Skelkandi vóru boðini at fáa. Hans Oluf var brádliga deyður bert 50 ára gamal. Tað er í slíkum løtum, at tankarnir reika, orð eru so ómetaliga fátøk, og spurningurin um hví fáa vit ongantíð svar uppá.
Hans Oluf var heilt frá barnsbeini av hugtikin av sjónum. Minnist mangar summarferiur norðuri á Norðtoftum, tá ið vit sum børn spældu í fjøruni ella í ánni. Hans Oluf var altíð tann, sum bygdi bát ella flaka. Og tað var eisini hann, sum stílaði fyri, hvar vit skuldu flota, og hvør skuldi vera við. Hans Oluf treivst sera væl, tá ið hann slapp at vera "skipari". Altíð blíður og við sínum eyðkenda smíli, fekk honn okkum at fáa kensluna av, at vit veruliga høvdu ein, sum kundi stýra okkara vesaligu sjálvbygdu skútu.
Í skúlaárunum kom Hans Oluf ofta inn á gólvið hjá okkum í Nólsoyar Pálsgøtu at vitja. Hann vildi altíð hava at vita, hvussu Julianna fastir hevði tað, og eg veit, at hetta var nakað, sum foeldur míni settu stóran prís uppá. Hetta at ein so ungur drongur, sum hann tá var, fann sær tíð til at seta seg niður og tosa um leyst og fast. Hans Oluf var ein persónur, sum tók sær tíð til at tosa, blídlyntur og tíl tíðir eisini skemtingarsamur. Hann ynskti, at øll, sum vóru rundan um hann, antin tað var familja ella vinir og kenningar, skuldu kenna seg væl og hava tað gott.
Sama dag, sum skúlatíðin í Klaksvík var at enda komin, mynstraði Hans Oluf við sluppini Sæborg, so av røttum kann sigast, at hugurin til sjógvin og sjólívið lá honum innast í barmi. Hans Oluf tók skipsførararprógv og sigldi nøkur ár úti. Men hugurin til egið skip og at fiska var nakað, sum lá Hans Olufi upp á hjartað. So tey seinastu tíggju árini átti og førdi hann Kvikk, og mangar vóru tær greipurnar, sum hann kom við til Julionnu fastur, tá ið Kvikkur var heima.
Seinast eg tosaði við Hans Oluf, hitti eg hann uttan fyri Apotekið í Klaksvík. Tá hevði hann verið og heintað heilivág, tí heilsan var farin at bila. Men sum hann sjálvur helt fyri: Men tað man fara at ganga.
So skuldi ikki verða. Hans Oluf andaðist umborð á egnari skútu og úti á tí, sum hann, sum unglingi hevði stóran tokka til. At hetta skuldi verða seinastu ferð, at vit bæði hittust, er torført at skilja. Og tí leita tankar mínir til tín góða Jóna, Katrin og John, sum hava mist ein góðan mann og pápa. Jóannes og Rannvá við familjum og til tín góða Sunneva, sum skuldi uppliva at missa Hans Oluf í bestu árum. Má Harrin troysta, ugga og styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.
Friður verið við minninum um systkinabarnið Hans Oluf Johannesen.
Hønefoss tann 08.08.04
Elsa