Løgmanni vantar politiskt handalag

? Tað er einki galið við stýriskipanarlógini, men Edmund Joensen rennur undan politiskum viðgerðum. Úrslitið er, at politikkurin flýtur, sigur Jóannes Eidesgaard

? Tað tykist, sum um vit eru farin alt ov langt frá tí gomlu kollegialu skipanini, sum hóast alt hevði okkurt gott í sær.

? Skipanin gav hvørjum einstøkum landsstýrismanni ógvuliga smáar heimildir at avgreiða eitt mál. Alt sum hevði við lógarmál at gera og øll onnur stórmál at gera, skuldi leggjast fyri tað samlaða landsstýrið.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Hann sigur, at nú hevur hvør landsstýrismaður fulla ábyrgd av sínum málsøki og tekur allar avgerðir.

? Av tí at farið er so langt frá gomlu skipanini, eru eisini tað góða við gomlu skipanini farið - eitt nú at tað var eitt samlað landsstýrið, sum tók yvirornaðar avgerðir.

? Fíggjarlógin 1998 er besta prógvið um vantandi viðgerð í landsstýrinum, har hvør landsstýrismaður kemur við sinum, uttan at hetta yvirhøvur er viðgjørt í landsstýrinum - tíansheldur í samgonguni. Fíggjarlógin átta hóast alt at verið reyðið tráðurin, heldur Jóannes Eidesgaard.


Eingin yvirornaður íløgupolitikkur

Hann heldur, at vantandi viðgerðin serliga kemur til sjóndar á íløgusíðuni, har tað bert eru góðar hundrað milliónir til íløgur.

? Hóast hetta er ein hækking upp á 50%, so dugi eg ikki at síggja nakran yvirornaðan íløgupolitikk. Tað sær út sum um hvør landsstýrismaður hevur fingið ein ávísan karm at fylla út. Tí eru hópin av smáum upphæddum, sum tilsamans verða til stórar íløgur, heldur Jóannes Eidesgaard.

? Eitt nú ætlar Eilif Samuelsen at seta nakrar milliónir av til projektering av nýggjum studentaskúla og til at keypa grundstykki fyri. Men spyrja vit samgongutingmenn um hetta, so ána teir als einki um tað, tí teir hava ikki viðgjørt hetta.

? Politiska viðgerðin er í dag so nógv øðrvísi, enn tað, vit eru von við - og tann týdningarmesti parturin er burtur - at landsstýri samlað tekur nakrar politiskar avgerðir, sum síðan arbeitt verður út frá, sigur Jóannes Eidesgaard.


Landsstýrið skal rafesta

Jóannes Eidesgaard vísir eisini á málið um keyp av nýggjari ferju til Sandoyarsiglingina.

? Her hevur landsstýrismaðurin als onga støðu tikið. Talan er um stóra íløgu, sum hann sjálvandi ikki hevur pengar til á sínum øki, tí brúkast skulu kanska einar 40 milliónir krónur.

? Men hetta er ein serlig íløga. Tí má landsstýrið gera nakrar raðfestingar - eitt nú at satsa upp á at fáa skil á samferðsluøkinum, vísir Jóannes Eidesgaard á.

? Tað merkir sjálvandi, at okkurt annað má bíða, eitt nú nýggjur studentaskúla ella Tórsvøllur, sigur Jóannes Eidesgaad, fyri at vísa á, hvør trupulleikin er.


Tørvandi politiskt handalag

Hann heldur ikki, at nakað er galið við stýrisskipanarlógini.

? Eg eri samdur við Jógvani Sundstein, at skipanin er nóg góð, men at handalagið í Tinganesi ikki er nóg gott - og tí er skilið, sum tað er.

? At løgmaður kann koma í tingið við einum uppskotið um Framtaksgrunnin, sum onga undirtøku fær, hevði verið óhugsandi undir gomlu kollegialu skipanini - men nú fær hetta onga avleiðing.

? Aðrastaðni hevur tú samstarvsnevndir, ið viðgera slík mál, men her er tað ein fram-eftir-fummum-politikkur, sum verður førdur. Landsstýrismenninir hvør í sínum lagi føra bara one-man-show, sum ikki skyldast nýggju stýriskipanini, men vantandi politiskt handalag frá ovastu leiðslu í Tinganesi.

Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at hesi viðurskiftini eisini vigaðu tungt, tá Javnaðarflokkurin gjørdi av at fara úr landsstýrissamgonguni í fjør.

? Vit saknaðu politisku viðgerðirnar, og tí kundu vit ikki liva við. Edmund Joensen rennur undan politisku viðgerum, og úrslitið er, at politikkurin flýtur - og eingin stýring