Vit skulu hava greiðu á viðurskiftunum

? Nøkur støkk eru komin í ríkisfelagsskapin av spentu viðurskiftunum, men vit mugu koma víðari. Á ein hátt eru vit í somu støðu, sum eftir kríggið - at vit ikki kunna bakka undan menningini, sigur Jóannes Eidesgaard

? Fyrst og fremst fer eitt fólkatingsval í Føroyum at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað fer at snúgva seg um ríkisfelagsskapin, um heimastýrislógina, um álitið millum báðar partanar. Summir fara at siga, at nú skal gerast upp og alt fáast upp á pláss, meðan aðrir vilja siga, at nú skal loysast, meðan aðrir fara at siga, at als einki skal gerast.

Hetta er boðið hjá Jóannes Eidesgaard upp á, hvat eitt møguligt fólkatingsvalstríð í Føroyum fer at snúgva seg um.

? Eg havi fyrr sagt, at tað er neyðugt, at vit ikki síggja burtur frá tí trupulleikanum, sum er í løtuni. Hetta havi eg eisini sagt við Poul Nyrup Rasmussen í brævi. Hetta rokni eg við, at hann vil gera nakað við, um hann vil ríkisfelagsskapinum væl - og tað gera føroyski Javnaðarflokkurin.

Danmark og sambandið við Danmark er kanska ikki so høgt í metum í Føroyum í dag, orsakað av bankakanningini o. ø. Tí er tað neyðugt, at danir og føroyingar seta seg saman, og loysa trupulleikan. Sum eitt startskot kundi hetta verið gjørt millum danska og føroyska javnaðarflokkin - opið tvørtur um borið.

? So kundu vit funnið út av, hvussu vit koma víðari. Tingini standa ikki í stað, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at vit á ein hátt eru í somu støðu sum aftan á kríggið.

? Tá kundu vit ikki bakka í menningini, og tað kunnu vit heldur ikki í dag. Nøkur støkk eru komin í viðurskiftini, og tey mugu vit bara viðurkenn og so koma víðari.

? Nú Tjóðveldisflokkurin hevur so góðan byr - fer Javnaðarflokkurin so at nærkast Tjóðveldisflokkinum í valstríðnum?

? Nei, tað hava vit als onga orsøk til. Taka vit eitt nú allar yvirtøkurnar, so er tað ikki Tjóðveldisflokkurin, men Javnaðarflokkurin, ið hevur staðið fyri teimum frá fyrsta degi.

? Annars haldi eg, at Tjóðveldisflokkurin fær nakrar búskaparliga forkláringstrupulleikar. Tá teir tosa um loysing, so meina teir helst eisini við loysing frá blokkinum, og tá koma at vanta 900 mió í á løgtingsfíggjarlógini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Men at spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða høvuðsevnið í einum møguligum fólkatingsvalstríði, ivast hann ikki í.