Partarnir so langt frá hvørjum øðrum sum ongantíð áður

-Men partarnir eru stutt frá eini endaligari avgerð um, antin at taka víðgongd stig móti eini loysn ella at semjast um, at ein er ósamdur, og tí má okkurt heilt annað gerast enn vanligar samráðingar.

Sum flestum kunnugt endaðu seinastu marknasamráðingarnar í London uttan nakað úrslit. Tað vóru annars føroyingarnir, sum skuldu leggja fram eitt nýtt útspæl, nú bretar høvdu lagt sítt fram á fundinum í Keypmannhavn í summar. Tá ljóðaði, at bretar høvdu slakað í ávísan mun og vóru fúsir at tosa út frá princippinum um eina ella aðra miðlinju sum mark.

Tað hevur verið torført at fáa annað at vita frá føroyskari síðu eftir samráðingarnar, at har hendi einki framstig og at fundur heldur ikki varð avtalaður, sum annað ætlað. Hann skuldi vera í Havn í november. Men eftir samráðingarnar varð avgjørt, at teir báðir formennirnir skulu tosa saman aftur og avtala nýggjan fund.

Sosialurin hevur skilt støðuna soleiðis, at føroyska samráðingarnevndin fekk greið boð frá løgmanni, áðrenn hon fór til London, ikki at slaka stórvegis men at standa fast við síni upprunaliga sjónarmið.

Henda støða føroyinga skal so hava skapt nakað av naggatódn í samráðingunum og helst eisini bilsni millum bretsku samráðingarfólkini, sum kundu hava ilt við at síggja nakra meining í at fara aftur til sítt bakland, tá føroyingar ikki høvdu nakað nýtt útspæl yvirhøvur.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað, tí báðir partar hava tagnarskyldu. Í einum úttalilsi eftir fundin í London stendur tó, at báðir partar fara at hava samband hvør við annan um møguleikarnar fyri nýggjum fundum.

Hyggja vit í útlendska oljublaðið ?Upstream?, so hava partarnir ongantíð staðið so langt frá hvørjum øðrum sum eftir samráðingarnar í London.

Dan Rigden, sum er blaðmaður hjá blaðnum í London, skrivar, at tað tykist alt meira sannlíkt, at um ikki annar av pørtunum fullkomiliga broytir støðu sína, endar alt málið við altjóða dómstólin í Haag.

Eitt sakarmál fer so at taka fleiri ár. Kortini tykjast báðir partar at vilja royna aftur á einum nýggjum fundi, sum skal vera áðrenn hetta árið er úti.

Føroyingar og bretar eru annars samdir um at hava eina avkláring í málinum áðrenn januar komandi.

Ein eygleiðari sigur við Upstream, at fundurin í London vísti, at báðir partar eru sera nær eini avgerð, sum antin er at fremja eina samráðingarloysn ella at semjast um, at ein er ósamdur.


Trýst frá oljuvinnu

Blaðið vísir annars á, at størri trýst verður lagt á partarnar at finna eina loysn, nú oljufeløgini síggja stórar møguleikar fyri olju í Hvíta økinum. Hetta umstrídda økið goymir helst nógva olju og gass, og tí ynskja oljufeløgini eisini at sleppa at leita.

Blaðið skrivar annars, at meðan føroyingar ynskja eina miðlinju sum mark, sum í dag er fiskivinnumark og sum varð skotið upp av bretum á sinni, so ynskja bretar, at markið verður nærri Føroyum enn upprunaliga uppskotið um fiskimark. Tað verður mett, at føroyingar kunnu góðtaka eitt undirgrundarmark, sum liggur onkunstaðni millum tey bæði fiskimarkskrøvini, men at bretar vilja hava nógv meira.

Umboð fyri eitt stórt oljufelag, sum vil vera við í leitingini eftir olju við Føroyar sigur við Upstream, at tað er eitt stórt ynski, at henda træta verður loyst. -Vit eru fangað í miðjuni, hóast vit væl duga at skilja, hvussu torført málið er at loysa.

Umboð fyri eitt annað felag sigur við blaðið, at tey rokna við, at málið verður loyst, men tíðarspurningurin hevur nógv at siga. Ein ber ótta fyri tíðini, sum ein sak fer at taka.

-Eg haldi, at ídnaðurin hevur roknað við, at ein broyting fór at koma við nýggju stjórnini. Vit eru eisini bjartskygdir um , at Labour fer at vera meira sinnað at finna eina loysn enn undanfarna stjórnin sigur kanningarstjóri hjá oljufelag við blaðið.

Hann vísir á, at tað í hesum máli er eitt politiskt presendens at vísa á, tí bretsku myndugleikarnir skutu í 1977 upp fyri føroyingum at miðlinjan skuldi vera fiskimark. Tá var tað Labour, sum sat við róðrið.

Ein føroysk kelda sigur við blaðið, at ein Labour-stjórn hevur einki at missa við at góðtaka eina miðlinju, tí hetta er í samsvar við upprunaliga politikkin hjá Labour, og hetta er so eisini í andsøgn til tey heldur víðgongdu krøv, sum konservativa stjórnin setti fram í 91.