eftir. Men tað kundi hann heldur ikki. ? Eg havi hildið, at fólk altíð skulu hava helvtina av fólkapensjónini eftir. Tað haldi eg, tí fólk skulu hava tað at ugga seg við, at tey eisini [...] fyri fleiri pengum. Grettu ikki eitt orð Tað vóru eisini nógv fakfeløg, sum vísti á, at tað vóru ikki meiri enn nakrir fáir mánaðir síðani, at tey høvdu verið í landsstýrinum og samráðst báði um sáttmálar [...] aðrari pensjón, ella í øðrum inntøkum. Tey skulu tó ikki missa meiri enn helvtina av fólkapensjónini. Tað er ongin trygd Endamálið er at taka pensjón frá teimum, sum hava aðrar, stórar inntøkur, so at tey
Føroyum til at manna størvini í eini komandi oljuvinnu. Tað hevur annars gingið óvanliga skjótt og longu nú er nakað ítøkiligt komið burtur úr. Tað var í fjør, at umboð fyri Stavanger maritime skole og Høgskolan [...] ing. Skúlin er tað ein nevnir ?en videregående skole?, sum gevur næminginum eina 3 ára útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Stórur tørvur er eftir fólki, sum taka útbúgving, og her er tað í løtuni serliga [...] Sjómansskúlanum, Maskinmeistaraskúlanum og á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík. Talan hevur verið um eitt intenst skeið uppá sjey vikur. Hetta er fyrstu ferð, at slíkt hendir og er hetta tiltakið
vanliga siga ella skriva, verður skýrt tiltikið óføroyskt, so skeivt, sum tað kann vera, deydligt, leiðiligt, at tað kundi verið sagt ella skrivað bæði styttri og greiðari, vit verða átalað fyri at herma [...] Faldarin Orðafar kemur væl við, og tað sama ger stutti tátturin í Útvarpinum hvønn gerandismorgun á vetri. Jú, mangan kennist tað, ið kemur frá Málnevndini sum ein viti og vegvísari í hesi mangan myrku [...] er hesin trupulleiki at finna. Og stórt betur stendur ikki til, tá tað snýr seg um kynini. Annað hvørt orð, sum vit hava hildið verið hvørkikyn, verður nú avdúkað sum antin kall- ella kvennkyn. Hesir og
fjórðingsfinaluni. Úrslitini hava verið góð, men spælið hevur sanniliga eisini verið gott fyri tað mesta. Teir eru mentir nógv á taktiska økinum, og teir kunnu samanlíknast við tað, sum Bobby Robson segði um [...] Føroyum verður mettur at verða fyrsta stigið á leiðini. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at lagið í sponskum fótbólti hevur sjáldan verið betri enn tað er í løtuni. Aftaná 2-1 sigurin á Slovakia, hava [...] tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum fyri sættu ferð á rað, og fólk halda, at liðið er so sterkt, at tað kann vinna HM-heitið. Sjálvt landsliðsvenjarin, Javier Clemente, sum ikki plagar at gera nógv av, er
í ávísan mun og vóru fúsir at tosa út frá princippinum um eina ella aðra miðlinju sum mark. Tað hevur verið torført at fáa annað at vita frá føroyskari síðu eftir samráðingarnar, at har hendi einki framstig [...] Hann vísir á, at tað í hesum máli er eitt politiskt presendens at vísa á, tí bretsku myndugleikarnir skutu í 1977 upp fyri føroyingum at miðlinjan skuldi vera fiskimark. Tá var tað Labour, sum sat við [...] Sum flestum kunnugt endaðu seinastu marknasamráðingarnar í London uttan nakað úrslit. Tað vóru annars føroyingarnir, sum skuldu leggja fram eitt nýtt útspæl, nú bretar høvdu lagt sítt fram á fundinum í
fyri Føroyum sum eitt komandi oljuøki tók seg upp fyri nøkrum árum síðani. Tað vit vita um, at føroyskir politikarar fyrr hava verið á vitjan í útlandinum at kunna seg við hesa vinnu, var m.a. í 1991, tá eitt [...] nnum á odda, vitjaði altjóða oljumessuna í Aberdeen. Síðani tá hava eisini einstakir politikarar verið við á vitjanum til útgerðarhavnir ol. saman við vinnulívsfólki og kommunalum umboðum. Men hetta er
Danmark skuldi syrgja fyri sær sjálvum í næstu øld: - Hvørjum gagnar tað, at vit tryggja okkum yvirskot á gjaldsjavnaðinum, um tað er undirskot kontoini fyri samband og felagskenslur, segði Nyrup Rasmussen [...] fyri arbeiðsloysi, segði forsætisráðharrin, at har tað fyri fýra árum síðan vóru trý ung arbeiðsleys, eru í dag bert ein arbeiðsleysur. Um fá ár fór tað at vera trupult at finna ein arbeiðsleysan í Danmark [...] - Higartil førdi politikkurin um integratión av útlendingum, hevur ikki verið nóg góður. Talan hevur í alt ov stóran mun verið um málsviðgerð av klientum, og passiva uppihaldsskyldu. Málið er at útlendingar
ríkisfelagsskapinum væl - og tað gera føroyski Javnaðarflokkurin. Danmark og sambandið við Danmark er kanska ikki so høgt í metum í Føroyum í dag, orsakað av bankakanningini o. ø. Tí er tað neyðugt, at danir og [...] rin so at nærkast Tjóðveldisflokkinum í valstríðnum? ? Nei, tað hava vit als onga orsøk til. Taka vit eitt nú allar yvirtøkurnar, so er tað ikki Tjóðveldisflokkurin, men Javnaðarflokkurin, ið hevur staðið [...] fremst fer eitt fólkatingsval í Føroyum at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað fer at snúgva seg um ríkisfelagsskapin, um heimastýrislógina, um álitið millum báðar partanar. Summir
nevna, at til løgtingsval í Føroyum skulu ganga fýra vikur. Tað hevur verið vanligt seinnu árini, at val hevur verið hildið tvær vikur eftir, at tað er skrivað út, og tí kunnu vit rokna við, at valið verður [...] verður hósdagin 23. oktober, ger Poul Nyrup Rasmussen álvara av hesum. Tað eru rættuliga nógv ár síðani, at eitt fólkatingsvalskeið hevur vart heili fýra ár, og er ein orsøkin helst, at Danmark vanliga verður [...] verður stýrt av eini minnilutastjórn. Seinastu 30 árini hava valini ofta verið annaðhvørt ár, men eftir av hesum valskeiði vantar bert eitt ár. Eitt fólkatingsval í Føroyum stendur vanliga millum Javnaðarflokkin