Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða helst hildin saman við pápa mínum í Suðuroy, sigur Elinborg Johannesen.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan eta vit altíð dunnu við brúnkaðum eplum, reyðkáli og brúnari sós. Gásin er við viðhvørt, sigur hon.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Gott veður, kava og hugna. Annars bert gávukort, sigur Elinborg brosandi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava altíð havt stóran týdning fyri meg. Foreldur míni hava altíð lagt stóran dent á hugna, samveru, jólatónleik, góðan mat og bakstur um jólini.
Elinborg Johannesen heldur fyri, at jólini hava verið ein fantastisk tíð.










