Ov gamal at læra føroyskt

Undirritaði telist millum tey, sum eru fegin um og meta høgt tað arbeiði, sum málnevndin ger millum ár og dag.

Faldarin Orðafar kemur væl við, og tað sama ger stutti tátturin í Útvarpinum hvønn gerandismorgun á vetri. Jú, mangan kennist tað, ið kemur frá Málnevndini sum ein viti og vegvísari í hesi mangan myrku oyðimarkargongd millum føllini og kynini. Vit eru mong, sum eru komin í rasshaft av avleiðingunum av hvørjumfall-ismuni, ið stakk seg upp her á landi fyri 25-30 árum síðan. So líðandi bleiv tað soleiðis, at alt skuldi sigast og skrivast í hvørjumfalli. Tey navnorð, sum plagdu enda við -ina, skuldu nú enda við -ini. Brátt bleiv alt ein peruvellingur millum hvønnfall og hvørjumfall. Vavsturin millum føllini hevur breitt seg víða um, ikki minst í fjølmiðlaverðini, men eisini milllum lærarar á snøgt sagt øllum skúlum í landinum er hesin trupulleiki at finna. Og stórt betur stendur ikki til, tá tað snýr seg um kynini. Annað hvørt orð, sum vit hava hildið verið hvørkikyn, verður nú avdúkað sum antin kall- ella kvennkyn. Hesir og eitt ótal av øðrum trupulleikum so sum nær orð skulu samanskrivast og nær tey ikki skulu tað o.m.a. stinga seg støðugt upp hjá nógvum okkara, ið skriva dagliga.

Tá neyðin hevur verið stór, hevur ein ringt til persónar við innliti í mállæru og/ella málnýtslu, og onkur vanlukka er fyribyrgd á tann hátt, men neyvan er hetta gongda leiðin, um ein ætlar sær at teljast millum tey, sum skriva rætt føroyskt og duga at málbera seg. Spurningurin er so, hvussu fólk um miðjan aldur kunnu ogna sær nevnda førleika. Sum sagt eru Orðafar og tátturin vetrarmorgnar í Útvarpinum góð hjálp í hesum sambandi. Ætlar tú tær hinvegin at fáa viðkomandi undirvísing, eru møguleikarnir skerdir. Her verður hugsað um ta undirvísing í føroyskum, sum Fróðskaparsetrið hevur fyriskipað við hepnari hond í fleiri ár. Hesa undirvísing hevur setursleiðslan valt at niðurleggja, meðan undirvísingin í enskum máli stendur við. Við hesum hevur setursleiðslan boðað frá, at hon heldur tað vera av størri týdningi, at ríkmansfrúur, pensionistar og ágrýtin starvsfólk skulu fáa møguleikan at tosa annað enn fingra- og kropsmál mótvegis útlendingum, og geva ágrýtnum starvsfólkum loyvi til at droyma seg inn longur inn í oljuhimmalin. Setursleiðslan tykist ikki hava ampa av, at so ómetaliga nógvir føroyingar eru við skerdan lut, tá tað snýr seg um at skriva rætt og málbera seg ? á føroyskum. Ella er aldursmark ásett fyri, nær ein kann læra seg føroyskt?

Eg skal ikki siga eitt einasta ilt orð um, at Fróðskaparsetrið bjóðar føroyingum at læra seg enskt mál, men eg haldi tað vera burturvið, um undirvísingin í enskum vinnur á teirri í føroyskum, um tíð og pengar bert eru til ta einu lærugreinina. Eg loyvi mær tí við hesum at heita á setursleiðsluna um at taka upp aftur nevndu undirvísing í føroyskum. Skal ikki í hesum viðfangi nema við leiklutin hjá fólkaskúlanum í sambandi við førleikan hjá fólki í at skriva og tosa føroyskt, men átti hesin at verið bæði viðgjørdur og endavendur fleiri ferðir. Tilboðið um undirvísing í føroyskum í kvøldskúlunum skal heldur ikki verða niðurgjørt á nakran hátt, tí tað er so avgjørt kærkomið og viðkoandi, men eg síggi tilboðið hjá setrinum sum eitt stig longur fram á leið.

Og eg havi í sama viðfangi hug at ávara setursleiðsluna ímóti ikki at lata seg lokka í ov stóran mun av litríkum vónum og ofta sveimandi fyrigyklingum um m.a. olju- og ferðavinnu. Sjálvsagt skulu nevndu vinnugreinir eins og aðrar hava bestu fyritreytir, og sjálvsagt skal Fróðskaparsetrið hjálpa til, har tað kann, men Fróðskaparsetrið eigur ikki at renna á leistum eftir kapitalinum og gloyma sínar fremstu uppgávur. Sum m.a. eiga at vera at læra føroyingar gott føroyskt mál.


Tónin í orðafari

Oman fyri havi eg víst á m.a. Orðafar sum ein glotta í myrkrinum, sum eitt hent amboð til bæði skrift og talu. Faldarin nr. 46/1997 kom við postinum herfyri, og varð hann eins og undan farnu lisin við áhuga. Tað er væl soleiðis, at tað ikki eru tey somu (tann sami persónurin), sum skrivar Orðafar, tí tónin í tí skrivaða (ella skrivihátturin) er ikki tann sami hvørjaferð. Faldarin nummar 46 líkist ikki fleiri av teimum, sum eru komnir undan honum, tí tónalagið í hesum faldara er ikki sørt forhánisligt. Ymist, sum fólk vanliga siga ella skriva, verður skýrt tiltikið óføroyskt, so skeivt, sum tað kann vera, deydligt, leiðiligt, at tað kundi verið sagt ella skrivað bæði styttri og greiðari, vit verða átalað fyri at herma eftir útlendskum, orðafelli tykjast lofnað, okkurt er heldur enn ikki løgið o.a.s. Málnevndin eigur at geva ráð og vísa á gongda leið, og ikki at tillátursgera fólk og kanska eisini ræða tey frá at skriva. Á fyrstu síðu í nevnda faldara verður í stuttum greitt frá, at norðurlendsku málnevndirnar skulu halda fund í Føroyum, og at tað nú, meðan »altjóðan« og »heimskringing« troðka javnt og samt á, ræður um seming og áralag. Eg haldi at tit eisini áttu sýnt okkum vanligu eins fagnandi sam-starvsáhuga.


Finnur Helmsdal

tjóðveldismaður