heintað heilivág, tí heilsan var farin at bila. Men sum hann sjálvur helt fyri: Men tað man fara at ganga. So skuldi ikki verða. Hans Oluf andaðist umborð á egnari skútu og úti á tí, sum hann, sum unglingi [...] uppá. Hans Oluf var heilt frá barnsbeini av hugtikin av sjónum. Minnist mangar summarferiur norðuri á Norðtoftum, tá ið vit sum børn spældu í fjøruni ella í ánni. Hans Oluf var altíð tann, sum bygdi bát [...] veruliga høvdu ein, sum kundi stýra okkara vesaligu sjálvbygdu skútu. Í skúlaárunum kom Hans Oluf ofta inn á gólvið hjá okkum í Nólsoyar Pálsgøtu at vitja. Hann vildi altíð hava at vita, hvussu Julianna fastir
íslendsk skip hendan vegin til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skaffaði nógvum føroyingum arbeiði í Íslandi bæði við fiskiskipum og arbeiði í fiskivinnuni á landi. Hann gjørdi nógv fyri at menna [...] hon er gift og eigur fýra børn. Seinastu tíðina var heilsan hjá Ólafi vánalig, og í mars í ár flutti hann aftur til Íslands. Nú hann andaðist, búði hann á ellisheiminum Garðvongur í Reykjanes býi. Jarðarferðin [...] f. Ellefsen, ættað úr Miðvági, og Guðmund H. Ólafsson úr Keflavík. Hann kom fyrstu ferð til Føroyar á heysti í 1948 til at fáa føroysk skip, ið fiskaðu við Ísland, at tekna seg fyri at keypa agnsild. Í
fyrifallandi arbeiði, t.d. á spinnarínum. Í 1960 gekk so leiðin til Havnar á læraraskúla, og í 1964 fekk hann prógv sum lærari. Sama ár fór Helgi í starv sum lærari við Skúlan á Ziskatrøð, og hevur verið [...] Skúlan á Ziskatrøð í 1964. Meðan Helgi gekk á læraraskúla, var hann í starvsvenjing í Árnafirði. Tá var ongin tunnil, so gangast mátti upp um fjall. Tað var kanska tá, at hugurin til at ganga á fjøllunum [...] møtt Helga, saman við Oliver Joensen ella onkrum øðrum, á veg í Skúvadal ella onkra aðra staðni. Helgi hevur altíð møtt sera væl upp í skúlanum. Heilsan hevur verið góð, og tað eru fleiri ár millum sjúkradagarnar
arbeiðinum, og tí er hann komin á røttu hyll. Hvør minnist ikki "Gísmund" - hann fekk hvørt mansbarn at flenna. Áhugin at framleiða undirhald bleiv styrktur tá Kári var á miðlaskúla í Danmark eftir loknað [...] bleiv tó ongantíð váttað. Tær verður ynskt ein góðan føðingardag, við vón um bjarta framtíð. Heilsan Skyldfólk á bygd. [...] er sonur Katrin og Alexander Peter (Alex) Sólstein, fyrrv. skúlastjóra í Klaksvík. Hann er uppvaksin á Vágsheygnum í Klaksvík, og sum smádrongur var Kári sum flest aðrir drongir, spældi fótbólt, kowboy og
hjálpti hon Elini á støðini í Lávíkunum. Støðin var tá í húsunum hjá Elini (har Hjørdis Klein, sála seinni búði) og sostatt grannahús við húsini hjá abba. Undir krígnum arbeiddi mamma á telefonstøðini, sum [...] helst flest vita sonur Dáva í Gerðum, føddur 27. juli 1923, og er uppvaksin á Vágsheygnum. Eftir lokna skúlagongd, fór hann í læru á Varpinum hjá pábabeiggjanum Kjølbro. Í vígslubrævinum stendur tó "vognmand" [...] fyri tað tit hava verið fyri okkum systkinini og ynskja tykkum hjartaliga tillukku á diamantbrúdleypsdegnum. Heilsan Oliver
summar, har eg var á skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Eg hevði hoyrt um nýggja felagið hjá samkyndum í Føroyum, og eg hevði so eisini áhuga í at taka lut í teirra tiltaki í Grasagarði á ólavsøku og at [...] lut í hesum tiltakinum við røðu sínari. Sjálvur helt eg røðuna vera sera góða, og tað at hann var við á tiltakinum var eitt positivt tekin um broyttar tíðir og tað at góðtaka minnilutabólkar í samfelagnum [...] týdning tað hevði, og hvussu positivt tað var, tá borgarstjórin í Toronto, Canada, kom til og talaði á árligu jólagudstæntastuni (við túsundtals áhoyrarum, hjá Metropolitan Community Chrurch (altjóða kirkjan
sungu. Mundu tey ikki minnast á gamlar dagar? Tað var júst Så ljudar nu, sum tey plagdu at syngja á dekkinum á mjólkabátinum, tá tey løgdu frá landi í Havn og søgdu mannamúgvuni á bryggjuni farvæl. Og at okkum [...] var hugnakvøld á Svangaskarði, har Jógvan Ingvard Olsen hugleiddi um, hvussu tað var at syngja í kóri hjá Hans Jákupi. Eisini las hann brot úr yrking, ið hann hevði yrkt til tónaskaldið á 80 ára degnum [...] sangin væl, hoyrdist á teimum rungandi lógvabrestunum. Tey máttu syngja hann einaferð afturat. Samanumtikin ein ógvuliga góð konsert, har gleði og kraft vóru í hásæti. Ein virðilig heilsan til føðingardagsbarnið
arbeiðir hjá Smyril Line og var bert freelance á Rás 2. Stutt eftir var sendingin í ÚF, men undir øðrum navni. Ein dagin í 2003 ringir ein, sum hevur sendingar á Rás 2, til ÚF og biður um eina kunngerð fyri [...] fyri gott 2 milliónir, munurin á tónleikatímum er heldur ikki so stórur, ÚF umleið 50-60 prosent og Rás 2 umleið 70-80 prosent. Uppundir næstseinasta løgtingsval var Jógvan á Lakjuni av ÚF skírdur fyri at [...] og handilslívið hevur eina alt ov stóra ávirkan á hvat, ið sigast skal ella ikki, av teimum almennu miðlunum. Um landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni ikki skal koma í søguna sum tann ringasti
Ben Bradshaw í Føroyum. Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at tað varð Tony Blair sjálvur, sum heitti á seg um at fara til Føroya at læra nakað um fiskivinnuna her. -Okkara formaður hevur heldur ikki gloymt [...] arbeiðið, sum føroyingar gjørdi fyri bretar undir krígnum, hevði ? og skuldi eg eisini bera hesa heilsan víðari. Hóast bretar hava verið við til at skipa og góðtaka fiskivinnupolitikkin hjá EU, so er tað [...] hevur verið væleydnaður. Tað meina fleiri EU lond og eisini EU nevndin sjálv. Tað, sum eg havi lært á vitjanini í Føroyum kann vónandi hjálpa mær at reformera bretskan politikk og tað kann so eins væl vera
aldri kølna Og tín vakurleiki aldri følna Fyri mær ert tú yndislig og fín Tí tú er jú??.. mamma mín! Heilsan dóttir tín Linda Valby 20. sept. 2004