Til diamantbrúðarparið Hannefíu og John William Joensen

27. august 1944 giftust Hannefía og John William. Hon var dóttir Agnes og Oliver Emil Thomsen, vanliga nevndur Oliver í Gøtu.

Mamma er fødd úti í Lávíkunum 5. september 1922, har hon traðkaði sínar barnaskógvar. Í barnaskúlanum gekkst henni væl og tá realskúli varð settur á stovn um tað mundið tá hon var um at vera liðug at ganga í skúla, heppnaðist tað henni eisini at fáa realprógv og eina góða barlast við í lívinum.
Mamma arbeiddi ymiskt fyrifallandi tað tíðina hon gekk í skúla og tíðina aftana. Arbeiðsgenta var hon hjá fastir síni Lenu hjá Óla Gaard, sum hon helt sera nógv av og eisini hjálpti hon Elini á støðini í Lávíkunum. Støðin var tá í húsunum hjá Elini (har Hjørdis Klein, sála seinni búði) og sostatt grannahús við húsini hjá abba.
Undir krígnum arbeiddi mamma á telefonstøðini, sum tá var bygd við Ósánna ella umleið har sparikassaútbygningurin oman ímóti ánni nú er. Hon hevur títt og ofta sagt frá um tilburðir í samband við telefonstøðina undir krígnum og tá bumbutíðin var uppá tað ringasta, passaði hon einsamøll støðini, tí øll vóru flýdd undan bumbuhóttan.
Eftir kríggið syrgdi Janus Djurhuus, skald fyri, at mamma fekk eina lítla sømdargávu frá landsstýrinum fyri tænastuna undir krígnum.
Øll míni barnaár vóru sera trygg, tí eg, sum flestu á mínum aldri vóru so heppin at hava mammu heima við hús nærum hvønn dag, so hóast pápi var til skips, so var mamma altíð í køkinum at taka sær av mær og systkinum mínum.
Pápi er sum helst flest vita sonur Dáva í Gerðum, føddur 27. juli 1923, og er uppvaksin á Vágsheygnum. Eftir lokna skúlagongd, fór hann í læru á Varpinum hjá pábabeiggjanum Kjølbro. Í vígslubrævinum stendur tó "vognmand". Tað var tó soleiðis, at Óli beiggi hansara byrjaði taxakoyring og pápi og vinmenn koyrdu fyri Óla, til pápi sjálvur byrjaði at koyra taxakoyring. Men seint undir krígnum fór hann til skips og sigldi við eitt nú Dragabergi og Sjúrðarbergi fyrstu tíðina eg minnist. Seinast í 50-unum fór hann við Skálanes sum skipari og var skipari har, minniliga túrin tá Skálanes brendi í Grønlandi.
Í 1960 tóku Dávamenninir seg saman at byggja eitt flakavirki úti á vestursíðuni og har arbeiddu hann, Hans Jákup og Óli øll árini til teir seldu virkið. Eisini var hann við í rækjuskipinum Horizont, sum tó fekk sera stutta livitíð.
Nú tit bæði njóta tykkara lívskvøld, vil eg takka tykkum fyri tað tit hava verið fyri okkum systkinini og ynskja tykkum hjartaliga tillukku á diamantbrúdleypsdegnum.

Heilsan
Oliver