Dagny Joensen
Um viðurskiftini í Føroyum nevndi Poul Nyrup Rasmussen, at búskaparliga gongdin seinastu árini hevur verið positiv, vøkstur var á inntøkusíðuni, arbeiðsloysið var minkað, og vend var komin í flytingina av landinum, landskassin hevði yvirskot í 1996 - alt í einum setningi.
Harnæst nevndi hann, at føroyingar miðaðu móti at hava yvirskot á fíggjarlógini í 1997 og 98.
Seinast nevndi forsætisráðharrin, at danska stjórnin fegnaðist um positivu menningina í Føroyum, sum hann vónandi fór at halda fram komandi árini.
Um viðurskiftini í Grønlandi, nevndi forsætisráðharrin m.a. at Grønland seinastu árini hevur verið merkt av fíggjarligum stabiliteti, hóast týðandi broytingar í fiskiskapinum.
Ráevnisumsitingin verður, eftir avtalu millum donsku stjórnina og Heimastýrið í Grønlandi, flutt til Nuuk.
Danska stjórnin vónar at tað frameftir fara at verða stórir møguleikar á rávenisøkinum til gagns fyri arbeiðs- og inntøkumøguleikarnar í Grønlandi.
Danmark ár 2005
Røðan hjá Nyrup Rasmussen var annars merkt av fíggjarligu broytingunum í Danmark seinastu árini. Hann helt, at stjórnin hevði prógvað at hon hevði verið før fyri at fornýggja og menna danska samfelagið.
- Hetta er okkara háttur - tann danski hátturin - og hann er ikki ein eftirlíkningur av nøkrum øðrum, segði Nyrup Rasmussen.
Forsætisráðharrin kallaði setanarrøðuna fyri framtíðarmyndina ?Danmark 2005³, við merkingini, at danska stjórnin skuldi bera so i bandi, at hvør einstakur borgari í Danmark skuldi syrgja fyri sær sjálvum í næstu øld:
- Hvørjum gagnar tað, at vit tryggja okkum yvirskot á gjaldsjavnaðinum, um tað er undirskot kontoini fyri samband og felagskenslur, segði Nyrup Rasmussen.
Amsterdam-sáttmálin og búskaparlig tálman
Sum tvey átrokandi mál í hesi tingsetuni, nevndi forsætisráðharrin fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan, og tað neyðuga í at tátta í búskaparliga.
Hann nevndi fimm høvuðsmál, sum rakar danir í gerandisdegnum:
Góðskan av almennum tænastum, farmiljutrivnaður og útbúgving, betri umhvørvi og sunnari matvørur, máttmiklari vinnulív og arbeiðsmarknað, og støðufastari rættar-og útlendingapolitikk.
Um Danmark í Europa nevndi forsætisráðharrin, at hóast Danmark er eitt lítið land, so hevur tað megnað at gera seg galdandi í altjóða myndini. M.a. nevndi hann at heimurin hevði brúk fyri Sameindu Tjóða, og at Danmark tók undir við rudda landminur burtur í krígsherjaðu londunum, so flóttarfólkini kunnu sleppa heimaftur. Hann gav eisini OSCE og NATO síni bestu viðmæli.
Londini í Eystrasalti
Um londini í Eystrasalti segði forsætisráðharrin at danir vóru framsøknarhugaðir og vónaðu at hetta norðureuropeiska økið fór at blóma mentanarliga eins væl og samfelagsliga og fíggjarliga.
Frammalaga í huganum hjá donsku stjórnini er fólkaatkvøðan um Amsterdam-sáttmálan, sum forsætisráðharrin helt vera umráðandi fyri Danmark at samtykkja. Eitt nú fyri at víðka um felagsskapin í Eystur- og Miðeuropa, og hervið tryggja friðin í Europa fyri komandi ættarliðini.
- Hesin sáttmáli er greitt eitt framstig fyri demokratiið, mannarættindini, betri samstarv um umhvørvismál og arbeiði. Tílíkt, sum allir danir kunnu taka undir við, segði forsætisráðharrin.
Vivíkjandi umhvørvismálum nevndi hann m.a., at sýruregnið ikki steðgaði við danska markið, og at tey gomlu kjarnorkuverkini í Eystureuropa eisini eru trupulleikar, sum danir noyddust at taka støðu til. Við nýggju umhvørvisreglunum í Amsterdam-sáttmálanum verður lættari at bøta um dálkingina út um landamørk, segði hann.
Um danska búskapin, segði forsætisráðharrin, at danska stjórnin við sínum búskaparpolitikki og nýskapanarreglum fyri arbeiðsmarknaðin og skattaskipanina, hevur skapt ein støðugan samfelagskarm.
Danmark frammalaga
- Tað er ikki viðvindur uttanífrá, sum hevur bøtt um hesi viðurskifti. Størstu handilssambondini í Týskalandi og í Svøríki eru eftirbátar á hesum øki. Vit skulu leita leingi í Europa, fyri at finna onnur lond, sum hava havt eins stóra framgongd, segði Nyrup Rasmussen, sum eisini tók til, at nógva staðni í Danmark er so at siga einki arbeiðsloysi.
Um framtíðarvónirnar fyri arbeiðsloysi, segði forsætisráðharrin, at har tað fyri fýra árum síðan vóru trý ung arbeiðsleys, eru í dag bert ein arbeiðsleysur. Um fá ár fór tað at vera trupult at finna ein arbeiðsleysan í Danmark, segði hann.
Fyri ikki at lata framgongdina fara fyri bakka aftur, er danska stjórnin óvikilig í síni kós frameftir:
- Neyðugt verður at tátta í, uttan tó at skerja vælferðina, og 1998 verður kortini betur enn 1997, men ferðin í framgongdini noyðist at minkast eitt vet.
Privatnýtslan veksur ov nógv í løtuni, og tí er brúk fyri at danir spara meira enn higartil.
Seks miá. krónur
skulu sparast
Stjórnin vil spara 1 pst. av lønini við eyka uppsparing í ATP. Við hesum økist uppsparingin við 4 mia. krónum. Annað uppskot er stempulgjald á eigaraíbúðir. Umframt tað ætlar stjórin at at spara tvær miá. krónur á fíggjarlógini.
Á sjúkrahúsøkinum er gongd komið á málið um at fólk frítt kunnu velja sjúkrahús, um brúk er fyri tí. Ætlanin er frameftir at stytta um bíðitíðna, men um fólk vilja sleppa skjótari til, skal møguleiki verða fyri at velja annað sjúkrahús, har bíði-tíðin er styttri.
Seinastu árini hava sálarlig sjúk fólk verið fyri vanbýti í danska heilsuverkinum.
Nú skal umsorganin fyri hesum sjúklingum útbyggjast og møguleikarnar at fáa eina íbúð økjast.
Eisini umsorganin fyri teimum gomlu nevndi forsætisráðarrin. Eldri fólk skulu hava møguleika at búgva heima sum longst, men neyðugt er at útbyggja heimahjálparskipanini, fyri at veita gomlum góða hjálp í gerandisdegnum.
Á familjuøkinum skulu foreldur við smábørnum fáa betri umstøður, bæði fyri at fáa børnini ansað á stovni og heima. Stjórnin heitir eisini á arbeiðsmarknaðarpartarnar um at víðka um møguleikarnar hjá foreldrum at smábørnum, at tey kunnu arbeiða parttíð.
Fyri at bøta um javnstøðuna millum kynini og geva báðum foreldrum somu ábyrgd fyri smábørnunum, vil stjórnin seta framm uppskot um, at menn fáa tvær vikur eyka barsilsfarloyvi.
Málið: Øll ung
undir útbúgving
Um tey ungu upplýsti Nyrup Rasmussen, at átta av 10 ungum eru undir útbúgvng. Á ár 2000 er ætlanin at víðka tilboðið til 9 av 10. Málið er at bjóða øllum ungum útbúgvingarmøguleikar til fakliga eins væl og bókliga útbúgving.
Um útlendingarpolitikkin segði forsætisráðharrin m.a. at danska stjórnin frameftir vil hava flóttarfólkapolitikk, sum byggir á menniskjansligt støðufesti. Sambært altjóða skyldum skulu danir taka ímóti teimum, sum eru flýggjað undan borgarkríggi og forfylging í heimlandinum.
Útlendingar skulu vinna til uppihaldið
- Higartil førdi politikkurin um integratión av útlendingum, hevur ikki verið nóg góður. Talan hevur í alt ov stóran mun verið um málsviðgerð av klientum, og passiva uppihaldsskyldu.
Málið er at útlendingar sum koma til Danmarkar, fáa rættindi, men eisini skyldu at finna seg til rættis á arbeiðsmarknaðinum, og á tann hátt vinna sær til lívsins uppihald.
Peningur skal setast av til at fáa útlendingar og flóttarfólk í arbeiði, og minnni upphæddir skulu brúkast til uppihaldsskyldur, segði forsætisráðahrrin m.a. í setanarrøðuni, tá fólkatingslimirnir fóru aftur til arbeiðis eftir summarfrítíðina.