Christopher John Morden
Eg eri kanadiumaður, búsitandi í Íslandi, og eg var í Føroyum í summar, har eg var á skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Eg hevði hoyrt um nýggja felagið hjá samkyndum í Føroyum, og eg hevði so eisini áhuga í at taka lut í teirra tiltaki í Grasagarði á ólavsøku og at lurta eftir, hvat Jóannes Eidesgaard fór at siga í røðu sínari.
Eg var í Føroyum til 10. august, og kundi tí fylgja stóra orðaskiftinum í fjølmiðlunum um játtanina hja løgmanni at taka lut í hesum tiltakinum við røðu sínari. Sjálvur helt eg røðuna vera sera góða, og tað at hann var við á tiltakinum var eitt positivt tekin um broyttar tíðir og tað at góðtaka minnilutabólkar í samfelagnum. Tað minti meg um vitjanina hjá Vígdis Finnbogadóttir í hølunum hjá íslendska felagnum fyri samkynd, Samtøkan 78, tá hon var forseti í Íslandi. Eg mintist eisini, hvussu tóran týdning tað hevði, og hvussu positivt tað var, tá borgarstjórin í Toronto, Canada, kom til og talaði á árligu jólagudstæntastuni (við túsundtals áhoyrarum, hjá Metropolitan Community Chrurch (altjóða kirkjan hjá gjeikarum og lesbiskum) og tá hann møtti upp til ta árligu Gay Pride Parade.
Vit sum eru gjeikarar og lesbisk hava verið til í øllum samfeløgum í allari tíð, men hava ofta av trygdarávum verið »í skápinum«. Nakað sum hevur kostað stórar sálarligar skaðar. Tað at »spretta« hevur ikki verið ein møguleiki fyrr enn í nýggjari tíð. Tað var gott at síggja, at gjeikarar og lesbisk í Føroyum kunnu kenna seg væl við hægsta myndugleika tykkara.
Eg vil eisini gera eina viðmerking til Jens av Rana og hansara nýtslu av orðinum »kynvillingur«. Tað kann væl vera, at orðið finst í bíbliuni og í orðabókum, men tað er bara ikki fólkaligt. Sjálvur vil hann helst verið nevndur sum »ein kristin« manna millum, men ivaleyst eru summi, sum nevna hann fyri ein »blindan religiøsan fanatikara« í sínamillum tosi. Fyrsta reglan fyri almennum orðaskifti um eitt og hvørt mál má vera vanlig fólkaligheit.










