Blómur kunnu følna
Og hjørtur kunnu kølna
Men vakurleiki tín
Sum streymar út til mín
Er sum hin sólin bjarta
Tú skínur í mínum hjarta
Tú er mær so kær
Í huga mínum altíð nær
Hóast leiðin tín long
Og sorgin ofta trong
So skínur tú í ævir
Hyggið og gevið gætur
Tín glóð vil aldri kølna
Og tín vakurleiki aldri følna
Fyri mær ert tú yndislig og fín
Tí tú er jú??.. mamma mín!
Heilsan dóttir tín Linda
Valby 20. sept. 2004










