Vinnunevndin hjá løgtinginum fer í næstum á vitjan í Noregi, har hon skal kunna seg við oljuvinnu. Hetta verður ein tann fyrsta vitjanin, sum føroyskir løgtingsmenn gera í útlandinum síðani áhugin fyri Føroyum sum eitt komandi oljuøki tók seg upp fyri nøkrum árum síðani. Tað vit vita um, at føroyskir politikarar fyrr hava verið á vitjan í útlandinum at kunna seg við hesa vinnu, var m.a. í 1991, tá eitt ferðalag úr Føroyum við m.a. tveimum landsstýrismonnum á odda, vitjaði altjóða oljumessuna í Aberdeen. Síðani tá hava eisini einstakir politikarar verið við á vitjanum til útgerðarhavnir ol. saman við vinnulívsfólki og kommunalum umboðum. Men hetta er so fyrstu ferð, at ein heil nevnd úr løgtinginum fer avstað.
Sambart tíðindum í Útvarpi Føroya nú um dagarnar skal vinnunevndin vitja bæði oljufyrisiting og ymisk pláss í Noregi, har oljuvinnan er partur av gerandisdegnum. Her verður m.a. hugsað um útgerðarstøðir og oljuhavnir.
Formaðurin í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen segði við útvarpið nú um dagarnar, at nevndin hevur áhuga í at vita, hvussu oljan ávirkar samfelagið, hvussu lóggávan er og hvussu lóggávubýtið er. Og ikki minst vil Vinnunevndin hava at vita, hvørji mistøk Noreg hevur gjørt á oljuøkinum.
Ætlanin var at Edmund Joensen, løgmaður skuldi fara á vitjan í Noregi herfyri. Men ferðin varð avlýst orsakað av mjørka í Vágum










